Nú fer yvir 100 ára gamla skipanin hjá Fiskimannafelagnum við sóknarformonnum kring landið, í søguna.Tann 31. januar næsta ár endar hettar sóknarformansskeiðið, og tá verða ongir nýggir formenn valdir.
Limirnir í Fiskimannafelagnum hava nevniliga avgjørt, at strika skipanina við sóknarformonnum kring landið.
Síðani Fiskimannafelag varð stovnað í 1910, hevur tað verið skipað við sýsluformonnum kring landið. Teir hava verið seks í talið, og teir mynda nevndina saman við formanninum. Men felagið hevur eisini verið skipað við einari rúgvu av sóknarformonnum, og tiltaksmonnum, kring landið.
Hesa seinastu tíðina hava limirnir í Fiskimannafelagnum atkvøtt um málið – men áhugin at atkvøða var ómetaliga lítil.
Einir 650 fiskimenn høvdu atkvøðurætt, men av teimum atkvøddu bara 49 limir, og av teimum vóru tvær atkvøður ógyldugar. Men av restini atkvøddu 29 fiskimenn fyri at avtaka sóknarformenninar og 18 atkvøddu ímóti.
– Eg haldi, at vánaliga valluttøkan ber boð um, at tíðin var farin frá hasari skipanini, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum í eini fráboðan í dag.
– Seinastu árini hevur tað heldur ikki eydnast at manna allar sóknarformanssessirnar og enn minni tiltaksfólkinu, so eg haldi, at avgerðin um at strika skipanina er røtt, leggur hann afturat.
Nú skipanin fer í søguna hevur Fiskimannafelagið 42 sóknarformenn. Tvær sóknir eru púra ómannaðar, og í fleiri sóknum eru ongir ella ov fáir tiltakslimir.