600 fólk vóru umborð, men hildið verður, at tað rætta talið var oman fyri 10.000. Men tey komu ikki langt. Longu fáar tímar eftir at skipið var farið frá bryggju tann 30. januar, varð tað álopið av sovjetska [...] sínar dagar í einum sovjetskum torpedoálopi. Tað er tí einki at siga til, at fyri mongum týskarum var tað sum at fáa eina spann av køldum vatni í høvdið, tá nýggja bókin kom út. Týsku bløðini vóru eisini [...] ungdómar, sum royndu at koma sær undan sovjetska herinum, sum tók seg vestur frá Kønigsberg. Skipið, sum var bygt í 1937, varð upprunaliga ætlað at taka 1.400 fólk, og til heimsbardagin brast á, gjørdi skipið
ikki til í longdini! Virksemið var øgiligt, og ofta máttu tær arbeiða yvir. Minst 150 fólk arbeiddu á Bacalao, og alla tíðina stóð á at fáa frá hondini. Hugburðurin var bæði at verja seg sjálvar og ar [...] fyri tí! Tað mundi vera eitt gott hugskot, sum enn kann brúkast næstan hálva øld seinni?. Vit, tað var nevndin í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hesar skilakonur við Andreu Árting á odda sendu Tórshavnar Býráð [...] Tryggja seg sjálvar Drívmegin hjá hesum konunum, sum allar arbeiddu á Bacalao, uttan sjálv forkvinnan, var at tryggja arbeiðsplássinum fólk og tryggar umstøður fyri børnini, meðan mammurnar vóru í fiski. Hetta
Tjaldur vitjaði sunnudagin, umframt tann spenning, sum altíð er í eini lokaluppgerð. Tað var tó ikki so leingi, at talan var um veruligan spenning sunnudagin. Fyrstu løtuna hekk Tjaldur so hampuliga væl í, men [...] Hondbóltur ? menn Eitt hitt mest óstøðuga liðið í grundspælinum hjá monnum var uttan iva StÍF. Avrikini sveiggjaðu millum tað frálíka og tað vánaliga, og millum annað leiktu teir innan tríggjar dystir [...] seinastu 20 minuttirnar undan steðginum. Í sama tíðarbili skeyt heimaliðið ikki færri enn 11 mál, og so var kósin sett. Í seinna hálvleiki helt StÍF bara á fram við málsókna spælinum. Tjaldursmenn vóru snøgt
til, at avdúkingin av standmyndini kom í drag var, at verkætlanin fyri økið, har standmyndin skal standa, var ov kostnaðarmikið, og ov lítil peningur var settur av til endamálið. ? Vit arbeiða við, at [...] sparikassin Klaksvíkar kommunu eina standmynd av tiltikna vinnulívsmanninum Jógvan Fr. Kjølbro. Ætlanin var, at Klaksvíkar kommuna skuldi finna hóskandi stað at seta standmyndina, sum síðani skuldi minna kl [...] fyri Klaksvík og Føroyar annars. Men hóast meira enn tvey ár eru liðini, síðani hendan standmyndin var latin Klaksvíkar kommunu, hevur einki verið at sæð til hana. Luktar av skomm Hetta hevur fingið táverandi
Tí varð hetta málið viðgjørt fyri opnum hurðum. Tað var eitt stórt stig fram á í søguni um býráðsins opinleika, og tað fegnast vit um, men tað var ikki fyrst og fremt borgarstjóranum fyri at takka. Um [...] um, at tað ger mun at finnast at mannagongdum í býráðnum. Málið um, hvør skuldi gera barnagarðarnar var hendan dagin sett til viðgerðar á fundi fyri læstum hurðum fyrst ? og síðani fyri opnum hurðum. Minnilutin [...] og atkvøðugreiðslan fóru at verða ? á tí stongda fundinum ella opna. Borgarstjórin segði, at tað var gamal siður at viðgera og avgera slík mál fyri læstum hurðum og so kunna eitt sindur um tey fyri opnum
at syngja. Og fá saft og karamellur. Jú, hetta verður dagur í viku hjá hesum smáu. Og tað var skjótt, at tað var, sum tað plagar at vera við slík høvi. So nógv stór vóru komin, at illa bar til at fá eyga [...] Barnaveitsla Æðuvík: Móttøka var í nýggja útibarnagarðinum í Æðuvík á grækarismessu. Barnagarðurin hevur fingið navnið Víkin. Og í Æðuvík flaggaðu tey. Ikki bara fyri tjøldrunum hendan kalda grækarismessudagin [...] seg inn á at kroka, tá illveður er. Her er stilt, og her fæst hvíld. Eisini varð hildið, at hetta var eitt passandi navn júst í Runavíkar Kommunu, her so nógvar víkir eru. Og hóast útibarnagarðurin verður
metrar, 20 kilometrar og 5 kilometrar. Svomið var í Svimjihøllini, súkklað var út Havnini, inn í Kaldbaksbotn og aftur til Skógrøkt Landsins, higani runnið var fram við strond, til Sparikassan og aftur til [...] Rasmussen. 1.21.59. 4. Hallur Stakssund. 1.24.24. 5. Kári Simonsen. 1.24.45. Tíðarsúkklingin sunnudagin var úr Kaldbak til Havnar, og síðani niðan á Kleynisvarða. Tíðirnar vóru hesar: 1. Gunnar Dahl Olsen. 36 [...] 42.53 6. Eli Christiansen. 44.00 7. Kári Simonsen. 44.55 8. Evald Rasmussen (Givin) Báðar dagarnar var vindur og regn, so tíðirnar kunnu ikki sammetast við tíðir aðrir tri-íðkarar hava, so FTF bíðar nú
Lisbeth L. Petersen er dóttir Rachel og Georg Lindenskov Samuelsen. Georg, sum var blaðstjóri á Dimmalætting í ein mansaldur, var sonur Andras Samuelsen, Føroya fyrsta løgmann og formann Sambandsfloksins í [...] sonur Jens Christian Olsen, sum var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í 20 ár í tíðarskeiðinum frá 1940 til 1963, tá hann doyði. Alfred er bróður Jógvan Ingvard Olsen, sum var tingmaður fyri Sambandsflokkin [...] Edmund Joensen beyð henni sessin fyri at fáa bilbukt við innanhýsis stríð í flokkinum í 1994. Hon var tá borgarstjóri og tók ikki av. Men hon hevur framvegis møguleikan, tí sum forkvinna Sambandsfloksins
hósdagin var landsroknskapurin fyri í fjør lagdur fram á Sjómansheiminum í Havn. Tað var Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, ið alment legði roknskapin fram. Hóast stóra yvirskotið var hann [...] Samlaða yvirskotið hjá landskassanum fyri ár 2000 var 602 milliónir, og tá eru rentuútreiðslurnar til statslánið longu drignar frá. Yvirskotið í 1999 var 648 milliónir, og munurin kemst í høvuðsheitum av
skilja á landsstýrismanninum í Vinnumálum var eftir øllum at døma nógv samskifti millum Postfelagið og Tjóðveldisflokkin, meðan hesar samráðingar fóru fram. Og var hetta samskiftið beinleiðis orsøkin til [...] Postverkinum, var semjan í Tinganesi. Súltað av Tjóðveldisflokkinum Bjarni Djurholm legði tí í januar uppskot fyri tingið um framtíðina hjá Postverkinum. Men fyri góðum tveimum vikum síðani var tingsetan av [...] , Bjarna Djurholm, allarhelst orsøkin til, at Postverkið ikki verður dagført. ? í november í fjør var Vinnumálastýrið nærum komið á mál við eini ætlan um, hvussu Postverkið skuldi dagførast. Men av ávísum