húsini á Mýravegi, og at tað er gjøgnum Regin, at hann fær húsini. Ákærdi fortelur eisini unnustuni, at hann hevur verið í bankanum, og at eitt lán er fingið til vega. Hann sigur seg hava gjørt avtalu við Regin [...] hevði annars skilt á lagnum, at Piddi flutti út um miðdagin 1. november, og at hann skuldi flyta til Fuglafjarðar. Men um 19.00-tíðina koyrir unnustan fram við húsunum og sær, at har framvegis er ljós inni [...] skotin í honum. Hon greiddi frá, at hann hevði sagt sær, at hann hevði eini hús í Split við einum hjartafrormaðum svimjihyli, og at hann átti jørð har, sum hann ætlaði at selja. Peningurin skuldi koma teimum
ikki var satt um Donald Trump, men fleiri meintu seg hava hoyrt taluna fyrr og so fór kavabólturin á rull so at siga. Stutta tíð seinni høvdu fleiri tíðindafólk og viðmerkjarar funnið taluna hjá Michelle [...] allarhelst ein taluskrivari uttan starv í dag. Í tímunum eftir, at Melanie Trump hevði talað á landsfundinum hjá republikanska flokkinum, byrjaðu fólk at samanbera hennara talu við taluna hjá Michelle Obama á [...] seg sum vera man um mann hennara, har hon hálovaði hansara dygdum og greiddi frá, hví hann, í hennara eygum, verður ein góður forseti. Tað skurraði tó í oyrunum hjá onkrum. Altso, ikki at innihaldið ikki
eisini um reppið, at úrslit spurdist burturúr, men fyri tað mesta tóktust teir tó at leggja dentin á at standa rætt í verjupartinum, og um ikki annað, so tóktist hesin parturin av spæliætlanini at rigga [...] men hann fall í longum løtum aftur á miðvøllin, soleiðis at talan at síggja til gjørdist um ein óskipaðan diamant mitt á. Tað viðførdi so eisini, at einastu royndirnar til veruligt álopsspæl kom upp ígjøgnum [...] megnaði hann úr fimm metrum at senda fram við málinum. Tvær flaggdagsgávur Øvuta vegin var talan heldur ikki um nakað serliga skipað fótbóltsspæl, men kortini tóktust gestirnir at hava nakað væl meira av broddi
Norðberg og Áki Egilsnes hava longt um sáttmálan við KA. Teir hava báðir skrivað sáttmála fyri tvey ár afturat. Hetta eftir eitt strævið kappingarár, har alt bendir á, at KA endar á tíggjunda plássið, og [...] og hvørki skal spæla um niðurflyting ella um meistaraheitið. Í Sosialinum mikudagin stóð at lesa hvat Áki Egilsnes hevði at siga um kappingarárið, og hann var lítið nøgdur við gongdina hetta kappingarárið [...] sleppa at royna seg aftur í fremstu íslendsku deildini. Men hvat skulu teir so gera alla hesa tíðina? - So venja vit og royna at byggja eitt sindur av kjøtið á okkum, sigur Áki sum ikki fær sagt um hann
vera ein av teimum fáu, sum kann erpa sær av at vera á tveimum landsliðum í tveimum ymiskum ítróttargreinum. Nevniliga koyristólafótbólti, har hann umboðar Danmark, og boccia umboðandi Føroyar. Hevur [...] Tað er so nógv. Felagsskapur, spenningurin um hvussu tað fer at ganga og hvussu góð kenslan er at skjóta mál, sigur Áki. Hann og liðfelagarnir venja einaferð um vikuna – hvørt mánakvøld. EM í boccia Kap [...] frá 23 ymiskum londum kappaðust kappast um evropameistaraheitið. Luttakaratalið var hitt mesta nakrantíð. Áki reyk út úr bólkaspælinum eftir at hava tapt báðar sínar dystir. – Tað gekk ikki soleiðis
staðfesting av páhaldi mínum um, at Bústaðir skeikla marknaðin og minkar privata initiativið. Síðani endar Andrass Róin greinina - har hann hevur váttað mítt páhald fleiri ferð - við at kalla meg frekan og pínligan [...] hevði eg eina stutta viðmerking til aktuella kjakið um bústaðarneyðina í Føroyum, har boðskapur mín var, at almenna Bústaðir ger bústaðarneyðina verri við at skeikla marknaðin fyri leiguíbúðir. Kelda mín til [...] keyp av lendi, men heldur Róin "at privatar verkætlanir kunnu fáa somu treytir, sum Bústaðir hevur kempað seg til". Gaman í, og tað vildi verið eitt avgjørt framstig, um allar kommunurnar bjóðaðu privatum
ógyldugar. Men av restini atkvøddu 29 fiskimenn fyri at avtaka sóknarformenninar og 18 atkvøddu ímóti. – Eg haldi, at vánaliga valluttøkan ber boð um, at tíðin var farin frá hasari skipanini, sigur Jan Højgaard [...] dag. – Seinastu árini hevur tað heldur ikki eydnast at manna allar sóknarformanssessirnar og enn minni tiltaksfólkinu, so eg haldi, at avgerðin um at strika skipanina er røtt, leggur hann afturat. Nú skipanin [...] í søguna.Tann 31. januar næsta ár endar hettar sóknarformansskeiðið, og tá verða ongir nýggir formenn valdir. Limirnir í Fiskimannafelagnum hava nevniliga avgjørt, at strika skipanina við sóknarformonnum
sjálvan at hugsa um, sigur Hans um hesar báðar leiklutirnar. Lítil løn Tað er eingin loyna, at tað ikki er nakað væl lønt starv at vera sjónleikari. Tað er ikki fyri pengarnar, at føroyingar velja at spæla [...] skúlanum. Tað er ein stór styrki at hava eina holla útbúgving. Tú skalt hava grundarlagið í ordan, áðrenn tú kanst fara uppá pallin, sigur Hans. Hans sigur annars um skúlan, at honum longdist ómetaliga illa [...] árini hava verið góðar samanborið við tað, ið var frammanundan. Síðani vit fluttu inn, hava vit keypt ljós, stólar og annað, sum hoyrir til eini leikhús. Tað er lættari at hava síni egnu høli enn at leiga
Norðberg. Spennandi tiltak Í vár hevur verið ikki so lítið at hoyra um, at Klaksvíkar Róðrarfelag hevur tikið tað óvanliga stigið, at teir hava sett útlendskan venjara. Hetta er Stephan Mølvig, sum í nógv [...] og frá. Áhugin fyri at nýta rógvimaskinurnar eru stórur, og bátarnir hjá felagnum eru ofta at síggja á Vánni. Tey seinastu árini hava tað verið mest sum tey somu fólkini, sum hava sitið í nevndini, men [...] men nú hevur stór útskifting verið. Talan hevur ikki verið um nakra kollvelting. Heldur hevur tað snúð seg um at fáa fleiri at taka við ábyrgd. Gomlu stuðlarnir eru framvegis har, men nú er tað nýggj fólk
søgan fingið bein at ganga á, sum sigur, at tað er tí, at HB og hann ikki enn hava longt samstarvið eisini at fevna um 2022. Í morgin fer HB at spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti [...] Tað hevur ljóðað í nógvar vikur, at René Shaki Joensen í 2022 ikki fer at spæla við HB, og at hann fer at flyta til KÍ at spæla. Higartil í ár hevur hann verið 21 ferðir á HB liðnum, og tá ið hann einstakar [...] umboðsmenn, sum hava við feløg í bestu deildini í Ísrael at gera, hava spurt seg fyri. Um hetta verður til nakað, ella hvar eg annars fari at spæla, verður greitt eftir mánaðarskiftið, sigur 28 ára gamli René