Viðurskiftini millum Pidda og fyrrverandi konuna var turbulent, sum hon málbar seg í rættinum í morgun. Samskiftið var lítið teirra millum, og gekk mest umvegis móður hansara.
Tað er fyrrverandi kona Pidda, sum verður avhoyrd í rættinum ík dag, og hon hevur valt at hava Jógvan Bæk, sálarfrøðing, við sær í rættinum.
Hon greiddi frá, hvussu hon og ákærdi kroatin hittust. Tað var á Facebook at byrja við, men hann elti hana eisini í bili, og tað helt hon var rættiliga ótespiligt. Men tey møttust so, og hon gjørdist skotin í honum.
Hon greiddi frá, at hann hevði sagt sær, at hann hevði eini hús í Split við einum hjartafrormaðum svimjihyli, og at hann átti jørð har, sum hann ætlaði at selja. Peningurin skuldi koma teimum til góða.
Hon greiddi eisini frá, hvussu hann vildi hava børnini hjá Pidda og konuni at kalla seg fyri babba, men har mutaði hon ímóti og vísti á, at børnini høvdu ein pápa.
Einaferð í august hoyrir kona Pidda, at eini hús á Mýravegi møguliga verða til sølu, samstundis sum Piddi og konan togast um felags húsini á Gerðisvegi.
Hon tosar við ákærda um hesi húsini, og hann líkasum yvirtekur málið.
Sambært vitninum billar hann henni inn, at stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, onkusvegna er í familju við tey, sum eiga húsini á Mýravegi, og at tað er gjøgnum Regin, at hann fær húsini. Ákærdi fortelur eisini unnustuni, at hann hevur verið í bankanum, og at eitt lán er fingið til vega. Hann sigur seg hava gjørt avtalu við Regin Jacobsen, um at draga eina fasta upphædd av lønini at gjalda lánið aftur við.
Fekk lykil til húsini
Ákærdi kroatin hevði einaferð keypt eitt sera flott og dýrt ur, og tað skuldi vera ein gáva til Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Hetta urið hevði hann víst unnustuni, og hendan gávan skuldi gevast sum ein tøkk fyri, at handilin við húsunum á Mýravegi var komin undir land.
Men sambært unnustuni vildi Regin Jacobsen ikki taka ímóti hesum urinum, og seinni skuldi tað eisini vísa seg, at handilin við húsunum á Mýravegi var farin í vaski.
So nógv trúði unnustan upp á, at hesi húsinik skuldu gerast teirra, at tey bæði vóru í Havn at bíleggja møblar til húsini. Í Pier bíløgdu tey fyri einar 30.000 krónur, og møblar og sengur til børnini vórðu bíløgd í Skemmuni fyri einar 10.000 krónur.
Hesir ordrar vóru skrivaðir í navninum á ákærda og við bústaði á Mýravegi 17.
Tað kom eisini hartil, at ákærdi segði seg hava fingið lykil til húsini á Mýravegi, og ein ávísan dag skuldi unnustan so fáa lykilin og fara inn ú húsini at hyggja.
Sakførarin, ið ákærdi segði skuldi koma fram við við lyklinum, kom ikki fram, men so fekk unnustan ein lykil frá ákærda.
Hesin lykilin vísti seg tó ikki at passa í nakað av lásunum, hvørki í høvuðsdyrnar ella tær báðar kjallaradyrnar.
So tað var ein snópin unnusta, sum mátti fara avstað sum av torvheiðum.
Nú bar ákæsdi seg so undan við, at ein ávísur sonur hjá teimum, ið áttu húsini, hevði lagt seg í vegin, og tað var tí, at handilin var farin fyri bakka.
Gerðisvegur aktuellur
Tá nú húsini á Mýravegi ikki longur eru ein møguleiki, verða eyguni vend móti húsunum á Gerðisvegi, sum enn liggja í skiftinum.
Fyrrverandi kona Pidda hevði fingið í boði at fáa 115.000 krónur fyri at lata hennara part av húsunum til Pidda, men hesum tekur hon ikki av. Í staðin bjóðar hon Pidda sama tilboð.
Eisini hendan handilin tekur ákærdi úr honsunum á heni so at siga, og hann billar henni inn, at hann og sakførari hansara hava fingið handilin í lag, og at Piddi skal vera úti úr húsunum 1. november.
Men tá 1. november kemur, er Piddi framvegis í húsunum.
Hon hevði annars skilt á lagnum, at Piddi flutti út um miðdagin 1. november, og at hann skuldi flyta til Fuglafjarðar.
Men um 19.00-tíðina koyrir unnustan fram við húsunum og sær, at har framvegis er ljós inni. Ákærdi hevði annars sagt, at um Piddi ikki var úti 1. november, skuldi politiið tveita hann út.
Hann bilti eisini unnustuni inn, at Piddi var komin inn í húsini aftur við at bróta ein rút, men hetta kundi hon við egnum eygum sanna, at so var ikki. Heldur ikki var lásið skift, sum ákærdi annars hevði sagt henni.
Svav heima
Ákærdi hevði eisini sagt unnustuni, at hann skuldi hittast við Pidda hendan hósdagin, 3. november. Báðir skuldu hava hvør sín sakførara við eins og »Big Boss« eisini skuldi taka lut í hesum fundinum.
Big Boss fataði unnustan soleiðis, at talan var um onkran høgtstandandi persón frá skiftirættinum.
Hon avsannaði, at hon hevði verið í húsunum hendan fríggjadagin og segði, at hon fyrstu ferð var inni í húsunum leygarmorgunin. Hon greiddi frá, at ákærdi segði seg skula taka tað ringasta upp fríggjadagin, og at hann somuleiðis skuldi umvæla oljufýringina hendan dagin.
Ákærdi hevur annars greitt frá, at hann brúkti meginpartin av leygardegnum at umvæla oljufýringina.
Somuleiðis kom fram fyrrapartin, at ákærdi ikki svav í húsunum hjá unnustuni, men svav heima hjá sær sjálvum. Hetta høvdu dótturin og unnustan tosað um eftir, at ákærdi var handtikin.
Tað kom somuleiðis fram, at ákærdi ikki hevði grett eitt orð um, at Skodabilurin var stolin hesa fríggjanáttina.
Avhoyringin av unnustuni, sum í rættinum í morgun staðfesti, at tey bæði ikki eru par longur, heldur fram seinnapartin.










