spurningurin, um tað fór at verða soleiðis, sum tað ofta hevur verið, og tað vil siga, at Pál fór at dragna, sum tíðin leið. Men soleiðis tørnaði tað als ikki út. Tá ið umleið hálvur teinurin var svomin [...] úrslit, sum Pál Joensen megnaði í 800 metra frí kappingini. Pál var fyrstur á mál, og hann setti norðurlendskt og harvið føroyskt met, og hann setti nógvar av teimum, sum hann eftir øllum at døma fer [...] fer at kappast við í OL kappingini í London í summar, so rudduliga upp á pláss. Úrslitið og ikki minst mátin, sum Pál nýtti at røkka úrslitinum, hava í vikuskiftinum vakt ans kring allan heim! Tíðin hjá
Sæð í ljósinum av, at ÍF ígjøgnum alla landskappinga ongan dyst hevur tapt, men vunnið allar 18, samstundis sum bara fimm sett eru tapt, so settúrtøkan var 54-5, var einki at siga til, at mansliðið úr Fuglafirði [...] sannførandi at vinna 25-13 og 25-17. Og so var føroyameistaraheitið klárt at leggja aftur at steypasigrinum hálvan februar, so fuglfirðingar kundu nú frøast um, at greipan var komin til høldar. Sum nevnt [...] setti ÍF enn eitt sett til, og hesa ferð var tað fyrsta sett, sum sørvingar vunnu. At fyrsta sett endaði við sigri til SÍ, 25-23, var einki at siga til, tí ÍF gjørdi sær sjálvum uppgávuna øgiliga torføra
kendur bara fyri at vera kendur. Men tá fólk rópa á okkum á gøtuni, og siga, at okkara tónleikur er feitur, tá er tað gott. Ella tá fólk koma yvir til okkum og siga, at tey hava nýtt onkran av okkara sangum [...] øllum førum, at vit drukku alt ov nógv sunnukvøldið, og mánamorgunin endaði eg á einum studentaskúla; onkrum studentaskúla, sum lá tætt við hotellið. Har slapp eg at taka ein tíma og slapp at undirvísa einum [...] soleiðis at vit sleppa at spæla hósdagin 6. august. So tað er perfekt, og nú gleða vit okkum veruliga at sleppa upp til Føroya og bara vera har í eitt døgn ella so, slappa av, og síggja tey aftur, sum vit kenna
okkara sjálvur táttin upp, sum ungur og óroyndur á umráðnum. Sum tað er sagt so mangan, so hevur tað altíð fallið honum lætt at fáast við menniskju, so hendan uppgávan at skipa ferðalag til Ísrael hevur [...] behøvist at óttast fyri at hesar ferðir detta niðurfyri, tí m.a. hevur Marner sera stóran áhuga í Ísrael, og hevur hann verið sera góð hjálp hjá babba á fleiri ferðum. Ein kann nokk siga at ferðleiðari [...] eru glað at fáa vitjan, og hava tey tað best við at kunna gleða onnur. Tað hevur ikki verið óvanligt at babba og mamma bjóða ferðafólkum á gátt í heimi teirra. Tað er meiri enn so hent seg, at babba er
hvussu eg royni at hugsa, at hesi djór eisini hava rætt í skapanarverkinum, so vendist í búkinum, tá ið eg hugsi um tey. Kanska onkur terapeutur fer at broyta hetta í framtíðini. At mær ikki dámar júst [...] miðskeiðis millum Ísland og Skotland, eitt fáment oyggjaland, sum næstan ongin í Singapore veit um at siga. Her eru fá fólk at síggja. Onkur ung ganga hond í hond. Tey hava verið í býnum, eru forelskaði [...] fortaptan, sum fyrstu dagarnar til arbeiðis í Singapore, sigur høvundurin, sum fór út í heim at arbeiða fyri donsku sjómanskirkjuna, útsendur av føroysku sjómanskirkjuni. - Alt var nýtt. Sjálvt tað at keypa
fonn. Marianna helt, at frægast mátti vera at fara til gongu omanaftur til Lopra at siga frá og at fáa hjálp. Men tað mælti hin heimahjálpin frá, tí hon helt at tað var frægast at bíða í bilinum eftir [...] á við stormi og so herviligum kavaroki, at tað var skjótt, at eg bleiv greið yvir, at her bleiv ein galin endi, tí sum líkindi vóru, kom tað ikki at henda seg, at vann upp hús. Breyt inn í bilin Men Marianna [...] so illa fyri, sum ein skuldi trúð, tó at hon var óluksáliga køld. Tó vil hon siga, at tað var í síðstu løtu, at hon fann jeepin hjá landsverkfrøðinginum. Eg var so mikið illa fyri, at tað var ikki hugsingur
vnin IAEA, sum Hans Blix sum aðalstjóri stjórnaði frá 1981 til 1997, men lítil vilji hevur verið at at geva stovninum góðar arbeiðsumstøður. Blix vísti á at londini, hóast semju um ikki at spjaða kjarnorkuvápn [...] Formligu kjarnorkulondini hava jú tikið síni vápn burtur, og tað er sera torført at halda fast um at onkur lond kunnu siga, at vit kunnu, men tit mugu ikki. Hvør kann hava? Altjóða er samstarv umvegis ST [...] av Bush stjórnini í USA. Iran Blix vísir á, at tað nú er neyðugt at loysa trupulleikan í Iran, men at Iran er torført at tosa við. Tað kemur millum annað av at Ísrael, India og Pakistan hava kjarnorkuvápn
somu boð: tíðindaskriv fer at koma frá Oljumálastýrinum, tá nakað er at frætta. Lat okkum so hyggja eitt sindur nærri at støðuni í løtuni og tengja tað uppí, sum vit hava roynt at uppspurt hjá keldum eitt [...] av hesum kann tykjast sum gitingar, men keldurnar blaðið hevur tosað við halda tað ikki vera ósannlíkt, at hetta kann vera støðan, og at tað ikki er óhugsandi, at tað ?okkurt?, sum Amerada Hess hevur funnið [...] Møguliga er tað henda spurningin, sum Amerada Hess nú roynir at fáa svaraðan. Av tí at tað ikki verður testað í brunninum kann hugsast, at man á annan hátt vil royna at finna svar. Kjarnuroyndir eru tiknar
tekningum, sum tey vilja hava meg at tatovera. - Hvør er løgnasta tatovering, sum tú hevur gjørt, meðan tú hevur verið her í Føroyum? - Tað er trupult at siga, men allarhelst er tað hendan daman, sum vendir [...] Ójavnt hvussu nógv er at gera Sum við so nógvum øðrum vinnum, so er tað ógvuliga ójavnt, hvussu nógv ein tatovørur hevur at gera tær ymsu ársins tíðir. Dann Haick sigur, at mest er at gera um veturin, og [...] tað fyri myndir, sum føroyingar vilja hava tatoveraðar á sín kropp? - Tað, sum eg havi tatoverað mest her í Føroyum, er armbond. Eisini havi eg tatoverað nógvar blómur. Onkur einkultur, sum til dømis Johan
við, at kommunan leigar hetta hølið út til eitt virki, sum hevur vinning fyri eyga, serliga tá hugsað verður um, at kommunan noktar at leiga hølið út til dans til tey ungu undir átjan ár. Haraftur at vísa [...] Joensen, sum rekur Netkafé-ina, sigur at ætlanin er ikki, at kafé-in skal verða eitt stað, sum tey ungu skulu savnast inni í. Tað var ein trupulleiki, har kafé-in helt til áður. Eisini kom tað fyri, at onkur [...] verður knívskorið, um onkur ikki dugir at uppføra seg, heldur Allan fram. Upp á spurningin um prísin, svarar Allan, at tað fer at kosta 35 krónur um tíman. Orsøkin til tað er, at internetsambandið er so