Brøvini

Niðanfyri prenta vit brøvini frá VÍF, sum eftir øllum at døma hava fingið sannan eld í málið um útlendingar í bestu føroysku hondbóltsdeildini.

Tann 15. oktober sendir VÍF soljóðandi skriv til Føroya Landfúta:

»Viðv. arbeiðs/uppihaldsloyvum til ítróttarfólk, ið koma til landið

Vestmanna Ítróttarfelag hevur tey seinastu árini havt eysturlendingar at hjálap okkum við hondbóltinum her í bygdini. Tá ið vit á fyrsta sinni fóru undir at arbeiða við at hesi fólk til landið, ráðførdu vit okkum hjá fólki, ið arbeiða hjá omanfyri nevnda stovni. Vit eru sera væl nøgd við ta ráðgeving, vit hava fingið, og skulu tit hava rós fyri góða ráðgeving og hjálpsemi øll árini.
Tað, sum vit nú standa spyrjandi yvirfyri er, eru ikki øll líka fyri lógini? Okkara royndir vísa, at tað tekur tíð at fáa allar formalitetir í lagi, millum 3 og 6 mánaðir, og tað er so nakað, ið vit hava valt at góðtikið. Í seinastuni hava vit verið vitni til, at onnur feløg, ið vit kappast við, hava megnað at fáa leikarar til landið við øllum í lagi upp á onga tíð, 5 dagar, ella eru øll loyvini í lagi? Ella eru tað vit, ið eru skeivt ráðgivin øll árini?

Vit vilja við hesum heita á tykkum um at kanna, um tað er Vestmanna Ítróttarfelag, ið ger nakað skeivt, ella tað eru hini feløgini, ið nýta skeivar mannagongdir.

Feløgini, ið vit hugsa um, eru:
VB 1. deild kvinnur (2 leikarar)
Neistin 1 deild kvinnur (1 leikari)
Stjørnan 1. deild kvinnur (3. leikarar)«

Sama dag sendir VÍF hondbóltssambandinum avrit av skrivinum, saman við hesum brævi:

»Viðv. spæliloyvum hjá útlendskum leikarum

Vit hava í dag sent Føroya Landfúta hjálagda skriv.
Í hesum sambandi fer Vestmanna Ítróttarfelag at heita á tykkum at kanna, um allar reglur eru fylgdar viðvíkjandi hesum leikarum.
<sum$?$end$!$Hava allir leikararnir uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum?<BR><sum$?$end$!$Hava teir galdandi spæliloyvi í Føroyum?<BR><sum$?$end$!$Eru allir spælararnir leysgivnir av sínum útlendsku feløgum?<BR><sum$?$end$!$Er EHF kunnað um, at teir leika í Føroyum?«<BR>
Tá tað kemur fram, at fútin hevur tiki málið upp sum politimál, uttan at VÍF er vorðið kunnað um hetta, sendir VÍF nýtt skriv til Føroya Landfúta:

Vísandi til skriv okkara, sent í faxi 15.10.03, og í posti sama dag, skal hervið verða sagt f´ra, at skrivið møguliga kann skiljast sum eitt ?politianmeldilsi? av feløgunum, nevnd eru í skrivinum. Tað er tað ikki, og Vestmanna Ítróttarfelag noktar fyri, at skrivið kann verða nýtt í møguligari ákæru móti nevndu feløgum?.
Spurningurin hjá Vestmanna Ítróttarfelag er, um tað er loyvt útlendskum leikarum at leika í/við føroyskum ítróttarfelag, um so er, at endaligt uppihalds- og arbeiðsloyvi ikki er komið í rættlag.
Ítróttarsambondini ? í hesum føri HSF og EHF ? hava givið neyðug spæliloyvi, ið er galdandi samb. teirra lógum og reglum, men okkum er gjørt kunnugt av myndugleikunum, at ein treyt fyri at útlendingar kunnu leika við føroyskum ítróttarfelag er, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru komin endaligt í rættlag.
Vit vilja hava staðfest, um uppihalds- og arbeiðsloyvi krevst ella ikki krevst, fyri at útlendingar kunnu venja og leika við føroyskum ítróttarfelag, eftir at føroyskt ítróttarsamband, saman við avvarandi útlendskum ítróttarsambondum, hava avgreitt teirra loyvir, galdandi eftir teirra reglum og lógum.
Vestmanna Ítróttarfelag ákærir ongan fyri lógarbrot. Vestmanna Ítróttarfelag ynsir at fáa greiðu á treytum fyri útlendingum í føroyskum ítróttarhøpi, so vit ? og onnur við - eru vitandi um, hvussu arbeiðast skal frameftir.«