?Betri skuldu teir havt lurtað eftir okkum, tá vit fyrst í 60`unum stríddust fyri tí! Tað mundi vera eitt gott hugskot, sum enn kann brúkast næstan hálva øld seinni?. Vit, tað var nevndin í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hesar skilakonur við Andreu Árting á odda sendu Tórshavnar Býráð bræv fyri 40 árum síðan og greiddu frá frálíka hugskoti teirra at byggja felags barnagarð til Bacalao og ?Hospitalið?. Tær hildu tað vera rímiligt, at tvey tey størstu arbeiðsplássini í Havn tóku seg saman um hetta. Leiðsluni á sjúkrahúsinum dámdi væl hugskotið og í sama viðfangi syrgdu tær fyri, at tær á hospitalinum, sum ikki vóru organiseraðar, sum tær plagdu at siga, blivu tað.
Tryggja seg sjálvar
Drívmegin hjá hesum konunum, sum allar arbeiddu á Bacalao, uttan sjálv forkvinnan, var at tryggja arbeiðsplássinum fólk og tryggar umstøður fyri børnini, meðan mammurnar vóru í fiski. Hetta við at børnini lógu fram eftir rommum dagin langan á Bacalaokaiini og fiskaðu ternumurtar ella hingu uppi í fiskakørunum og pilkaðu royggj, bar ikki til í longdini! Virksemið var øgiligt, og ofta máttu tær arbeiða yvir. Minst 150 fólk arbeiddu á Bacalao, og alla tíðina stóð á at fáa frá hondini. Hugburðurin var bæði at verja seg sjálvar og arbeiðsplássið, sum tær vóru góðar við, og brúk var fyri báðum. Páparnir vóru ikki ordiliga til tá.
Klassamunur
Við brævinum til kommununa hugsaðu tær sær, at hon fór at útvega teimum grundøki onkunstaðni millum arbeiðsplássini bæði. Meðan bíðað varð eftir svari, fóru fólk at kjakast, sum vera man. Fór tað ikki at vera ein øgiligur klassamunur í hesum barnagarðinum? Also hugsi tykkum, barnið hjá einum lækna ella ?sjúkrapleyirsku? og so tað hjá fiskakonuni! Hesum tvørleikum høvdu vit helst sloppið undan í dag, ald upp sum vit eru, ikki minst í skúlanum, í virðing fyri tí einstaka. Tað sluppu tær eisini, tí kommunan hirði ikki at svara.
Fiskafólk- góðir búskaparfrøðingar.
Tað áhugaverda í øllum hesum er, at hesar skilagóðu fiskakonur vóru langt framman fyri sína tíð. Og so langt framman fyri okkara høgt mettu búskaparfrøðingar. Tað prógvar tað øgiliga útgreiningararbeiðið í Hvítubók. Fylgibind 1, Búskapur, hevur undirheitið ? ein sjálvberandi Føroyskur búskapur. Men ongastaðni er nøkur lýsing av, hvat krevst á tí sosiala økinum fyri at náa hesum máli. Ikki vinnuliga heldur. Ikki eitt orð, sum sigur nakað um, hvørjar umstøður skulu til, fyri at fólk skulu kunna vera virkin. Tí er tað eitt sindur stuttligt nú aftur og aftur at lesa í bløðunum, at búskaparliga fortreytin er slíkt sum barnaansing, eldrarøkt og skúli. Hetta vistu tær fyri 40 árum síðan, uttan nakra sum helst búskaparfrøði. Vanligt vit og skil man vera tað drúgvasta. Somuleiðis boðskapurin hjá Javnaðarflokkinum- FÓLKIÐ FYRST!
Við vón um, at øll á Landssjúkrahúsinum eins og øll onnur fáa síni børn ansaði við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um ansingartrygd, systkinaavsláttur og eitt ára barnsburðarfarloyvi.










