VB VENJARI
Eftir at útlendingar í fleiri ár hava verið venjarar, hava teir í VB lagt á annan bógv. Eftir sera soltna kappingarárið, har pólverjin Predrag Zivkovic var spælandi venjari, verður næsta ár ein vágbingur venjari. Tað veit VB heimasíðan at siga. Talan er um Hans Nielsen, sum er lærari og føddur og uppvaksin í Vági. Setningurin hjá honum verður at fáa VB burtur úr botnstríðnum, sum VB var partur av størsta partin av hesum kappingarárinum. Hans er fyrsti lokali venjarin hjá VB síðani í 1993, tá ið Egill Steintórsson og Páll Augustinussen høvdu ábyrgdina.
Úr Vági verður sagt, at enn eru viðurskiftini viðvíkjandi spælarum ikki komin heilt upp á pláss. Nógvu tey seinastu árini hava fleiri útlendingar verið í Vági og spælt fótbólt. Tað kann væl vera, at onkur fremmandur spælari eisini fer at vera í VB næsta ár. Men tað er ikki óhugsandi, at fleiri ungir spælarar fara at fáa møguleikan. Hesi seinastu árini hevur tað hilnast stak væl hjá VB. Bæði í dreingjadeildini og í unglingadeildini.
Hans Nielsen, sum er 40 ára gamalur, tók læraraprógv í 1987. Fyrsta árið var hann lærari í Runavík og síðani í Eysturskúlanum í mong ár, áðrenn hann flutti suður aftur til Suðuroyar at búgva. Meðan hann var í høvuðsstaðnum, tók hann lut í venjaraútbúgvingunum hjá FSF, og hann var venjari í yngru deildunum í B36.
Í fjør var Hans Nielsen hjálparvenjari hjá VB í 1. deild. Fyrra partin av árinum var Dragan Kovacevic venjari. Eftir at hann var uppsagdur, hevði Marek Vierzbicki ábyrgdina, og tá var tað, at Hans Nielsen var hjálparvenjari. Hans spældi í síni tíð á besta liðnum í Vági, men hann hevur ikki spælt saman við nøkrum av teimum, sum í ár vóru við til at manna liðið hjá VB.
Nógvu útlendingarnar
Í Vági hava teir nógvu tey seinastu árini havt útlendskar venjarar. Omanfyri eru Predrag Zivkovic, Marek Vierzbicki og Dragan Kovacevic nevndir. Í 2001 og í 2000, tá ið VB vann fyrsta og higartil einasta FM heitið, og í 1999 var Krystof Popczynski venjari. Hann tók við longu eftir 9. umfarið í 1998, tá ið jugoslaviski Milan Milanovic fór úr starvinum. Milan Milanovic hevði eisini ábyrgdina í 1997.
Í 1996 var Tomislav Sivic venjari hjá VB. Árið eftir flutti hann til Havnar, har tað eydnaðist honum at vinna fyrsta FM heitið til B36 í 35 ár.
Í 1995 høvdu vágbingar lið í bestu deildini saman við sumbingum. Bjarne Hansen úr Danmark hevði ábyrgdina av Sumba/VB, og tá ið VB í 1994 vann 2. deild var danski Peder V. Pedersen venjari. Í 1993, 1992 og í 1991 var talan um lokalar venjarar. Í 1993 høvdu Egill Steintórsson og Páll Augustinussen ábyrgdina, og í 1992 og í 1991 var Jóannes Jakobsen spælandi venjari í Vági.










