seinasta mikudag, og har vóru fýra vitnir avhoyrd. Fyrst og fremst handilsmaðurin, ið stóð sum einasti ábyrgdarhavari av fyritøkuni – inntil hann fór av knóranum miðskeiðis í 90-unum, og fyritøkan varð [...] mammuni í peningastovni, og síðani fluttir á konto hjá handlinum. Hesar gávurnar strektu seg yvir eitt longri áramál, og nakað, sum vakti serligan áhuga hjá bæði skattavaldi og ákæruvaldið, var, at bru [...] meðan hann undan 1998 hevði ligið millum 25% og 30%. Og tað tulkaði ákæruvaldið soleiðis, at peningurin varð tikin úr fyritøkuni uttan um vanligu skipanina og goldin inn á kontoina hjá handlinum sum gáva
ferðafólk skilafólk og halda seg til gøtur og ávístar leiðir, men so finnast nøkur sum als ikki hava vit og skil fyri at ganga í náttúruni. Fara í fjøllini og koma í óføri, so bæði tyrlur og nógv bjargingarmanning [...] Føroyum og sæð ta fantastisku menning, ið hon hevur upplivað hesa tíð. Fyrst sum parttíðar ferðaleiðari, seinni sum fulltíðarstarv tá tað loksins bar til og farnu trý árini sum dagligur leiðari og seinni [...] seinni stjóri í ferðaskrivstovu, ið skipar útferðir kring landið og veitir bussar, bussførarar og ferðaleiðarar til alt fleiri bólkar og einstaklingar. Gjøgnum hesi ár hava vit havt eitt fyrimyndarligt samstarv
------- Tað tykist sum Skálafjarðartunnilin er og verður eitt politiskt stríðsmál. Sum ein av mongum við tørvi at ferðast millum Eysturoy og Høvuðsstaðin, og sum ein av stigtakarunum til verkætlanina, loyvi [...] ferðasambandið millum Argir og Hoyvík fyri at leiða ferðsluna av Argjum norður eftir oyggjarvegnum, oman í Kollfjarðardal og suður aftur eftir Kallbaksvegnum til Hoyvíkar – og øvugt. Hesin umvegur vildi [...] tvungið meg til tey seinastu nógvu árini, og sum longu hevur kostað mær og landinum almikið. Um tað er rætt, sum verður ført fram, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin samanlagt kunnu gerast í almennum
Tað tykist sum Skálafjarðartunnilin er og verður eitt politiskt stríðsmál. Sum ein av mongum við tørvi at ferðast millum Eysturoy og Høvuðsstaðin, og sum ein av stigtakarunum til verkætlanina, loyvi eg [...] ferðasambandið millum Argir og Hoyvík fyri at leiða ferðsluna av Argjum norður eftir oyggjarvegnum, oman í Kollfjarðardal og suður aftur eftir Kallbaksvegnum til Hoyvíkar – og øvugt. Hesin umvegur vildi [...] tvungið meg til tey seinastu nógvu árini, og sum longu hevur kostað mær og landinum almikið. Um tað er rætt, sum verður ført fram, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin samanlagt kunnu gerast í almennum
nakað verður av útróðri miðskeiðis í vikuni og síðst í vikuni sum kemur. - Bátarnir við línu fáa mest av toski og hýsu, og bátarnir við snellu fáa mest av toski og so eitt sindur av upsa, siga tey á Fiskamarknaði [...] er til fiskiskap og kemur inn at landa í vikuni sum kemur. Skipið hevur mest av hýsu og toski. - Fýra frystilínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi, eitt er í Eysturgrønlandi, og fýra fiska í føroyskum [...] frystilínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. - Streymurin er góður, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður helst eitt sindur ivasamt fyrst í vikuni, men verður betri seinni í vikuni
veikir og vánaligir kærumøguleikar, har jarðareigarar missa bæði ognar- og ræðisrætt, og sína rættartrygd. 3. OGNARTØKA AV ØLLUM TILFEINGI Sambært lógaruppskotinum fer løgtingið at geva tí til eina og hvørja [...] "mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki ". Og hesi atlit hava hinvegin einki við náttúruvernd at gera. 1. HVØRMANSRÆTTURIN INN GJØGNUM BAKDYRNAR Parturin ið snýr seg um náttúrvernd og burðardygt virksemi [...] grundlógini. Og skulu vit nýta høvið at gera vart við, at vit bæði sum felag og sum einstaklingar, eru fyrireikaði til at stevna eina og hvørja ognartøku, allan vegin til hægstarætt. Tilverurætturin hjá
gott, og tí kunnu vit ikki bara lata standa til. Vit síggja, at fólk detta niðurímillum í samfelagsins skuggasíðu, har vit finna ung sálarsjúk, fólk við ongum bústaði og so framvegis. Tað er fyrst og fremst [...] Vilja og velja rætt Ein av týdningarmestu uppgávum okkara er at skapa og halda tey viðurskifti, ið gera tað liviligt og skapa trivnað hjá fólki, har tey eru. Vit eiga at viðlíkahalda bygningar og umstøður [...] til, og tí eiga vit ongantíð at gloyma, at vit skulu lurta eftir borgarunum og møta fólki í eygnahædd. Vit skulu hava eitt býráð fyri borgaran. Politikkur snýr seg um at vilja, og tí er tað so umráðandi
sjóvarmálanum, og verða beinini síðani heft, sum teir nevna tað. Jolluna hava teir drigið á land, og tað er tí høgligt hjá teimum at leggja tríggjar og tríggjar seyðir í bátin hvørja ferð, nú seyður og menn skulu [...] kanska trýstu hana ov stutt út fyrstu ferðina, og góvu henni tí eitt skump aftrat. Og tað var júst tá, at tað fjórða og óvæntaða óløgið kom. Báturin holvdist og síðani er ilt at siga, hvat so hendi. Tórður [...] hitan í lugarinum for frá, soleiðis at Tórður og hinir menninir kundu hita seg, nú teir komu at borði aftur. Glaðir og við tøkk í hjarta og við øllum monnum og øllum seyðinum umborð sigldu teir nú suðuraftur
nakað sum helst motiv liggur aftan fyri álopið, og tí er tað so umráðand, at málið verður uppklárað, og vit finna brotsmenninar. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey gjarna vil hoyra frá [...] lyktir eru framvið sjósíðuni og omanfyri parkeringsplássið, men ikki á sjálvum parkeringsplássinum. Maðurin, sum kemur gangandi, hyggur niður fyri føturnar á sær, meðan hann gongur og ánar ikki, at nakar vandi [...] Hann verður slongdur móti einum bili og dettur niður á asfaltið, har hann verður sparkaður. Vaktleiðarin sigur, at tá maðurin rópar eftir hjálp, rýma ungu menninir, og tá álopni maðurin kemur aftur á føtur
hjálparstøðunum umborð og hon skal hava eftirlit við matinum og við útgerð í tí sambandi. At alt lýkur treytir til góða trygd og heilsu. Anna Maria hevur júst verið á skeiði í Aberdeen og fór umborð aftur [...] boripallum og boriskipum. Tað er uppaftur meira sjáldsamt, at føroyskar kvinnur eru at finna í slíkum arbeiði úti til havs. Men undantøk eru. Og eitt teirra er Anna Maria Simonsen úr Havn, sum rætt og slætt [...] skaðastovuarbeiði og í akuttum arbeiði, sum er góð og hent fortreyt fyri at kunna vera í hesum arbeiðinum. Anna Maria fór umborð á spildurnýggja boriskipið Belford Dolphin í Las Palmas og fylgdi skipinum