hondbóltur
Skuldi Neistin gera sær nakrar vónir um at halda fast í oddinum, nú longu áðrenn kappingin av álvara er farin ígongd, so var kravið heilt einfalt. Stig skuldu til høldar móti StÍF. Strandakvinnurnar høvdu hinvegin sítt at hugsa um. Við sigrinum á VB fyri viku síðani hildu tær fast um støðuna frammi í oddinum, og enn tvey stig á kontina móti Neistanum høvdu gjørt tað heila enn meira hugaligt hjá liðnum.
Gott rásarúm
Tað líktist tí einum dysti millum tvey lið, sum vildu leggja nógv fyri í royndunum at vinna, og tað bleiv tað so sanniliga eisini talan um. Skal undirhald mátast í málum, so var talan um ein av teimum heilt undirhaldandi dystunum í kvinnudeildini. At bæði liðini í verjupartinum so eisini hjálptu til í hesum við fløtu verjunum, er ein onnur sannroynd, og í øllum førum gav hetta skjúttunum hjá liðunum báðum góðar umstøður at virka.
Og ikki minst dugdi Simona Dziugyte hjá Neistanum at gera sær dælt av hesum. Ofta hevur hon kanska lyndi til at royna í meira lagi sjálv, og við hvørt vóru eisini ábendingar um hetta sunnudagin. Men tá hon í seinna hálvleiki fekk rætta takið, var ikki at standa fyri hjá StÍF-málverjanum. Tað eru fáir kvinnuligir leikarar í landinum, sum hava eina skotstyrki í hennara flokki, og sleppur hon at gera nýtslu av hesari, so er einki, sum stendur fyri.
Afturat hesari skotstyrkini, so hevur Neistin eisini aðrar frægar leikarar at taka av. Lina Andriulyte sýndi sera gott hegni í at finna neyðugu sendingarnar og eitt nú Ása á Neystabø og Lív Sørensen eru kvikar at fara avstað, tá møguleiki fyri kontraálopum spyrst.
Mundu mist takinum
Hesir eginleikar sóu leingi út til at geva Neistanum ein tryggn sigur. Stóran part av fyrra hálvleiki var heimaliðið á odda við tveimum og trimum málum, men so skjótt, sum seinni hálvleikur byrjaði, fekk StÍF eitt nógv betri tak á. Ikki minst tí tær hesa løtuna ? fyri einastu ferð í dystinum ? megnaðu at byrgja fyri skotroyndunum frá Simonu, og í álopsspælinum sýndu tær eisini neyðuga tolið í royndunum at koma at skotmøguleikum.
Men gleðin var tó stokkut. Neistin fekk aftur ferð á í álopsspælinum. Linda á Dunga hevði nakrar týdningarmiklar bjargingar í verjupartinum, og tó at munurin ikki gjørdist hin stóri, so bendi alt á heimasigur. Gestirnir megnaðu ikki at taka seinasta fetið upp til vertirnar, sum soleiðis ognaðu sær tvey týdningarmikil stig í royndunum at sleppa úr ongamannalandi og upp móti heiðursmerkjaplássunum.
Grundað á sigurin móti VB fyri viku síðani, so kundi StÍF kanska liva við, at talan ikki gjørdist um stig hesaferð. Men tað er einki at ivast í, at tær munnu iðra seg um hetta, og nú er kravið, at nøkur stig fáast til vega komandi umførini. Tvær ferðir á rað koma havnarlið tá á vitjan, og megnar StÍF at fáa fulla úrtøku úr hesum, so fer at síggja heilt gott út, áðrenn seinastu dystirnir í endaspælinum standa fyri framman.
Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 30-28 (16-13)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte 13(4), Ása á Neystabø 5, Lina Andriulyte 5, Lív Sørensen 3, Susan Brockie 1, Rakul Augustinusen 1, Marjun Tróndarson 1, Vivian Unadóttir 1
StÍF: Paula D. Olsen 8, Milica Ergic 5, Sunfríð B. Jacobsen 5(1), Poula D. Høgnesen 4(1), Anna B. Danielsen 3, Beinta Joensen 2
Brotskøst: Neistin 4, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 5, StÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Høvdu fyri tað mesta eitt gott tak um dystin.