alternativ til álopsspælið afturat teimum verandi. Men tað fáa tær eisini betri frið til nú. Friðurin mundi í øllum førum økjast við hesum sigrinum, og við einum dysti móti Søljuni, áðrenn Neistin kemur á [...] at hetta órógvaði VB-liðið almikið. Skipanin í verjuni fór til tíðir heilt út av lagi, og óteljandi ferðir fekk Stjørnan leikt seg fram til opnar málmøguleikar, men trupulleikin var bara, at mest sum [...] sálarliga sum kropsliga møði, og seinastu góðu tíggju minuttirnar bar snøgt sagt einki til. Bóltar vórðu tveittir burtur til høgru og vinstru, og so var lag á manni hjá vertunum, sum náðisleyst revsaðu at kalla
eisini í. Teir skulu mikukvøldi spæla móti KÍF, og so er spurningurin, hvørt tvey stig aftur fáast til høldar í hesum dystinum. Eisini hjá kvinnunum er ein dystur í Vestmanna, og eins og hjá monnunum er [...] VÍF. -jm Dystir mikukvøldið: 1. deild kvinnur 18.30VÍF-Kyndil 1. deild menn 20.00VÍF-Kyndil 20.00Neistin-KÍF
í rættlag. Kjarnin í øllum málinum tykist vera, at leikararnir hjá VB eru komnir til Føroyar sum vanlig ferðafólk. Til slíkt krevst bara vanligt ferða- (turist) visum, og tað hava tey í Vági hildið vera [...] at standa tigandi, kann tað einans elva til, at ákærur um passivitet fara at hegla oman yvir sersambandið. Hvussu er og ikki, so er undir øllum umstøðum líkt til, at ein kavabóltur er farin á rull. Ikki [...] Útlendingamálið Rættilig øði kom í grindina, tá tað gjørdist greitt, at ein fyrispurningur frá VÍF til fútan er tikin upp sum politimál. Fyrispurningurin, sum er prentaður aðra staðni á síðuni, snýr seg
Tann 15. oktober sendir VÍF soljóðandi skriv til Føroya Landfúta: »Viðv. arbeiðs/uppihaldsloyvum til ítróttarfólk, ið koma til landið Vestmanna Ítróttarfelag hevur tey seinastu árini havt eysturlendingar [...] ið vit hava valt at góðtikið. Í seinastuni hava vit verið vitni til, at onnur feløg, ið vit kappast við, hava megnað at fáa leikarar til landið við øllum í lagi upp á onga tíð, 5 dagar, ella eru øll loyvini [...] okkum við hondbóltinum her í bygdini. Tá ið vit á fyrsta sinni fóru undir at arbeiða við at hesi fólk til landið, ráðførdu vit okkum hjá fólki, ið arbeiða hjá omanfyri nevnda stovni. Vit eru sera væl nøgd
dysturin undir ongum umstøðum roknast sum ein av teimum løttu. Dysturin í tølum Neistin-KIF 38-25 (17-12) Málskjúttar Neistin: Dragisa Stojovic 11(1), Blagoje Buha 10, Áki Mørk 5, Ragnar Stakksund 3, Helgi [...] Mirko Milenkovic 2, Regin Petersen 2, Sune Davidsen 2(2), Hallur Hansen 1 Brotskøst: Neistin 1, KÍF 2 Útvísingar: Neistin 2, KÍF 1 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen [...] tølini siga, so endaði alt við einum knúsandi tryggum heimasigri, men leingi var tó als ikki líkt til, at munurin skuldi gerast somikið stórur. Fyrsta góða korterið ella so fylgdust liðini sera væl, men
hondbóltsleikararnar heldur fram. Eftir at løgreglan mikukvøldið hevði verið í Klaksvík, var túrurin komin til Neistan hóskvøldið. Sum skilst, so vóru útlendsku leikararnir hjá felagnum saman við leiðsluni kallaðir
í øllum førum tað, sum vónirnar eru til. At meta eftir hondbóltskappingini fram til seinasta vikuskifti, so bendi alt á, at áskoðararnir her kundu gerast vitni til ein sera undirhaldandi dyst millum tvey [...] Hvørt VB fær útlendsku leikararnir við til Vestmanna, ber í skrivandi løtu ikki til at staðfesta, og onkur hevur enntá reist spurningin, um vágbingar yvir høvur koma til Vestmanna, um útlendsku leikararnir [...] ov tryggan. Hoyvíkingarnir vóru um reppið at striða seg til eitt sera óvæntað stig seinasta vikuskifti, og móti júst Kyndli hava teir ofta havt til vana at arga rættiliga illani seinnu árini. Sunnudagin
hondbóltur Skuldi Neistin gera sær nakrar vónir um at halda fast í oddinum, nú longu áðrenn kappingin av álvara er farin ígongd, so var kravið heilt einfalt. Stig skuldu til høldar móti StÍF. Strandakvinnurnar [...] áðrenn seinastu dystirnir í endaspælinum standa fyri framman. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 30-28 (16-13) Málskjúttar Neistin: Simona Dziugyte 13(4), Ása á Neystabø 5, Lina Andriulyte 5, Lív Sørensen 3, [...] Jacobsen 5(1), Poula D. Høgnesen 4(1), Anna B. Danielsen 3, Beinta Joensen 2 Brotskøst: Neistin 4, StÍF 4 Útvísingar: Neistin 5, StÍF 5 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Høvdu fyri tað mesta eitt
Ikki tí at hetta mundi gera so nógvan mun í hugburðinum hjá leikarunum til dystin. Sum verandi oddalið var einki at ivast í, at Neistin fór eftir sigrinum, og eins greitt mundi vera, at meistararnir av Strondum [...] eydanst vestmenningunum at hevna hetta tapið komandi sunnudag. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 25-27 (15-11) Málskúttar Neistin: Blagoje Buha 10(5), Áki Mørk 6, Dragisa Stojovic 5, Ári Rouch 2, Dann Thorleifsson [...] Johansen 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Sverri Justinussen 1 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 6 Útvísingar: Neistin 6, StÍF 5 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Sýndu heilt greitt, at tað
endastøðuna í grundspælinum er talan um sera avgerandi dystir. Toppur móti toppi Kyndil og Neistin vóru fram til seinasta umfar oddaliðini í deildini, og hvør í sínum lagi høvdu tey fingið fult, tá sæð verður [...] spenningurin vera í Havn, har Neistin tekur ímóti VÍF. Einki er at ivast í, at vestmenningar á pappírinum eru favorittar, men í fyrra dystinum millum liðini var tó um reppið, at Neistin stjól sær stig móti endanum [...] verður burtur frá gerðabýtinum í fyrsta umfarinum. Hetta varð tó broytt, tá fyrst Kyndil og síðani Neistin snávaðu á heimavølli móti ávíkavist H71 og StÍF. Serliga mundi tapið hjá Kyndli taka fast, og nú