Ein maður fyrst í sjeytiárunum, sum var á veg til hús eftir eitt familjutiltak, varð álopin av nøkrum unglingum á Skálatrøð stutt eftir midnátt seinasta leygarkvøld.
- Tað er einki, sum bendir á, at nakað sum helst motiv liggur aftan fyri álopið, og tí er tað so umráðand, at málið verður uppklárað, og vit finna brotsmenninar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey gjarna vil hoyra frá fólki, sum vóru um hesar leiðir stutt eftir midnáttarleitið leygarkvøldið.
- Tað er illa upplýst á Skálatrøð, har lyktir eru framvið sjósíðuni og omanfyri parkeringsplássið, men ikki á sjálvum parkeringsplássinum.
Maðurin, sum kemur gangandi, hyggur niður fyri føturnar á sær, meðan hann gongur og ánar ikki, at nakar vandi lúrir.
- Men, knappliga leypa tríggir ungir menn á hann – uttan eitt orð. Hann verður slongdur móti einum bili og dettur niður á asfaltið, har hann verður sparkaður.
Vaktleiðarin sigur, at tá maðurin rópar eftir hjálp, rýma ungu menninir, og tá álopni maðurin kemur aftur á føtur, sær hann ikki eitt menniskja.
Maðurin fór á skaðastovuna til kanningar, og her vísti tað seg, at hann hevði fingið onkrar løstir av harðligu viðferðini. Seinni meldaði hann óhugnaliga tilburðin til løgregluna.
- Vit vilja ógvuliga gjarna hoyra frá fólki, sum møguliga hava sæð okkurt á Skálatrøð – ella um hesar leiðir – stutt eftir midnátt leygarkvøldið, sigur vaktleiðarin.