? Eg elski at vera á skerminum

Tróndur Vatnhamar úr Havn er vorðið eitt kent andlit, síðan hann var vertur fyri Prix Føroyar sendingunum í SvF fyri tveimum árum síðani. ? Tað fellur mær natúrligt at vera á skerminum, og tá eri eg veruliga á heimavølli, sigur bulmikli sjónvarpsverturin

? Tað byrjaði í veruleikanum við Atlantic Radio á sinni, har eg og Jens Tummas Næs høvdu eina sending, sum kallaðist A-liðið, greiðir Tróndur Vatnhamar frá, tá hann verður spurdur, hvussu hansara yrkisleið innan fjølmiðlaheimin byrjaði.
Atlantic Radio fekk tó ein bráðan enda, men so vóru boð eftir Tróndi í SvF, sum vildi hava hann at standa fyri Prix Føroyar sendingunum í 2001. Hetta gekk somikið væl, at hann varð biðin aftur í ár. Eisini varð A-liðið úr útvarpi sameint í sjónvarpi, tá Tróndur og Jens Tummas stóðu á odda fyri undirhaldssendingini Botninum.
? Eg haldi, at vit brutu upp úr nýggjum við sendingunum í Atlantic Radio. Tí varð eg eisini biðin at gera sendingar fyri SvF. Tað var nakað nýtt og ótraditionelt, og fleiri slíkar sendingar hava verið á skránni aftaná, sigur Tróndur.

Kennir seg væl á skermi
? Tað fellir mær ógvuliga nattúrligt at gera sjónvarp, og eg elski tað stutt sagt. Mær nýtist ikki at liva meg inn í ein leiklut, tá eg standi frammanfyri upptøkutólinum. Man skal kenna seg væl á skermi fyri at gera sjónvarp, tá man stillar seg sjálvan fram soleiðis. Annars nyttar tað einki, sigur Tróndur.
Tey flestu munnu vera samd um, at Prix sendingarnar í 2001 vóru væleydnaðar, tá Tróndur fekk fríar teymar at gera, sum hann vildi. Hesar sendingarnar vóru mest skemt afturvið tónleiki. Sendingarnar í ár eru tó broyttar soleiðis, at Tróndur skuldi vera tann meira seriøsi tíðindamaðurin.
? Sendingarnar í ár blivu í so turrisligar, og eg eri persónliga ikki væl nøgdur við tær. Ætlanin var, at tónleikurin skuldi vera berandi í sendingunum, men hann var snøgt sagt ikki nóg góður til eina so langa sending, sigur Tróndur Vatnhamar.
Tað síðsta stóra prosjektið, sum Tróndur hevur verið við til at framleiða, var undirhaldssendingin Botnurin. Hetta konseptið við spurnarkapping og undirhaldi blandað saman var eisini óroynt í Føroyum, og tí gjørdist úrslitið kanska hareftir. Tróndur sjálvur er ikki heilt nøgdur við hesa sendingina, hóast nakrir glottar vóru at hóma.

Kent andlit
Um at vera kendur sigur Tróndur:
? Eg eri ikki kendur. Bruce Willis er kendur. Í Føroyum er man bara almennur persónur. Einasta broytingin er, at børn kunnu finna uppá at rópa eftir mær í býnum.
Í løtuni arbeiða Tróndur og aðrir við einum nýggjum prosjekti í SvF, men hetta er enn bert á tekniborðinum. Hetta er ein ungdómssending, men enn er óvist hvussu verður við henni, og tí vilja fyrireikararnir ikki siga nakað serligt um hana.

Fakta:
Navn: Tróndur Vatnhamar
Føðingardagur: 12.01.80
Starv: Vertur og fóttbóltsspælari
Yndisorð: jill
Hvat vildi tú vera, tá tú vart lítil, tá tú vart stórur: Brandmaður ella timburmaður