Jóhannis Danielsen, MSc í lívfrøði (eisini evolutión):
Eftirsum eg eri tann lívfrøðingurin, ið Richard Schwartson kallar óseriøsan, eftir at hava sæð sendingina Mentanartíðindi 6. okt. 2006, kenni eg meg noyddan at svara aftur og koma við nøkrum fáum rættleiðingum. Hetta fyri at royna at sleppa undan, at almenningurin verður villleiddur av fólki sum Richard Schwartson.
Ikki vanlig fatan
Richard nevnir, at hann og fleiri akademikarar við honum taka ikki undir við áskoðanum hjá lívfrøðingum um, at alt er íkomið við tilvildarligum úrbregði (mutatiónum) og natúrligum úrvali.
Tað kundi næstan ljóða á honum, sum um hetta er ein ógvuliga vanlig fatan millum akademikarar. Men soleiðis er tað sjálvsagt ikki. Fyri hvønn akademikara, ið Richard kann finna, ið ikki tekur undir við hesi áskoðan, kundi eg skriva 20 síður upp og niður í Sosialinum við nøvnum á akademikarum, ið allir taka undir við henni. Og tað við ógvuliga lítlari skrift.
Tí ber til uttan at himprast at siga, at vísindafólk sum heild taka undir við hesi áskoðan.
Ikki vísindaligt “modell”
Viðvíkjandi tí, at visindalig data eins væl stuðla “modellinum”, at tað er ein skapari, ið stendur aftanfyri, so er hetta nakað tvætl. Modellið, ið Richard tosar um, eitur “trúgv upp á, at ein skapari stendur aftan fyri alt, uttan mun til hvat dataini siga”. Argumentatiónin aftanfyri er, at tað vit enn ikki vita og skilja, prógvar, at tað má vera ein gud, sum hevur skapt tað.
Talan er sostatt um trúgv og ikki eitt vísindaligt modell, og er tað tí meiningsleyst at royna at kroysta vísindalig data niður í tað.
Munurin á einum vísindaligum modelli og einum religiøsum modelli er, at í vísindum vilt tú vita, hvussu veruleikin er, meðan í religión vilt tú avgera, hvussu veruleikin skal vera, tí har hevur tú jú longu avgjørt endaliga úrslitið.
Ikki endurgivin rætt
Richard vísir til eina grein í Weekendavisen, ið er ein samrøða við ein danskan mýlislívfrøðing, Ole Vang. Sambært Richardi hevur Ole somu áskoðan sum hann, og harumframt hevði Ole vísindaligan førleika til at gera av, um alt hevur sín uppruna í berari tilvild. Og at hann var komin til ta niðurstøðu, at ein skapari stendur aftanfyri.
Fyrst av øllum kann sigast, at tað at Weekend-avisen yvirhøvur fer í holt við at prenta eina grein við heitinum “Biologen tror ikke på Darwin” vísir, hvussu óvanlig henda fatan er millum lívfrøðingar.
Viðvíkjandi áskoðan og førleikanum hjá Ole, skrivar hann sjálvur í somu grein, soleiðis:
”Det er ikke på grund af min videnskab som sådan, at jeg tror, der er en levende Gud. Guds væsen eller eksistens kan jeg ikke bevise ud af videnskaben, erkender Ole Vang(1).
Víðari ger Ole Vang fleiri ferðir vart við, at tað kann ikki prógvast vísindaliga, at ein skapari stendur aftanfyri, men at tað er nakað, hann trýr uppá. Annars sigur Ole, at fyri hann kemur trúgvin áðrenn vísindini, og merkir hetta, at hann sostatt longu hevur avgjørt, hvat hann “vil síggja”.
Eisini er vert at bíta merki í, at fakøkið hjá Ole Vang ikki er evolutión. Hetta sæst eisini týðiliga, um ein lesur tað, hann skrivar. Sjálvur sigur hann millum annað soleiðis:
”Min forskning og undervisning drejer sig om, hvordan cellen fungerer. Og det er - ja,
undskyld udtrykket - irrelevant, hvordan det hele startede.”(1)
Eg gangi tí út frá, at endamálið við at nevna Ole Vang sum keldu, og enntá uttan at endurgeva hann rætt, má vera fyri at villeiða fólk. Nakað, ið creationistar og intelligent design-fjepparar eru kendir fyri.
Villleiðandi upplýsingar
Sum dømi um hetta kundi eg nevnt, at tínar greinir í 2005 um nonsens-DNA sum “prógv” ímóti evolutión og fyrr í ár um “Creationism/Intelligent Design” í amerikanska skúlaverkinum, vóru bæði villeiðandi og skeiv:
tú “gloymdi” (ella visti ikki ?), at nonsens-DNA ella intron hava víst seg at hava eina regulerandi ávirkan á veruligu ílegurnar (exon)!
Vikuna eftir, at tú vildi vera við, at ein amerikanskur statur hevði innført Intelligent Design í skúlaverkið, fall sama mál í hægsta rætti sum verandi ímóti “the American Constition”, ið ikki loyvir religión (sum Intelligent Design varð javnsett við!) í almenna skúlaverkinum.
Eitt væl prógvað fakta
Evolutiónsástøðið er ein av best prógvaðu vísindaligum ástøðum yvirhøvur. Evolutión verður ikki mett at vera eitt ástøði longur, men sum eitt væl prógvað fakta. Og soleiðis hevur tað verið í meira enn 100 ár nú (2,3). Ein kann eins væl velja ikki at trúgva, at jørðin er rund, sum at velja ikki at trúgva, at evolutión er ein verulig tilgongd (prosess).
Objektivitetur, og trot upp á sama
At enda skrivar Richard, at sjónvarpið ikki sendi objektivan tíðindaflutning 6. okt. 2006. Tað at hoyra báðar ella fleiri síður av einum máli er objektivur tíðindaflutningur, meðan tað bert at hoyra meiningarnar hjá fólki sum Richard Shwartson er trot upp á objektivitet. Dag og dagliga eru fjølmiðlarnir á tremur við lesarabrøvum o.tíl. frá religiøsum fólki, ið siga sína áskoðan um eitt og annað. Hesa ferð var tað so ein, ið ikki er religiøsur, sum segði sína áskoðan.
Førleiki
Annars kundi eg hugsa mær at vita, um tað er sum MSc (Pharm.), ella MSc (Information Systems) at Richard sigur sína áskoðan, tí tað kann í hvussu so er ikki vera sum lívfrøðingur ella sum fornverufrøðingur, hvørs fakøki millum annað er evolutión.
Tosa um at vera óseriøsur!
Heimildir:
Weekendavisen, 15. august, 2003.
Futuyma. J. Douglas 1998. Evolutionary Biology. Siauer Associates, Inc. Publishers. Sunderland, Massachusetts. 1998.
Mayr. E. 1991. One long argument. Harvard Univerversity Press, Cambridge, Massachusetts. 1991.