turrisligar, og eg eri persónliga ikki væl nøgdur við tær. Ætlanin var, at tónleikurin skuldi vera berandi í sendingunum, men hann var snøgt sagt ikki nóg góður til eina so langa sending, sigur Tróndur [...] prosjektið, sum Tróndur hevur verið við til at framleiða, var undirhaldssendingin Botnurin. Hetta konseptið við spurnarkapping og undirhaldi blandað saman var eisini óroynt í Føroyum, og tí gjørdist úrslitið kanska [...] nýggjum við sendingunum í Atlantic Radio. Tí varð eg eisini biðin at gera sendingar fyri SvF. Tað var nakað nýtt og ótraditionelt, og fleiri slíkar sendingar hava verið á skránni aftaná, sigur Tróndur
seg sjálvan aftur í verjuna á plássið hjá Nikolic. Nú var Birgir Jørgensen einsamallur í álopinum, men hann royndi tó at bíta frá sær, hóast hann var heldur einsamallur til tíðir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki [...] stórt á KÍ í fyrru hálvfinaluni og skuldi tí verið væl koyrandi, men grús kom í maskinaríið, tá liðið var gestur hjá vágbingum, sum altíð eru sterkir á heimavølli. Longu tá hálvur tími varð leiktur, varð ein [...] út av síðulinjuni, tá Klæmint ger eina heldur grova takkling. Dómarin metti, at hendan takklingin var so vandamikil, at Klæmint fór undir brúsuna áðrenn liðfelagarnir. Eftir hetta kom VB eitt sindur meira
jú, at almenn byggiarbeiði verða boðin út. Men hesaferð var ein ein avtala gjørd millum NCC og P/F Norðoyatunnilin um at gera tunnilin. Talan var um eitt sokallað ?Letter of intent?. Á donskum vildi hetta [...] latið almenninginum, sigur Bergur í Garði. Tað var á nevndarfundi 4. apríl, at nevndin í P/F Norðoyatunlinum avgjørdi, at arbeiðið skuldi bjóðast út. Hetta var tann síðsti fundurin, áðrenn avgerðin varð [...] at Norðoyatunnilin kann vera liðugur fyrst í 2006. Hevði NCC arbeitt eftir upprunaligu ætlanini, var tunnilin mest sannlíkt liðugur eitt sindur fyrr, tí teir kundu verið farnir undir arbeiðið beinanvegin
í bilinum, og hann var sera óhøviskur við annan politistin, sum var ein kvinna. Hesin verður nú ákærdur fyri brot á lógina um at fornerma ein persón í almennari tænastu. Eitt rok var í høllini á Nabb l [...] ella høllini á Nabb, sum hava gingið eina ávísa leið og brotið rútar á vegnum. Fyrsta fráboðanin var frá Eysturskúlanum, har onkur hevði tveitt ein av hesum stóru urtapottunum, sum standa til prýðis uttanfyri [...] støðina. Seinnapartin sunnudagin um hálvgum fimm tíðina fekk løgreglan fráðboðan um eldsbruna. Eldur var komin í eini hús á Frúutrøð. Húsfólkið hevði gloymt eina grýtu. Sløkkiliðið kom á staðið og alt spældi
at tað verður spenningur fram til tað seinasta, men kanska ikki heilt so stórur, sum hann var seinast. Tað var kanska í meira lagi, heldur Bára, og sipar til 5-4 sigurin á Álandi í finaluni á Man fyri [...] dysturin í bólkaspælinum hjá føroysku fótbóltskvinnunum stóð á skránni týsdagin. Mótstøðuliðið hesaferð var Jersey, sum eins og Føroyar høvdu fult stigatal eftir teir báðar fyrru dystirnar, so tað kundi kanska [...] okkara fór at verða nakað harðari hesaferð. Og tað varð hon so kanska eisini, tí sigurin hesa ferð var ikki størri enn sjey mál. Eitt tal, sum tó ikki sigur tað heilt stóra um dygdina á mótstøðuliðnum,
Aalborg ber ivaleyst nýggjan møguleika á vøllinum við sær næsta sunnudag. Eisini tí at Peter Møller, sum var liðformaður í Aalborg, er ivasamur orsaka av skaða. Gongdin hjá Toda í FCK síðstu vikurnar er undirstriking [...] undirstriking av, hvussu skjótt tað kann ganga hvønn vegin í fótbólti. Fyri einum mánað síðani var Todi onkra ferðina ikki ímillum teir fyrstu sekstan í FCK. Nú tykist hann at vera sjálvskrivaður ímillum teir [...] sleppa á liðið, um allir hinir eru tøkir. Kroystir av AaB At teir í FCK vóru nøgdir við 1?1 í Aalborg var ikki so undarligt. Tá ið teir vóru har norðuri seint í summar, løgdu teir í FCK rygg til eyðmýkjandi
tú legði í tæguna. Tægan var skúlin og karmarnir uttanum. Tú hevði og hevur enn sum fáur umsorgan fyri tí einstaka næminginum og lærarunum við. Tað veri seg bæði, tá byrurin var góður og tá mótrák tók seg [...] kropsburðurin og myndugleikin, sum stendur um hana. Henda dagin, hon fylti, ásannaði hon, at hon ikki var føroyingur, men hálvur, tí nú hevði hon verið her í hálva øld og vildi halda fram at vera her, so leingi [...] Maria Therese helt seg vera til reiðar og nóg búna til at fara, tá hon bant seg fyri lívið. Málið var at tæna Gudi og sínum medmenniskjum, líka sum Frans úr Assisi gjørdi, hetta at taka allan heimin sum
finalupláss. Soleiðis var tað. Eg fari ikki at siga, at eg kann mótmæla hesi avgerð. Eg eri kanska ikki samdur, men eg skilji, at dómararnir valdu soleiðis. Eitt, sum eg kundi hugsað mær var, at vit fingu at [...] ikki hevur hoyrt áður á onkran hátt. Tað eru garvaðir menn, flest allir, sum vunnu. Onkur garvaður var eisini millum teir, sum ikki vórðu nevndir at enda. Tað er eitt sindur hugstoytt, at Flux ikki er í [...] tey sannførandi fyri øðrum. MC Hár vóru topp tunaðir, teir spældu ótrúliga væl, tað hekk saman og var tætt (tight), men kanska sangirnir tóktust eitt sindur sum »gomul tíðindi«. Eitt sindur popputari kanska
og tá kann síggjast, hvat er komið burturúr. Eftir røðurnar var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffimunn. Síðani var orðaskifti. Har var lív í. Nógv uppskot vóru uppi og vendu, og dúgliga varð spurt [...] fyri øll, men skúlastjórin helt ikki, at tað kann førast út í lívið við verandi skipan. Skúlastjórin var á Bornholm stutt eftir skothendingina í Klaksvík fyri trimum árum síðani, har fýra dreingir skutu frá [...] endaði røðuna við at handa Annlis Bjarkhamar eina yvirlýsing við yvirskriftini Skúlin fyri øll. So var ein lítil steðgur, har næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla spældu nøkur løg, og síðani fór Annlis
til skemt og gaman, sum vera man, bæði hjá manni og kvinnu: "Hetta her var eitt ordans kubb, men kvikir, tí longu kvøldar." Nú var bert eftir at skera upp og fáa matin til høldar. Teir høvdu verið í vási [...] lagnan er lagað: Annar lá undir (og hin omaná) og hevði so snediga stemmu, undirvørrin var gul og blá, tí høvdið var komið í klemmu. Umsíðir liggur alt tvøstið har, men illa tað gongur at býta; báðir vilja [...] Ruud og hansara blásiorkestur. Fer so at skera frá stertinum av umvavdur í vil og garnar - men tað var brátt annar armurin svav, og so fekk hann krampa í tærnar. Tongul gongur á hvalin upp og rópar púra