(1/5) Eru vit líka glað ella líkaglað? - Sálarsjúk

Sosialistisk Ung vilja vera røddin hjá minnilutabólkum í Føroyum. Teimum, ið vit meina ikki hava eins góð rættindi, sum meirlutin í samfelagnum. Tí spyrja vit við hesi greinarøð ”Hvør ert tú?” ”Hvussu hevur tú tað í Føroyum?” og ”Hvat skal til fyri at tú trívist í landinum?”. Í fyrsta parti vilja vit vísa á umstøðurnar hjá einum sálarsjúkum í Føroyum.

Hann veit, hvat tað vil siga at verða innlagdur ferð eftir ferð á psykiatrisku deild. Hann hevur upplivað at verða blakaður úr íbúðini á miðjari nátt. Hann veit, hvussu tað kennist, at kenna seg einsamallan og vónleysan, hvussu tungt tað er at vera í hondunum á almennu skipanunum í Føroyum, og hvussu trupult tað er ikki at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Í fleiri ár hevur hann sæð seg sjálvan sum ein mann uttan framtíð, og tí hevur hann tikið avgerð um at flyta til Danmarkar, har hann sær møguleikar at byrja av nýggjum.

Sosialistisk Ung hava hitt Tórhall. Hann er vinarligur, fyrikomandi og fúsur at siga sína søgu. Tórhallur Niclasen er 38 ára gamal. Umframt at vera útlærdur bilmekanikari hevur hann lisið eitt nú spanskt í Venezuela og mál og mentan í Onglandi. Eisini hevur hann eitt tíðarskeið lisið í USA.

Onkur vildi sagt, at Tórhallur livdi eitt vanligt lív. Hann hevði arbeiði, konu, hús og børn. Men síðani broyttist alt. Tórhallur bleiv arbeiðsleysur, misti húsini, konuna og børnini og varð innlagdur á psykiatrisku deild við álvarsligum tunglyndi.

Tórhallur greiðir frá, hvussu trupul tey seinastu árini hava verið, sum sálarsjúkur í Føroyum. Hvussu trupult tað er at fáa bústað, vart starv og hvussu fá og avmarkað tilboðini til sálarsjúk eru í Føroyum. Hann er púra avgjørdur; tað letur seg ikki gera at verða búgvandi í Føroyum undir verandi umstøðum.

Í dag gongur Tórhallur millum annað í Fjálva, ið er eitt felagshús fyri sálarsjúk í Havn, og sum hann sjálvur sigur, er tað eitt sera gott stað at koma. Tó meinar hann, at tað átti at verið meira opið, serliga út á kvøldarnar, tí tað er tá, at einsemi og ótti serliga ger um seg hjá teimum, ið eru sálarsjúk. Tórhallur gongur í Lívdini, og metur hann, at tey, ið ikki koma aðrastaðni enn í Fjálva, hava ov fá tilboð.

Spurdur um, hvat Tórhallur meinar er trupulleikin í Føroyum, og hvat hann vildi ynskt at vit gjørdu betur, svarar hann, at fyri hann er Almannastovan stóri syndabukkurin. Tað tekur ov langa tíð, frá ein trupulleiki spyrst, til hann verður tikin upp. Eisini er tað ein stórur trupulleiki, at málsviðgerarnir verða skiftir ov ofta út, og tí ikki hava møguleika at seta seg inn í umstøðurnar hjá tí sálarsjúka, sum ger, at ein er noyddur at greiða frá síni støðu ferð eftir ferð. Harafturat heldur Tórhallur avgjørt, at tað áttu at verið íbúðir í miðstaðarøkinum fyri sálarsjúk, soleiðis at tey, ið eru sálarsjúk, kundu havt gleði av hvørjum øðrum, umframt at hjálp var knýtt at bústaðnum.

Vit í Sosialistisk Ung ynskja fyrst og fremst, at Tórhallur, og onnur í hansara støðu, skulu kunna trívast í Føroyum. Sjálvsagt skulu tey, sum mann vendir sær til á Almannastovuni, vera skikkað. Hetta gera vit t.d. við at veita eftirútbúgving. Vit eiga at fáa bústaðir, ið eru ætlaðir hesum bólki, soleiðis at tað er hjálp at heinta í nærumhvørvinum, og soleiðis at tey ikki nýtast at búgva í vánaligum bústøðum og kunnu verða blakað út á miðjari nátt.

SU heldur, at vit áttu at havt nógv fleiri vard størv runt landið. Tað almenna átti tí at gingið á odda, hvat vardum størvum viðvíkir. Fyri at tryggja øllum eitt trygt, gott og mennandi starv, kundi tað verði skipað fyri upplýsandi skeiði fyri ábyrgdarhavaran, umframt, at ein samsýning varð latin tí, ið valdi at taka eina slíka uppgávu uppá seg.

Samanumtikið meina vit, at vit eiga at fáa vardar bústaðir til sálarsjúk. Tænastan á Almannastovuni skal betrast, og málini skulu ganga skjótari. Vit skulu hava meiningarfull og vælskipað vard størv at bjóða, og vit skulu fáa fleiri sosial tilboð runt landið.

Vit skulu vera líka glað og ikki líkaglað

Í næsta parti vísa vit á umstøðurnar hjá einum støkum uppihaldara í Føroyum.