Meistararnir vitja oddaliðið

Hjá monnunum skulu strandingar á vitjan hjá Neistanum, og í Vestmanna verður helst rokaligt, tá VB-kvinnurnar vitja leygardagin

Hondbóltur

Tríggir dystir verða leiktir í bestu hondbóltsdeildini um vikuskiftið. Leygardagin leggur Kyndil fyri, tá teir í høllini á Hálsi taka ímóti H71. Hoyvíkingarnir hava enn fyrsta stigið til góðar, og í so máta er einki at ivast í, at Kyndil eigur at taka tvey løtt stig í dystinum.
Við hesum báðum liðum skal áskoðarin tó ikki kenna seg alt ov tryggan. Hoyvíkingarnir vóru um reppið at striða seg til eitt sera óvæntað stig seinasta vikuskifti, og móti júst Kyndli hava teir ofta havt til vana at arga rættiliga illani seinnu árini.
Sunnudagin eru so tveir dystir á skránni. Størstur er spenningurin helst á Hálsi sunndagin, tá StÍF kemur á vitjan hjá Neistanum. Sum verandi meistari er StÍF sjálvandi eitt av liðunum, sum hini allar helst vilja vinna á, og í so máta kunnu teir helst ikki vænta sær nakran lættan dyst í ár. Og so als ikki hesaferð, tí saman við Kyndli er Neistin liðið, sum er ovast á stigatalvuni, har góði málmunurin í løtuni ger, at teir halda oddasessin.
Seinasti dysturin verður í Hoyvíkarhøllini, har KÍF nú eigur heimavøll í grannauppgerðini móti Vestmenningum. Og at tað verður eitt VÍF-lið, sum vil fram, er einki at ivast í. Trý tap á rað er so avgjørt ikki nakað, sum tey í Vestmanna eru von við, men hetta hevur so verið skilið hjá monnunum higartil í ár. Úrslit, sum fyribils hava ført við sær, at liðið er sokkið væl afturum oddaliðini, og skal VÍF vinna seg upp aftur, so skal tað helst verða nú, at ferð aftur kemur á, um møguleikin fyri gullinum ikki skal hvørva heilt somikið tíðliga á árinum.

Brak við politiskum undirtónum
Eisini hjá kvinnunum verður oddabrak. Ella tað er í øllum førum tað, sum vónirnar eru til. At meta eftir hondbóltskappingini fram til seinasta vikuskifti, so bendi alt á, at áskoðararnir her kundu gerast vitni til ein sera undirhaldandi dyst millum tvey av sterkastu kvinnuliðunum í landinum.
Men tað skerst ikki burtur, at farna vikan hevur sett síni tungu spor í kappingini millum júst hesi bæði feløgini. Hvørt VB fær útlendsku leikararnir við til Vestmanna, ber í skrivandi løtu ikki til at staðfesta, og onkur hevur enntá reist spurningin, um vágbingar yvir høvur koma til Vestmanna, um útlendsku leikararnir ikki kunnu vera við.
Vónandi gongur tað tó ikki heilt so galið, og vónandi verður talan um eitt satt oddabrak, men hvussu víkir og vendir, so skerst ikki burtur, at talan verður um kraftigar politiskar undirtónar, og so er spurningurin, hvussu leikararnir fyrihalda seg til hesar.
Sunnudagin eru so eisini tveir dystir á skránni. Her verður kanska serliga áhugavert at fylgja við, hvussu tað fer at tørna út millum Neistan og StÍF. StÍF syrgdu sjálvar fyri, at tær enn eru partur av oddinum, tá tær fyri viku síðani vunnu dystin móti VB. Verður talan eisini um sigur hesaferð, er støðan sjálvsagt enn betri hjá StÍF, tí hvussu víkir og vendir, so missan antin VÍF ella VB stig leygardagin. Neistin skal hinvegin royna at skava sær nakað av stigum saman nú, skulu tær ikki enda í ongamannalandi. Ein einsamallur sigur munar kanska ikki so øgiliga nógv her og nú, men tað er helst fortreytin fyri, at liðið framhaldandi kann vera við í stríðnum um heiðursmerkini.
Seinasti dysturin verður á Giljanesi, har Søljan tekur ímóti Stjørnuni. Her er einki at ivast í, at Stjørnan er risa favorittur. Liðini hittust fyri stuttum, og tá fekk eitt illa mannað Sølju-lið av at vita, og tó at vágagellurnar nú aftur hava allar leikarar tøkar, so er einki at taka seg aftur í, at manningin hjá Stjørnuni er væl sterkari á pappírinum.