Nýggjur miðnámsskúli
Í dag fer Annita á Fríðriksmørk, spildurnýggj landsstýriskvinna í mentamálum, at seta fyrsta spakan í fyri nýggja miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Sostatt verður hetta ein hin fyrsta almenna uppgávan hjá nýggju landsstýriskvinnuni.
Í hesum sambandi verður hátíðarhald vesturi á Eiðinum á stykkinum í Vági har skúlin skal byggjast, klokkan 15 í dag, har verður horntónlekur, røður og kirkjukórið Ljómur fer at syngja.
Mentanarmiðdepil
Nýggi Miðnámsskúlin í Suðuroy verður sambygdur við meginbókasavnið i Suðuroy, og tilsamans verður húsið umleið 2800 fermetrar til støddar. Tað er Arkitektavirkið hjá Árna Winther, sum hevur teknað húsið.
? Talan er ikki bert um ein vanligan skúla. Talan er um eitt hús, ið umframt skúla, eisini fer at húsa bæði meginbókasavni og samkomuhøll, sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Sostatt fer at bera væl til at hava annað virksemi í húsinum enn bara undirvísing . Í meginbókasavninum ber sjálvandi til at læna bøkur, men tað fer eisini at bera til at leita eftir upplýsingum á internetinum, og verður tað neyðugt, fer eisini at bera til at fáa serkøna hjálp til tað. Samkomuhøllin kann nýtast til nógv ymisk endamál, tí hon kann broytast frá at hava slætt gólv til at hava hækkað áskoðaragólv.
Í samkomuhøllini verða sostatt fjøllbroytir møguleikar fyri at vísa sjónleik og film, ella fyri konsertum og fyrilestrum og sostatt kann talan gerast um eitt rættiligt Suðuroyarhús.
Við hesum hevur mentamálaráðið sekk skjøtul á miðnámsskúlan. Hetta er ein skúli, sum verður bygdur við atliti at framtíðina. Hetta merkir m.a. at í ávísan mun fer taða t bera til at broyta innrættingina, skuldi aðrir undirvísingarhættir tikið seg upp í framtíðini, sum vit onki kenna til í dag.
Mentamálaráðið sigur, at tey vóna, at allir suðuringar fara at taka væl ímóti nýggja Miðnámsskúlanum og at tey fara at brúka alt húsið.
? Bert við at verður brúktur, kann bygningurin gerast ein livandi og virkin partur av útbúgvingar- og mentanarlívinum í Suðuroy, sigur mentamálaráðið.