Martin V. Heinesen, Toftir
-------
Tað tykist sum Skálafjarðartunnilin er og verður eitt politiskt stríðsmál.
Sum ein av mongum við tørvi at ferðast millum Eysturoy og Høvuðsstaðin, og sum ein av stigtakarunum til verkætlanina, loyvi eg mær at geva hetta lítla íkast til orðaskiftið um verandi støðu.
Bakstøði
Alt byrjaði við einum “politiskum vilja” at niðurleggja gomlu ferjufarleiðina millum Skálafjørðin og Tórshavn fyri at fáa okkum kundar í staðin at brúka vegasambandið millum oyggjarnar.
Fáur tyktist tá hugsa um, at henda loysn – har tey, sum t.d. skuldu suður eftir, fyrst skuldu koyra fleiri 10-tals kilometrar norður eftir – kanska ikki var landsbúskaparliga tann skilabesta, fyri ikki at tosa um, at hon fyri brúkaran var sera dýr.
Vit kunnu (bert til samanberingar) royna at ímynda okkum tann (vist nokk óhugsandi) tanka, at tað politiskt varð avgjørt at kvetta beinleiðis ferðasambandið millum Argir og Hoyvík fyri at leiða ferðsluna av Argjum norður eftir oyggjarvegnum, oman í Kollfjarðardal og suður aftur eftir Kallbaksvegnum til Hoyvíkar – og øvugt. Hesin umvegur vildi verið væl styttri enn verandi umvegur av Skálafjørðinum til Havnar. – Meira um hetta seinni.
Av tí at hetta var tað, sum tann politiski viljin hevði at bjóða, kendu vit brúkarar okkum noyddar til sjálvir at taka stig til eina aðra loysn, sum so gjørdist til tann nógv umstrídda Skálafjarðartunnilin.
Flest fólk, íroknað “serkunnleikin”, tykjast vera á einum máli um, at Skálafjarðartunnilin er ein sera góð samfelagsíløga. Orsøkin er sera einføld, nevniliga tann stóri umvegurin eftir verandi vegi (og ikki, sum nøkur tykjast at halda, at tað fara at spríkja pengar upp úr einum holi undir Tangafirði, sum fara at geva eitt stórt “yvirskot”). Ein tunnil vil merkja, at teir túsundtals bilar, sum í dag ferðast hesa leið, samanlagt kunnu spara yvir 100.000 km av koyring um dagin. Tað hevur eisini týdning fyri samfelagsbúskapin – og t.d. fyri møguleikan at gjalda tunnilin – at tann nógv stytta farleiðin verður mett at føra við sær økt virksemi og dynamikk í økinum, her undir eina økta ferðslu samanborið við ferðsluna eftir verandi farleið.
Fyri arbeiðsbólkin, sum tók stig til verkætlanina saman við kommununum kring Skálafjørðin, var tað ikki avgerandi, um verkætlanin varð almenn ella privat – ella okkurt har ímillum – men at hon varð framd í verki.
Av tí at samferðslukervið í Føroyum vanliga verður bygt av tí almenna, var okkara fyrsti spurningur til táverandi landsstýrið, um tað kundi hugsast, at landið fór undir at byggja tunnilin. Svarið var nei; landið hevði so mikið nógvar aðrar átrokandi uppgávur at nýta sínar avmarkaðu pengar til, at tað neyvan fór undir eina tílíka verkætlan í bræði – her var jú vegasamband frammanundan, so ein tunnil var ikki beinleiðis neyðugur.
Næsta stig var at kanna, um kommunurnar sjálvar í felag kundu fara undir eina tílíka verkætlan, t.d. við at stovna eitt partafelag, sum kundi byggja og reka ein tunnil. Úr landsstýrinum fingu vit tó at vita, at kommunulógin ikki loyvir hesum.
Eftir var so at royna eina privata loysn. Hesa roynd, og gongdina annars tey seinastu árini, kenna tey flestu við áhuga fyri málinum.
Tvey viðurskifti eru her verd at bíta merki í:
1) Verkætlanin skal eftir ætlan fíggjast 100 % av brúkaranum – sum tann fyrsta av sínum slag í landinum;
2) Um talan verður um eina privata ella almenna verkætlan er ein politisk avgerð, sum brúkarin ongan leiklut hevur í. Vit brúkarar skulu sjálvi gjalda alt gildið, og vit vilja tí sjálvandi hava eina so bíliga loysn, sum gjørligt, men um ein privat loysn er tann einasta, sum kann gjøgnumførast, gjalda vit eisini fyri hana. Hon er fyri okkum útilokandi eitt amboð fyri at fáa verkætlanina framda, um hon ikki kann gerast á annan og bíligari hátt, tí hóast lutfalsliga dýr er hon hóast alt munandi betri enn verandi loysn.
Nýtt uppskot á ting
Eg skilji nú, at eitt uppskot er á veg í tingið um at gera ein almennan Skálafjarðartunnil. Um tað politiska motivið var, at Skálafjarðartunnilin er ein góð samfelagsíløga, hevði tað fyri meg sum brúkara ljóðað fínt, tí henda loysn sigst eisini at vera munandi bíligari enn ein privat loysn.
Sum skilst er høvuðsmotivið hjá uppskotsstillarunum tó eitt heilt annað, nevniliga at lata okkum brúkarar av Skálafjarðartunlinum gjalda fyri ein Sandoyartunnil – umframt at rinda fyri allan Skálafjarðartunnilin. Eitt argument fyri hesum leisti hevur verið, at tá vit brúkarar av Skálafjarðartunlinum eru sinnaðir í einari privatari loysn at rinda eina stóra upphædd “niður í lumman á útlendskum spekulantum” (sum íleggjarar og lánsveitarar til ein privatan tunnil verða skírdir), so mugu vit eisini vera sinnaðir til heldur at rinda tað sama til eina tiltrongda samfelagsíløgu, sum landið annars ikki hevur ráð til.
Tað skuldi bara manglað!
Lat okkum nú venda aftur til fyrr nevnda hugsaða dømi, at ferðslan millum Argir og Hoyvík grundað á eina politiska avgerð varð noydd at koyra eftir oyggj til Kollafjarðar og aftur. Lat okkum hugsa, at brúkarin – fyri at sleppa burtur úr hesi skilaleysu loysn – bjóðaði seg til sjálvur at rinda fyri eitt beinleiðis vegastrekki millum hesar bygdir. Land og kommuna kundu (ella vildu) tó í fyrstu atløgu ikki standa fyri hesi verkætlan, og tí fann brúkarin eina privata fyritøku at átaka sær at fremja hana, hóast hetta dýrkaði verkætlanina samanborið við eina almenna loysn. Men nú funnu nakrir politikarar upp á hyggjuráð. Teir høvdu leingi ætlað at útbygt eitt heilt annað vegastrekki, men høvdu trupult við at finna fígging til tað. Við nú at lata tað almenna byggja vegastrekkið millum Argir og Hoyvík, men taka ein yvirprís fyri tað, kundi brúkarin av hesum vegastrekki rinda fyri hitt eisini. Umframt at vera einasti vegur í landinum av sínum slag, sum brúkarin sjálvur skuldi rinda 100 %, álegði politiska yvirvøldin nú brúkarunum av hesum serstaka vegastrekki einsamøllum at rinda fyri eitt annað, fyri hesar brúkarar óviðkomandi, vegastrekki.
Hetta er nú støðan hjá Skálafjarðartunlinum, sum fyri nakrar politikarar tykist at hava týdning einans sum eitt amboð til at finna pengar til aðrar verkætlanir við at áleggja brúkaranum ein yvirprís. Undir CHE-samgonguni varð mett, at við at byggja alment, men lata brúkaran av Skálafjarðartunlinum rinda “privatan prís”, kundi hann fíggja helmingin av Sandoyartunlinum. Nú fá ár seinni verður mett, at til ber at lata henda sama brúkara rinda fyri allan Sandoyartunnilin. Hokus-pokus! Jú dýrari ein privat loysn kann gerast, jú størri yvirprísur kann leggjast á eitt alment byggjarí.
Viðmerking
Sum brúkari kenni eg meg sterkt misbrúktan av tí politisku skipanini, um tað verður álagt mær saman við hinum brúkarunum av Skálafjarðartunlinum – einsamøllum burtur úr øllum landsins borgarum – at rinda fyri eina samferðsluverkætlan, sum eg sjálvur ikki havi tørv á meiri enn flestu aðrir borgarar í landinum. Eg vil fegin verða við til at gjalda mín part av neyðugum samfelagsíløgum, men eg meti tað heilt órímiligt at verða útvaldur til at gjalda fyri eina heilt aðra samferðsluverkætlan, bara tí at eg havi tørv á at ferðast millum Skálafjørðin og Høvuðsstaðin, og tí at eg hóast alt framvegis skal gjalda minni fyri hesa loysn enn fyri at koyra ein ovurhonds langan umveg, sum tann politiska skipanin hevur tvungið meg til tey seinastu nógvu árini, og sum longu hevur kostað mær og landinum almikið.
Um tað er rætt, sum verður ført fram, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin samanlagt kunnu gerast í almennum høpi fyri ein kostnað, sum svarar til 46 kr. hvønn vegin fyri bilferðsluna í teimum, bendir tað á, at kostnaðurin fyri Skálafjarðartunnilin neyvan svarar til meira enn 30 kr. Tað vísir týðiliga, hvussu stórur tørvurin er ongantíð ov skjótt at koma burtur úr verandi støðu, sum jú kostar okkum mangt slíkt.
Er grundarlag nú fyri einum øðrvísi orðaskifti á tingi?
Higartil hevur tann politiska yvirvøldin býtt seg í tveir sera ymiskar og lítið semjusøkjandi partar í orðaskiftinum um, hvussu verkætlanin við Skálafjarðartunlinum skal skipast. Annar parturin – sum nú situr í samgongu – vil hava ein reint privatan tunnil, meðan hin parturin – sum nú situr í andstøðu – vil hava ein reint almennan tunnil. Verandi samgonga vil ikki hava tað almenna at átaka sær nakran fíggjarligan váða í sambandi við verkætlanina, meðan stóru andstøðuflokkarnir ynskja tað almenna at taka allan váðan á seg.
Hetta við fíggjarliga váðanum – at tað eru tættir í verkætlanini, sum framman undan eru ókendir, og sum kunnu virka órógvandi fyri tryggleikan í eini tílíkari íløgu – er eftir øllum at døma høvuðsorsøkin til, at ein privatur íleggjari krevur eitt munandi avkast og rentu av íløguni oman á tað, sum ein almenn verkætlan vildi kostað.
Mett hevur verið, at tunnilin kann fara at kosta umleið 1,2 mia. kr. at byggja. Hvørt prosent av hesi upphædd svarar til 12 milliónir krónur árliga, so nógv er at vinna hjá brúkaranum, um til ber at fáa kravið um íløguavkast og lánsrentur nøkur prosent niður.
Hvat um avvarðandi politikarar í felag nú royndu at finna eina loysn, sum kann fáa henda prís munandi niður uttan tó at landið átekur sær nakran beinleiðis kostnað ella stórvegis fíggjarváða? Eitt er vist – fyri hvørja krónu, tunnilin kann gerast bíligari, minkar tann fíggjarligi váðin hjá tí, sum skal gjalda. Um tann privata fíggingarfyritøkan nú (sum ført hevur verið fram) vil kunna slaka munandi upp á rentuna, um landið tekur “broddin” av váðanum við t.d. at átaka sær ein ávísan, lutfalsliga lítlan part av fíggjarliga váðanum, vil tað í sær sjálvum minka um tann samlaða váðan, tí verkætlanin við hesum gerst so mikið bíligari. Tað ljóðar sum “tvær flugur við eitt slag” – lægri kostnað fyri brúkaran og minni fíggjarligan váða fyri alla verkætlanina. Í staðin fyri at landið átekur sær 1,2 mia. kr. í váða við eini reint almennari verkætlan, kundi tað við at átaka sær ein brøkpart av váðanum kanska fingið prísin munandi niður á eini annars privatari verkætlan.
Higartil hevur ein tílík loysn sum nevnt ikki verið hugsandi, men øll hava loyvi til at broyta hugsjón so hvørt sum nýggjar upplýsingar koma fram og málið gerst meira greitt – eisini politikarar.
Livst, so spyrst.