Klaksvík: Tá Norðoya Sparikassi fyri góðum tveimum árum síðani helt 80 ára stovningardag sín, lat sparikassin Klaksvíkar kommunu eina standmynd av tiltikna vinnulívsmanninum Jógvan Fr. Kjølbro.
Ætlanin var, at Klaksvíkar kommuna skuldi finna hóskandi stað at seta standmyndina, sum síðani skuldi minna klaksvíkingar og vitjandi á stóra týdningin, sum virksemið hjá Kjølbro hevði fyri Klaksvík og Føroyar annars.
Men hóast meira enn tvey ár eru liðini, síðani hendan standmyndin var latin Klaksvíkar kommunu, hevur einki verið at sæð til hana.
Luktar av skomm
Hetta hevur fingið táverandi formannin í umsjónarráðnum hjá Norðoya Sparikassa at sóknast eftir gávuni.
Jógvan E. Joensen, sum sjálvur handaði Klaksvíkar kommunu gávuna, spyr í Norðlýsinum, hvussu tað ber til, at standmyndin av Kjølbro ikki er komin upp at standa.
? Meðan aðrir avdúka eina standmynd fyri og aðra eftir, kom standmyndin Kjølbro ongantíð upp at standa. Hví, spyr hann í einum lesarabrævi.
? Eg fái meg illa til at trúgva, at tað í Klaksvíkar býráði eru kreftir, sum ikki vilja kennast við sína søgu. Undanførsla um hóskandi stað heldur neyvan. Ongin sigur, at hetta økið skal vera stásiligt torg frá fyrsta degi, skrivar Jógvan E. Joensen.
Hann heldur, at tað hevði verið hóskandi at avdúka standmyndina á 115 ára degnum hjá Kjølbro, sum er 25 februar.
? Annars fer tað at lukta eitt sindur av einari skomm, at tað onki hendir í so langa tíð, og tað hugsi eg ikki, at klaksvíkingar vilja hava sitandi á sær, heldur fyrrverandi formaðurin í umsjónarráðnum hjá Norðoya Sparikassa.
Harmast gongdina
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, svarar í Norðlýsinum í gjár Jógvani E. Joensen.
Hann lovar, at Klaksvíkar kommuna skal fáa standmyndina upp at standa sum skjótast.
? Eg harmist um, at tað nú eru gingin góð tvey ár uttan at hendan virðiliga gáva hevur fingið tað pláss í býnum, sum hon hevur uppiborið, sigur Steinbjørn Jacobsen.
? Men eg kann vissa Jógvani E. Joensen og allar borgarar í kommununi um, at býráðið í næstum fer at fáa hetta mál til endaliga støðutakan, so standmyndin av hesum úrvals vinnulívsmanni kann fáa eitt hóskandi pláss í býi okkara.
Skal avgreiðast
Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at ein orsøk til, at avdúkingin av standmyndini kom í drag var, at verkætlanin fyri økið, har standmyndin skal standa, var ov kostnaðarmikið, og ov lítil peningur var settur av til endamálið.
? Vit arbeiða við, at standmyndin skal standa á plássinum frammanfyri fyrsta handilin hjá Kjølbro á Biskupsstøð, og í næstum verður málið í næstum verður lagt fyri avvarðandi nevndir í býráðnum, so standmyndin kann avdúkast til várs, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Sjálv standmyndin er langt síðani liðug og hevur í meira enn eitt ár staðið krógvað í býráðshúsinum í Klaksvík.
Har bíðar Kjølbro eftir at verða avdúkaður sum standmynd.