Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil

Útgerðin, sum Landsverk hevur fingið at bora tunlar við, kemur at standa óbrúkt í eitt heilt ár, men nú skal kannast um meiri ferð kann setast á

 

Tað verður ikki fyrrenn seint í vár, ella tíðliga í summar, at friðingarmyndugleikarnir fara at geva loyvi til at fara undir at bora tunnil til Dals. Men dalbingar skulu kortini ikki vænta sær, at tað er koyrandi ígjøgnum tunnilin fyrr enn um eini átta ár.

 

Tað siga fýra tingmenn, sum eru í meiriluta í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Nevndin hevur viðgjørt eitt uppskot frá Miðflokkinum um at gera tunnil til Dals. Teir í Miðflokkinum siga, at eftir tí, íð er ført fram um vegin til Dals, er hann so vandamikil at koyra eftir, at tað er átrokandi at fara undir at gera tunnil alt fyri eitt.

 

Og tað eru Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinussen, sum eru í meiriluta í Fíggjarnevndini, samdir í.

 

Síðsta summar fekk Landsverk útgerð at bora tunlar við og tá ið Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlaði hann at tunnilin til Fámjins skuldi vera tann fyrsti tunnilin, Landsverk skuldi gera við boriútgerðini. Men restin av samgonguni tók hann av ræðið, tí tey vildu heldur, at tunnilin til Dals skuldi vera tann fyrsti.

 

 

Les eisini: Hevði Henrik Old fingið sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út

 

 

Men nú vísa teir fýra í meirilutanum í Fíggjarnevndini á, at hóast boriútgerðin varð útvegað fyri átta mánaðum síðani, er ikki ein sentimetur boraður enn. Á borgarafundi í Húsavík fyri eini viku síðani, varð upplýst, at friðingarnevndin fer neyvan at avgreiða málið fyrrenn seint í vár, ella tíðliga í summar, og fyrr enn tað er avgreitt, kann einki gerast. Men tá hevur boriútgerðin hjá Landsverki staðið óbrúkt í eitt heilt ár, staðesta teir.

 

Landsverk hevur víst á, at fáa tey 20 milliónir um árið, ber til at arbeiða alt árið, og so tekur tað fýra ár at gera Dalstunnilin, sum er 2200 metrar langur. Men í fjør vórðu sjey milliónir settar av til Landsverk at bora tunlar fyri og í ár er játtanin níggju milliónir til endamálið.

 

Seinni í ár verður løgtingsval, og eyðvitað veit eingin, hvør kemur í samgongu eftir valið. Men hendan samgongan hevur lagt eina langtíðar íløguætlan, og eftir henni fær Landsverk eisini níggju milliónir næsta ár at bora tunlar fyri og í 2021 skulu 12 milliónir setast av til endamálið.

 

Men tað verður altso upp á nakkan á komandi samgongu. Hinvegin merkir hetta, at tað verður ikki koyrandi ígjøgnum tunnilin fyrrenn um eini átta ár, uttan so, at komandi samgonga setir fulla ferð á arbeiðið, tí so kann hann verða liðugur um fýra ár. Samstundis hava teir í Miðflokkinum ført fram, at eftir tí, sum er upplýst, er Dalsvegurin í so vánaligum standi, at tað eru óráð at bíða so leingi eftir einum tunli.

 

Og hetta fer aftur at seinka tunlinum til Fámjins munandi, tí so ganga yvir 10 ár, áðrenn hann verður liðugur.

 

– Við fyriliggjandi uppskoti um at bjóða verkætlanina Dalstunnilin, út verður tunnilsgerðin framskundað og kann gerast liðug eftir stuttari tíð. Samstundis verða boriútgerðin hjá Landsverki tøkt til at fara undir Fámjinstunnilin, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.

 

Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø, ásannar, at avmarkaða játtanin til Landsverk ger, at tað fer at taka mong ár hjá Dali, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík, at fáa tunnil.

 

Tí halda tey at íløguætlanin fyri í ár eigur at verða endurskoðað sum skjótast við tí fyri eyga at staðfesta, hvørt íløgur ikki verða gjørdar í ár, men kunnu útsetast, tí so kann játtanin til Landsverk at gera tunlar fyri, hækkast.

 

– Verandi farleið til Dals er als ikki tíðarhóskandi, og fyri ferðandi, sum ikki eru staðkend, kann vegurin tykjast hættisligur. Men landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri Løgtinginum, at Landsverk metir, at verandi vegur er forsvarligur at brúka, til tunnilin eftir ætlan verður liðugur, siga tey í minnilutanum.

 

Tey vísa á, at av tí, at tað væntandi verður klárt at fara undir tunnil til Dals í næstum, er uppskotið óneyðugt og tí mæla tey Løgtinginum frá at taka undir við tí.