um, at heimalívið ikki er til hjá meðarbeiðarunum. Hetta inniber ofta, at nógv raðfesta familjuna lægri, enn tey í roynd og veru hava hug til fyri ikki at missa arbeiðið! Men tað ber bara ikki til í longdini [...] foreldur fáa vit t.d. royndir í at vera eitt gott fyridømi. Tú fært royndir í samskifti og í at veruliggera virði (børn skilja ikki fín orð á einum pappíri), at motivera, at vegleiða og vísa óendaligt tolni [...] eina uppgávu: at vera við til at avdúka, hvussu alt hongur saman. Er tað t.d. ein veruleiki, at tað, at fáa børn, er ein forðing fyri arbeiðslívið? Er tað ikki heldur so, at fólk í veruleikanum gerast ein
seinni í hesi vikuni, upplýsir Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi. Hann fegnast um, at hetta er fyrstu ferð síðani tsunami-innsavningina at tað eydnaðist at røkka so at siga øllum húskjum í Havnini [...] og myntum í tær hundraðtals bússurnar. Umframt hetta høvdu fólk eisini møguleika at lata pening umvegis heimasíðuna hjalp.fo. Men enn er ikki greitt, hvussu nógv føroyingar hava latið. - Hetta verður fyrst [...] Leygardagin vóru fólk úti og savnaðu inn pening í samband við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi. Hetta var ein góður dagur til eitt slíkt tiltak: Veðrið var av tí allarbesta. Nógvir innsavnarar vóru
nú ávegis. Hetta má merkja, at leiðslan leggur frá sær. Stjórin var ógegnigur í Vágatunnils-málinum, og próvfast er, at hann tók ivasamar avgerðir í hesum sambandi. Hetta tóktist tó ikki at nerva hann [...] yvirskriftirnar í fjølmiðlunum. Hetta í sambandi við sáttmálan við maskinmeistararnar. Eingin ivi um, at maskinmeistararnir eru í sínum fulla rætti at kenna seg lumpaðar, og eg vóni á ein hátt, at teir fáa viðhald [...] ivist ikki í, at tað eru hampafólk, ið sita í leiðslu SEV?s. Hinvegin ber ikki til hjá umboðsnevndini bara at lata standa til. Vit hava eina ábyrgd mótvegis Føroya fólki. Við hesum fari eg tí at mæla til
verður ikki fyrrenn seint í vár, ella tíðliga í summar, at friðingarmyndugleikarnir fara at geva loyvi til at fara undir at bora tunnil til Dals. Men dalbingar skulu kortini ikki vænta sær, at tað er koyrandi [...] Landsverk ger, at tað fer at taka mong ár hjá Dali, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík, at fáa tunnil. Tí halda tey at íløguætlanin fyri í ár eigur at verða endurskoðað sum skjótast við tí fyri eyga at staðfesta [...] Løgtinginum, at Landsverk metir, at verandi vegur er forsvarligur at brúka, til tunnilin eftir ætlan verður liðugur, siga tey í minnilutanum. Tey vísa á, at av tí, at tað væntandi verður klárt at fara undir
staðfestast, at hann hevur ikki verið eingin. Janus umsetti yrkingina “The Raven” í 1930, og seinni komu týðingar av stuttsøgum eftir Poe so pø á pø í eitt nú Glugganum og Brá . Men ikki fyrr enn í ár er tann [...] ein komandi veruligan rithøvund. Hetta hevur við sær, at undirritaði, sum hevur fingið tann setning at ummæla Smettihjartað, eri komin í eina trupla støðu. Ikki yvir at dylja, ein fegnast um prosatekstir [...] Oblong Box” átti at itið “Tann avlangi kassin” (ikki “Avlangi kassin”), so brúkar Agnar viðhvørt kenniorðið inni í tekstinum, og hetta telur so avgjørt nakað uppeftir. At Agnar eigur í sær tilfar til ein
Felagið vísti í hoyringsskrivi sínum eisini á, at samstundis sum kunngerðin møguliga fór at loysa onkran smávegis trupulleika, so fór hon í minst líka nógvum førum at skapa trupulleikar og ikki minst ónøgd [...] aráðið ynskir bert at leggja økið út til nakrar økisfyrisitingar á sama hátt, sum økið er skipað í dag. Einasti munurin verður, at kommunurnar í framtíðini skulu fíggja økið. Hetta góðtekur Kommunusamskipanin [...] sambýli til hoyringar mitt í tilgongdini at leggja eldraøkið út til kommunurnar, mælti felagið til, at Almannamálaráðið tók uppskotið aftur. Endamálið við kunngerðini er at miðsavna og samskipa upptøkuna
gum. Hetta fyri at royna at sleppa undan, at almenningurin verður villleiddur av fólki sum Richard Schwartson. Ikki vanlig fatan Richard nevnir, at hann og fleiri akademikarar við honum taka ikki undir [...] hevur sín uppruna í berari tilvild. Og at hann var komin til ta niðurstøðu, at ein skapari stendur aftanfyri. Fyrst av øllum kann sigast, at tað at Weekend-avisen yvirhøvur fer í holt við at prenta eina grein [...] við, at tað kann ikki prógvast vísindaliga, at ein skapari stendur aftanfyri, men at tað er nakað, hann trýr uppá. Annars sigur Ole, at fyri hann kemur trúgvin áðrenn vísindini, og merkir hetta, at hann
Sigurð í Jákupsstovu ikki, at nøkur orsøk er til stúran. Hann vísir á, at neyðugt er at brynja seg við toli í hesi bransjuni. –Tað er við at ganga rætta vegin aftur við áhuganum, hóast hetta ikki kann sammetast [...] Hetta sigur stjórin í Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu, nú tað hevur verið gitt, at boringin hjá BP í summar, møguliga fór at verða útsett til seinni í ár ella til í næsta ár, nú boripallurin helst verður [...] umhugsar at bora ein brunn í sínum 008 loyvi beint við markið í 2008 ella 2009. Sosialurin skilur, at felagið helst fer at skjóta seismikk í økinum longu í summar. So okkurt kundi bent á, at felagið er við til
framtíð í Grønlandi. Í næsta ár verður eitt gullnám latið upp í Grønlandi. Sosialurin skilur annars, at møguleiki er fyri, at hetta sama boriskipið, sum nú verður brúkt í Grønlandi, kann koma at bora fyri [...] Jacobsen sigur, at teir í Grønlandi fylgja eisini við í tí, sum hendir á føroyska oljuøkinum. Í løtuni arbeiðir hann við at leggja til rættis 1. útbjóðingina í Grønlandi. Hon verður lýst eftir at úrsliti fyriliggur [...] oljuøkinum. -Eg hevði ikki ímyndað mær, at hetta fór at vera eitt so avbjóðandi og spennandi arbeiði, og tann sannroynd, at bæði grønlendingar og føroyingar eru farnir at leita eftir olju og gassi um nakað
við atliti at framtíðina. Hetta merkir m.a. at í ávísan mun fer taða t bera til at broyta innrættingina, skuldi aðrir undirvísingarhættir tikið seg upp í framtíðini, sum vit onki kenna til í dag. Mentamálaráðið [...] Nýggjur miðnámsskúli Í dag fer Annita á Fríðriksmørk, spildurnýggj landsstýriskvinna í mentamálum, at seta fyrsta spakan í fyri nýggja miðnámsskúlanum í Suðuroy. Sostatt verður hetta ein hin fyrsta almenna [...] til at hava annað virksemi í húsinum enn bara undirvísing . Í meginbókasavninum ber sjálvandi til at læna bøkur, men tað fer eisini at bera til at leita eftir upplýsingum á internetinum, og verður tað