Tórshavnar býrað kannar nú møguleikan at innfluta liðug hús til eldri fólk at vera í.
Tað er tørvur á plásum á ellis- og røktarheimum og tað liggur eisin í kortunum hjá býráðnum at byggja. Men ímeðan bíðað verður eftir nýgging, verður neyðugt at finna eina bráðfeingis loysn, sigur Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá Tórshavnar Býráði.
Ein partur av loysnini umrøddu vit í gjár, har samráðingar eru um at leiga nøkur røktarheimspláss á Mørkini í Streymnesi.
Les eisini: Havnarfólk kanska til Streymnesar á røktarheim
Men ein møguleiki, sum eisini verður kannaður, er at innflyta liðug hús, sum minna um tey, sum vórðu sett upp í Hoydølum fyri nøkrum árum síðani.
– Slík hús eru ikki líka góð sum umstøðurnar á Boðanesheiminum eru, men tað er ein skjót loysn, sum er væl brúkilig í eini skiftistíð, og vit kunnu ikki loyva ikkum at sita hendur í favn og bíða eftir teirri endaligu loysnini, sigur Bergun Kass.
Hon sigur, at talan er um at hava eini 25 – 30 pláss í einum slíkum húsi. Talan skal fyrst og fremst vera um umlættingarpláss, men hugsað verður eisini um pláss til dagtilhald og endurvenjing.
Bergun Kass sigur, at verður øll umlættingin tikin av verandi røktarheimum, verða eini níggju, tíggju føst røktarpláss tøk afturat á heimunum sum eru, so at tey verða røktarheim burturav
Hon sigur, at miðað verður at hava eina loysn á hesum málinum um eitt ár, og á fíggjarætlanini fyri næsta ár ætlar býráðið at seta fýra milliónir av til raksturin av einum slíkum bráðfeingishúsi í seinasta ársfjórðingi næsta ár.
Annars vænta tey, at húsið kostar eini 25-30 milliónir at útvega.