Tað skuldi ikki løna seg hjá einum nú fyrrverandi handilsmanni í Havn, at føra kreativt bókhald við gávum frá mammuni sum ein høvuðsinntøkukelda. Tí hesum trúði hvørki skattavaldið ella ákæruvaldið upp á.
Málið var fyri í Føroya Rætti seinasta mikudag, og har vóru fýra vitnir avhoyrd. Fyrst og fremst handilsmaðurin, ið stóð sum einasti ábyrgdarhavari av fyritøkuni – inntil hann fór av knóranum miðskeiðis í 90-unum, og fyritøkan varð endurreist í navninum hjá konuni. Tó framvegis við manninum sum ábyrgdarhavara.
Men eisini kona hansara og bókhaldarin eins væl og grannskoðarin greiddu frá í rættinum.
Málið byrjaði í 1998, tá hin ákærdi – sambært egnari frágreiðing – byrjar at fáa gávur frá mammu síni. Hon var tá vorðin so óhjálpin, at hon ikki kláraði seg sjálva og tí flutti inn hjá soninum og hansara familju.
Ákærdi greiddi frá, at mamman hevði stórar upphæddir í reiðum peningi, sum vórðu lagdir í peningaskápið hjá handlinum, tá mamman flutti inn. Ákærdi segði seg ongantíð hava greiði á, hvussu nógvan pening tað snúði seg um. Heldur ikki fylti peningurin undrunnarvert nógv í peningaskápinum.
Nógvur peningur
Nú kann tað vera trupult hjá einum leikmanni at meta um, hvussu nógv peningur reint fysiskt fyllir, tað veldst vælsaktans eisini um, hvussu stórir seðlarnir eru. Men havandi í huga, at talan var um rættiliga nógvan pening – heilt nágreiniliga 4.032.194 krónur – so burdi tað fylt nakað, eisini um talan var um eitt serliga stórt peningaskáp.
Nakað annað, sum undraði ákæruvaldið – sum í hesum førinum hevði valt at kalla Lene Kraglund, sum í fjør summar skrivaði ákæruritið, heim at føra sakina – var, hvar mamman hevði allan henda nógva pening, og so haraftrat í reiðum peningi.
Hesum megnaði hin ákærdi ikki at svara. Hvørki hvar peningurin stavaði, ella hví hann var í reiðum peningi. Hann loyvdi sær kortini at gita, at mamman hevði arvað peningin frá nøkrum av systrum hennara, sum vóru gamlar gentur og barnleysar.
Men hví talan var um kontantir, fekst ongantíð greiða á í rættinum.
Tað, sum hin ákærdi so hongdi sín hatt á, var egnar frágreiðingar um gáavurnar frá mammuni, umframt eina váttan frá mammuni um, at talan var um hennara egnu pengar og at hon lat soninum teir sum gávu.
Trupulleikin var kortini, at pengarnir ikki kundu sporast, og at ongar ábendingar vóru um, hvaðani teir skuldu verða komnir frá.
Yvir langt áramál
Sum nevnt byrjaðu pengarnir at sýnast í roknskapinum fyri 1998, og árini eftir var gávur frá mammuni fastur táttur í roknskapunum. Inngjøld vórðu javnan gjørd á peningakonti hjá handlinum, har viðmerkt var við hond av ákærda, at talan var um gávu frá mammuni.
Í summum førum vórðu pengarnir kortini goldnir inn á konto hjá mammuni í peningastovni, og síðani fluttir á konto hjá handlinum.
Hesar gávurnar strektu seg yvir eitt longri áramál, og nakað, sum vakti serligan áhuga hjá bæði skattavaldi og ákæruvaldið, var, at bruttovinningurin tóktist umvent proportionalur við støddina á gávunum frá mammuni.
Árið við vánaligasta bruttovinningi hendi samstundis sum gávurnar frá mammuni vóru nógv størstar. Sambært ákæruvaldinum lá bruttovinningurin hetta árið heilt niðri á 8%, meðan hann undan 1998 hevði ligið millum 25% og 30%. Og tað tulkaði ákæruvaldið soleiðis, at peningurin varð tikin úr fyritøkuni uttan um vanligu skipanina og goldin inn á kontoina hjá handlinum sum gáva frá mammuni.
Harðan dóm
Óvanliga stóru gávurnar frá mammuni, illgrunasamt lági og sveiggjandi bruttovinningurin í handlinum, og tann sannroynd, at einki sum helst kundi skjalprógvast um, hvar mamman skuldi havt fingið savnað meiri enn fýra miliónir krónur, tá ársinntøkan lá undir 150.000 krónur, førdi til, at fútin valdi at ákæra fyrrverandi handilsmannin fyri skattasvik.
Málið var sum nevnt fyri í Føroya Rætti seinasta mikudag, og dómurin fall so í gjár á miðdegi. Og ikki kann sigast, at ákærdi slapp snikkaleysur frá hesum møtinum við ákæruvaldið.
Thi kendes for ret... fongsulsrevsing í eitt ár og eina ískoytisbót á 1,2 millónir krónur. Tó skal ákærdi ikki inn at sita fongsulsrevsingina, um hann í eini royndartíð á eitt ár ikki ger nakað revsivert.
Ískoytisbótin kann hava eina umskiftisrevsing við sær, sum er hefti í 60 dagar. Hetta merkir í stuttum, at um ákærdi ikki rindar bótina á 1,2 milliónir, ger ákæruvaldið útlegg í møguligum ognum og koyrir tær á tvingsulssølu. Eru ongar ognir at fara eftir, kann ákæruvaldið so krevja ákærda inn at sita í 60 dagar.
Umframt fongsul og bót skal ákærdi eisini gjalda sakarmálskostnaðin.
Enn hevur hin ákærdi ikki fingið dómin fráboðaðan, og frá tí degi hevur viðkomandi 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt.