Áhugin fyri sjónleikinum drívur verkið

Hans Tórgarð hevur verið yrkissjónleikari í eini tíggju ár, og hann hevur tikið prógv sum magistari innan sjónleik. Tað var meira av tilvild, at hann endaði í hesum yrkinum, men nú er tað vorðið hansara lívsstarv.

- Hetta er eitt ótrygt livibreyð, tí sum sjónleikari í Føroyum kanst tú missa starvið, nær tað skal vera, sigur Hans Tórgarð

 

Samrøða


Níggju fólk í Føroyum liva av at spæla sjónleik. Tey eru øll limir í leikbólkinum Grímu, sum varð stovnaður í 1977. Hans Tórgarð er ein teirra, og hann hevur verið ein av okkara fremstu sjónleikarum seinastu árini.

Hann fekk møguleikan at gerast limur í einasta leikbólkinum í landinum fyri tíggju árum síðani í 1991, og síðani hevur hann spælt sjónleik burturav. Men tað var tó av tilvild, at Hans gjørdist sjónleikari.

- At byrja við var tað meira fyri at royna sjónleikayrkið í eina tíð. Eg hevði møguleikan og tók hann. Eg hevði tá ongar ítøkiligar ætlanir um at gerast sjónleikari, sigur Hans Tórgarð, sum tó varð so bitin av hesum yrkinum, at hann varð hangandi í tíggju ár, og her verður hann væntandi nøkur ár afturat.


Á skúla í Finnlandi

Eftir nøkur ár sum sjónleikari í Grímu vildi Hans Tórgarð víðari innan hetta yrkið. Hann vildi mennast sum sjónleikari og fór tí í 1995 á sjónleikarskúlan Teaterhögskolan í høvuðsstaðnum í Finnlandi, Helsinki. Tá hevði hann gjørt av at vera sjónleikari burturav. Frammanundan hevði hann tikið HF-prógv í Hoydølum.

Hans, sum í dag er 32 ára gamal, varð liðugur við útbúgvingina fyri tveimum árum síðani í 1999, tá tann gjørdist magistari í sjónleiki sum tann einasti í Føroyum. Síðani hevur hann frøtt áskoðarar í Føroyum við sínum framúr góða sjónleiki.

- Eg mentist á øllum økjum sum sjónleikari, meðan eg var á skúlanum. Tað er ein stór styrki at hava eina holla útbúgving. Tú skalt hava grundarlagið í ordan, áðrenn tú kanst fara uppá pallin, sigur Hans.

Hans sigur annars um skúlan, at honum longdist ómetaliga illa heim, meðan hann var har, millum annað tí hann gjørdist pápi, meðan hann var staddur har yvir, og tí var tað eisini ein torført tíð persónliga.

- Á skúlanum lærdi tú alt frá grundini, so at grundarlagið er lagt. Hetta er ein altjóða viðurkendur skúli, har tú nemur við øll øki innan sjónleikin. Sjálvt tað at standa á pallinum er ein lítil partur av útbúgvingini, sigur Hans Tórgarð. Skúlin endaði so við eini størri ritgerð.

- Professionelt sæð var tað ómetaliga gevandi at vera á hesum skúlanum, har tú lærdi eina rúgvu. Menniskjaliga var tað hinvegin ræðuliga strævið, tí tað er so einsligt, og eg lærdi heldur ongantíð tað finska málið, sigur Hans um tíðina á skúlanum.

Orkudepilin

Orkudepilin innan føroyskan sjónleik er á gamla Meiarínum. Her hevur leikbólkurin Gríma hildið til seinastu trý árini, síðan tey fluttu inn í 1998.

Hetta hevur verið ein ígongdsetari hjá sjónleikinum sum heild í Føroyum. At einasti yrkisbólkurin fekk ein fastan heimstað, har tey kundu venja og hava sýningar, var eitt rættiligt frambrot, og tað fegnast leikararnir stórliga um.

- Vit hava spakuliga bygt nakað upp á Meiarínum, og umstøðurnar seinastu árini hava verið góðar samanborið við tað, ið var frammanundan. Síðani vit fluttu inn, hava vit keypt ljós, stólar og annað, sum hoyrir til eini leikhús. Tað er lættari at hava síni egnu høli enn at leiga ymsa staðni í býnum. Hetta ger arbeiði meira støðugt, sigur Hans.

Gríma hevur eisini verið nógv virknari enn áður, síðan leikararnir fingu eini høli til virksemið. Leikirnir hava verið tættir í hesum tíðarskeiðinum. Síðan Gríma flutti inn hava tey spælt níggju leikir á Meiarínum.

Tann fyrsti var Vitavørðurin, ið hevði frumsýning á vári í 1999, síðani komu Óndskapurin, Eitt ross og annað, Móðir sjeystjørna, Hurlivasi á Meiarínum, Krypilin frá Ynis Man, Eitur nakað land weekend, barnaleikurin Gátuføra gívurin og seinasti leikurin er skemtileikurin ella farsan Fótur í hosu. Harumframt hava fleiri konsertir og aðrar smærri framførslur verið á Meiarínum, sum eisini kann kallast ein mentanardepil í høvuðsstaðnum.

Hans Tórgarð heldur avgjørt, at tað er tørvur á einum leikhúsi í Føroyum, og at tað vantaði frammanundan. Hann leggur dent á, at nógv fólk vitjar húsið, tá leikir eru á skránni. Tað hevur heldur ikki verið neyðugt at reklamera fyri húsinum, tí áskoðararnir funnu tað beinanvegin.

- Vit eru sjálvsagt ómetaliga errin av at hava bygt upp eitt slíkt leikhús her í Havnini, sigur Hans.

Ein stóran part av hesum uppbyggjandi arbeiði hava Eyðun Johannessen, sum er leikhússtjóri, og Jenny Petersen, sum er fyrisitingarleiðari, gjørt. Tey bæði taka sær av tí praktiska, so leikararnir sleppa at hugsa um sjónleikin fyrst og fremst.

Stúrni

Leikararnir stúra tó fyri framtíðini. Tað ganga tíðindi um, at sjónleikurin ikki hevur fingið eins stóra játtan sum undanfarin ár, og Hans Tórgarð saknar samanhang í arbeiðnum frá myndugleikunum.

- Vit hava møtt stórari vælvild frá myndugleikunum seinastu árini, og Tórbjørn Jacobsen gjørdi eitt stórt arbeiði fyri sjónleikin. Tað tykist sum teir ymsu landsstýrismenninir við mentamálum ikki fylgja arbeiðnum hjá tí fráfarna upp, sigur Hans Tórgarð, sum saknar støðugari stýring innan sjónleikin frá myndugleikunum.

Síðan henda samrøðan er gjørd, hevur sjónleikurin í Føroyum fingið eitt stórt herðaklapp. Tað var tá hann fekk báðar tvær peningagávurnar frá Mentanargrunni Landsins á samkomu í Norðurlandahúsinum mánadagin í hesi vikuni. Hetta er kanska ein ábending um, at sjónleikurin kortini er á dagsskránni hjá myndugleikunum.

Eyðun Johannessen fekk mentanarvirðisløn landsins fyri at hava verið leiklistarligur undangongumaður við ómetaligari megi. Fuglafjarðar Sjónleikarafelag fekk heiðursgávu landsins, og tað er serliga fyri at hava sett á stovn mentanarhúsið í bygdini.

Víst varð á, at hesar virðislønir vóru úrslit av einum felags átaki hjá yrkis- og áhugasjónleikarum í Føroyum. Hetta sigur okkum, at sjónleikurin hevur tikið seg nógv fram seinastu árini, og Hans Tórgarð hevur verið partur av hesi framgongd.

Einmansleikir

eru strævnir

Hans Tórgarð hevur spælt nógvar ymiskar leiklutir. Hann heldur, at einmansleikir eru ómetaliga strævnir at koma ígjøgnum.

Tú hevur bara teg sjálvan at dúva uppá. Har er eingin, ið kann hjálpa tær burturúr nøkrum. Eisini vil eg siga, at tað var torført at spæla Krypilin av Ynis Man, har eg hevði eitt kropsligt brek, sigur Hans, ið tvær ferðir hevur spælt einmansleik. Teir vóru Óndskapurin og Lívstráð.

Nýggjasti leikurin hjá Grímu er Fótur í hosu. Hetta er ein skemtileikur ella ein farsa, sum tað eisini verður nevnt. Í hesum leikinum er Hans Tórgarð ikki á pallinum, men hann leikstjórnar. Hans hevur eisini skrivað leikin saman við systur síni, Súsonnu.

Hetta er fyrstu ferð, at Hans stendur við ábyrgdini handan leiktjaldið. Hetta er ein nýggj avbjóðing, og hann heldur munin vera, at sum leikstjóri hevur tú størri ábyrgd.

- Tú hevur ábyrgdina fyri øllum leikinum, tá tú ert leikstjóri, men sum leikari hevur tú næstan bara teg sjálvan at hugsa um, sigur Hans um hesar báðar leiklutirnar.

Lítil løn

Tað er eingin loyna, at tað ikki er nakað væl lønt starv at vera sjónleikari. Tað er ikki fyri pengarnar, at føroyingar velja at spæla sjónleik.

- Hví skal man endiliga vinna nógvan pening, er svarið, tá Hans verður spurdur nærri um tað peningaliga í sjónleikinum.

- Eg vil gera tað, sum eg dugi til og havi áhuga fyri, ordiliga, og so fáa minni burturúr peningaliga heldur enn at gera okkurt, sum eg ikki tími og dugi bara fyri pengarnar, sigur Hans.

Hann leggur afturat, at tú sjálvsagt skalt hava stóran áhuga fyri sjónleiki, um tú skalt liva av hesum. Tað er áhugin fyri sjónleikinum, ið drívur verkið.

Um tú skalt vera sjónleikari í Føroyum skalt tú bara vera tilreiðar at missa starvið nær tað skal vera, tí hetta er eitt ótrygt livibreyð, sigur Hans.