Hitaveltan fruktaði einki serligt

Tað skapti forvitni, tá Bjarni Petersen legði slangur við heitum rennandi vatni gjøgnum sína eplaveltu.

Tað skapti ikki sørt av forvitni, tá Bjarni Petersen í Kollafirði legði slangur við heitum rennandi vatni gjøgnum sína flagveltu og fór at seta epli niður.

 

Heita vatnið fekk hann úr kelduni, sum funnið varð fram til í Kollafirði fyri eini tíð síðan, og har hitin í rennandi vatninum var umleið 26 stig.

 

Á sínari facebook-síðu segði Bjarni Petersen seg vænta at kunna eta nýupptikin epli úr hitaveltuni longu á ólavsøku.

 

Men, sum skilst, nú oktober mánaði næstan er hálvrunnin, hevur henda forvitnisliga roynd ikki verið nøkur kollvelting.

 

Hin 18. august loysti Bjarni nøkur fløg og tók tey fyrstu eplini upp. Tá staðfesti hann, at eplini vóru stór og góð, men at lítið var undir.

 

Seinasta leygardag vórðu eplini í hitaveltuni so tikin upp, og enn einaferð staðfesti hann, at veltan ikki hevur fruktað serliga væl, men at eplini eru stór og góð.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tað eru fleiri, sum lata illa at eplagrøðini í ár, og afturvendandi er, at eplini eru smá. Um hetta er galdandi kring landið, vita vit tó ikki.

 

Spurningurin er, um Bjarni Petersen ikki heldur átti at sett eplini niður í heyst og soleiðis fingið staðfest, um til ber at fáa epli at veksa í hitaveltu um veturin.