Hetta sigur stjórin í Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu, nú tað hevur verið gitt, at boringin hjá BP í summar, møguliga fór at verða útsett til seinni í ár ella til í næsta ár, nú boripallurin helst verður seinkaður. Sigurð í Jákupsstovu sigur seg einki hava hoyrt um, at boringin verður útsett, men hetta er so ein spurningur millum fyristøðufelag og felagið, sum eigur boripallin og ikki nakað, sum føroyskir mynguleikar leggja seg út í.
Tað, sum annars liggur fast við boring á landgrunninum, er Williambrunnurin, sum BP ætlar at bora í ár. Síðani hevur ENI sagt seg vilja bora Anne Marie brunnin í 2008 ella 2009. Higartil hevur verið mett, at hann fór at verða boraður í 2008, men sum skilst, so er rásarúmið kortini longri, soleiðis at hann kann eisini verða boraður í 2009.
Oljufelagið Chevron hevur fyrr sagt frá, at tað umhugsar at bora ein brunn í sínum 008 loyvi beint við markið í 2008 ella 2009. Sosialurin skilur, at felagið helst fer at skjóta seismikk í økinum longu í summar. So okkurt kundi bent á, at felagið er við til at rigga seg til sína fyrstu boring á føroyska landgrunninum. Tað áliggur so feløgunum, sum fingu loyvi í 2. útbjóðing, at gera seismiskar kanningar, sum so aftur skulu vera grundarlag undir støðutakan til, um tey vilja bora ella ikki. Sum skilst eru tað eisini seismikkfeløg, sum eru sinnað til at gera kanningar í summar fyri egna rokning – við vón um at kunna selja upplýsingarnar víðari til oljurfeløgt, sum hava fingið leitiloyvi.
Sær gott út
Hóast tað eru gingin meira enn 10 ár síðani, at føroyskir myndugleikar fóru undir fyrireikingar til at leita eftir olju og gassi á landgrunninum, og vit framvegis ikki hava gjørt nakað lønandi oljufund, so heldur stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu ikki, at nøkur orsøk er til stúran. Hann vísir á, at neyðugt er at brynja seg við toli í hesi bransjuni. –Tað er við at ganga rætta vegin aftur við áhuganum, hóast hetta ikki kann sammetast við tann áhuga, sum var undan 1. útbjóðing. Men eftir tað, sum er hent frá 2001 til 2003, so haldi eg tað gongur tann rætta vegin aftur, eisini um vit taka Brugdubrunnin hjá Statoil við. Tað vistu vit øll var ein sera váðilig boring, men hóast vit ikki gjørdu eitt oljufund, so fingu vit sera týðandi upplýsingar og vitan frá tí boringini, sum kann koma at stuðla uppundir framtíðar leiting sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Samanumtikið er hann bjartskygdur. Nú ræður um at fáa so nógva nýggja vitan sum gjørligt um okkara undirgrund, samtíðis sum vit øll seta okkara álit á tað góða arbeiðið, sum verður gjørt eystan fyri markið.