Brak í Havn og á Skála

Kyndil skal prógva, at tapið fyri H71 var ein svipsari, og í Havn bresta Neistin og VÍF saman

Hondbóltur

Tað er ikki eita á dystir, sum besta mansdeildin í hondbólti borðreiðir við hetta vikuskiftið.
Tveir dystir av slíkum slag, at áskoðarin mestur man iðra seg um, at talan enn bert er um grundspæl, og at dystirnir tí bert telja hálvt, tí einki er at ivast í, at fyri endastøðuna í grundspælinum er talan um sera avgerandi dystir.

Toppur móti toppi
Kyndil og Neistin vóru fram til seinasta umfar oddaliðini í deildini, og hvør í sínum lagi høvdu tey fingið fult, tá sæð verður burtur frá gerðabýtinum í fyrsta umfarinum.
Hetta varð tó broytt, tá fyrst Kyndil og síðani Neistin snávaðu á heimavølli móti ávíkavist H71 og StÍF.
Serliga mundi tapið hjá Kyndli taka fast, og nú skal liðið so prógva, at talan bert var um ein svipsara. Við einum sigri á Skála hevur Kyndil eisini møguleika fyri at lyfta seg upp aftur á oddasessin, sum strandingarnir nú hava yvirtikið, og einki er at ivast í, at tað er hesum, sum farið verður eftir.
Í Havn kemur VÍF á vitjan, og fyri bæði liðini er talan um sera týdningarmiklan dyst, sum ivaleyst fær stóran týdning fyri endastøðuna í grundspælinum.
Hjá vestmenningunum hevur vánaliga byrjanin viðført, at liðið mest sum er kroyst at vinna allar eftirverandi dystirnar í grundspælinum, um teir ikki skulu byrja endaspælið sum eftirbátar, so treytirnar eru greiðar. Tað eru tær eisini hjá Neistanum, sum við einum sigri í minsta lagi verður einsamalt á øðrum plássinum, og hartil hevur ein kappingarneyta minni í oddinum. Men teir bláu vita tó eisini fullvæl, at talan á ongan hátt verður um eina lætta uppgerð.
Seinasti dysturin verður í Hoyvíkarhøllini, har tey bæði niðastu liðini í deildini fara at dystast. Hesaferð eru tað hoyvíkingarnir, sum eiga heimavøllin, men nakar fyrimunur sum so man hetta tó ikki vera. Higartil hevur leikluturin hjá hesum báðum liðunum verið í tunga endanum av talvuni, men hoyvíkingar sýndu seinasta leygardag, at teir kunnu arga tey stóru, og kanska hevur tann sigurin givið eitt sjálvsálit, sum kann gera uppgávuna hjá KÍF tyngri.

Spenningurin er í Havn
Í kvinnudeildini standa somuleiðis tríggir dystir á skránni, og her man størsti spenningurin vera í Havn, har Neistin tekur ímóti VÍF. Einki er at ivast í, at vestmenningar á pappírinum eru favorittar, men í fyrra dystinum millum liðini var tó um reppið, at Neistin stjól sær stig móti endanum, so í øllum førum eru tær gulu ávaraðar.
Og at VÍF hevur tørv á stigunum, man lítil ivi vera um. Stjørnan hevur frí hetta vikuskiftið, men tað má roknast fyri víst, at hini bæði liðini í oddinum fáa fult hesaferð.
VB skal á heimavølli gloyma alt um pass og innferðarpappír, tá tær taka ímóti Søljuni, og tær munnu neyvan hava nakað ímóti, at talan er um somikið bleyta uppgávu hesaferð.
Somuleiðis má uppgávan hjá StÍF metast at vera av lættara slagnum, tá tær taka ímóti Kyndli, sum enn einki stig hevur fingið. Tað skal tó havast í huga, at í heimadystinum móti júst StÍF var tað nær við, at tað fyri fyrstu ferð bragdaði hjá Kyndli, so tað kundi kanska verið, at dysturin á Skála verður meira spennandi, enn stigatalvan leggur upp til.