Leiðsla SEV?s kann koma við so nógvum umberingum, sum hon vil, men eina ferð má vera vell. Fyrra gula kortið var frammi á eykaumboðsnevndarfundi fyri fáum mánaðum síðan. Seinna gula kortið er nú ávegis. Hetta má merkja, at leiðslan leggur frá sær.
Stjórin var ógegnigur í Vágatunnils-málinum, og próvfast er, at hann tók ivasamar avgerðir í hesum sambandi. Hetta tóktist tó ikki at nerva hann sjálvan ella stýrið, ið ikki lætst um vón, heldur ikki eftir at umboðsnevndarformaðurin talaði at.
Fyrra gula kortið
Stýrið slapp undan einum formligum misáliti á fundinum 17. februar, men bara tí fleiri ógegnigir umboðsnevndarlimir sluppu at atkvøða. Tó samtykti umboðsnevndin, at stjórin skuldi ígjøgnum eina formliga tænastulig hoyring við tí í hyggju at geva honum eina átalu.
Hoyringin er av, og verður úrslitið lagt fyri umboðsnevndina á fundinum fríggjadagin. Havi eg skilt Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformann, rætt, so leggur hann upp til, at stjórin sleppur undan átalu í hesum umfari, men í staðin skulu mannagongdirnar í SEV strammast upp. M.a. mugu virkisøkini hjá teimum ymsu myndugleikunum í SEV ? umboðsnevnd, stðri og stjórn ? gerast greiðari. Hetta ljóðar alt sera skilagott, og eigur tað í øllum førum at verða gjørt.
Hans Tausen Olsen er tó ikki einsamallur at gera av, um hetta er nóg mikið. Tað er umboðsnevdnin, ið hevur samtykt hoyringina, og tað er hon, sum skal taka støðu til, hvat víðari skal henda.
Seinna gula kortið
Leiðsla SEV?s hevur aftur havt yvirskriftirnar í fjølmiðlunum. Hetta í sambandi við sáttmálan við maskinmeistararnar. Eingin ivi um, at maskinmeistararnir eru í sínum fulla rætti at kenna seg lumpaðar, og eg vóni á ein hátt, at teir fáa viðhald, um ikki annað í rættinum. Eisini haldi eg, at Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, kundi havt gjørt vart við seg á greiðari hátt.
Eftir stendur tó, at leiðsla SEV?s má taka fulla ábyrgd av íkomnu støðuni. Stjóri og stðrisformaður hava fingið at vita frá Karsteni, at hann góðtók ikki sáttmálan, kortini mæla teir stðrinum til at samtykkja sáttmálan. Og ikki nóg mikið við tí, teir undirskriva hann eisini vegna SEV. Ógreitt er tó, um stðrið var nóg væl kunnað, áðrenn tað tók avgerð í málinum. Hetta er tó í hesum sambandi meira ella minni líka mikið. Tí var stýrið nóg væl kunnað, so hava allir stýrislimir ábyrgd av avgerðini. Var stðrið hinvegin ikki nóg væl kunnað, so hevur tað kortini ábyrgd av, at stjórin og stðrisformaðurin ikki eru settir uppá pláss, tá ið tað seinni fekk sannleikan at vita. Mær vitandi hevur stðrið ikki gjørt hetta.
Vit hava tí enn eitt dømi um, at SEV leiðslan handfer eitt mál sera jánkasliga. Um talan er um brot á kommunulógina ella ikki, skal eg ikki gera meg klókan uppá, men haldi eg, at tað sigur eitt sindur um leiðsluevni, tá ið so lættliga verður farið um í hesum máli, ið hevur havt so stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið.
Tað reyða kortið
Umboðsnevnd SEV?s nýtist ikki fleiri kanningar av umstøðum o.s.fr. Vit vita væl, hvat ið hendi í málinum viðvíkjandi Vágatunnilinum. Vit vita væl, hvat ið hendi viðvíkjandi sáttmálanum við maskin-meistarunum. Í báðum førum sveik leiðslan okkara álít.
Eg ivist ikki í, at tað eru hampafólk, ið sita í leiðslu SEV?s. Hinvegin ber ikki til hjá umboðsnevndini bara at lata standa til. Vit hava eina ábyrgd mótvegis Føroya fólki. Við hesum fari eg tí at mæla til, at umboðsnevndin á fundinum fríggjadagin samtykkir eitt misálit á stýri og stjóra.