Bæði breidd og elita á breddan

- Tað, sum stendur sterkast eftir frá 2020, er týdningurin av felagsskapinum. Týdningurin av at vera virkin saman við øðrum. Soleiðis segði Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, í røðu síni á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandinum.

 

- Um nakar ivaðist áðrenn, ja, so ivast tey ikki longur. Nú vit vórðu avbyrgd og skuldu halda frástøðu, sóu vit greitt, hvønn eyðsýndan týdning tað hevur at íðka saman við øðrum, segði hon og vísti á, at fólk, sum eru knýtt at einum felagsskapi, hava tað betur.

 

So um ítrótturin verður tikin frá fólki - ja, so hevur tað sjálvandi kropsligan týdning - men fyrst og fremst hevur tað stóran sálarligan og sosialan týdning, vísti hon á.

 

Hon staðfesti í sama viðfangi, at Ítróttarsambandið fer at taka hetta serliga árið við sær - og byggja komandi virksemið á hesa sannkenning.

 

- Felagsskapurin, sum kanska hevur verið nakað forfjónaður í mun til elituna, má dragast upp. Breiddin má setast heilt uppá síðuna av elituni.

 

Elin H. Joensen vísti á, at vit mugu gerast betur til at dyrka bæði. Elituna, evnini, málini øðrumegin - og breiddina, rørslugleðina og felagsskapin hinumegin. Tað hevur 2020 sligið púra fast.

 

Hon segði somuleiðis, at fleiri ymisk tiltøk verða sett í gongd í næstum, fyri at fáa breiddina við.