Tú verður linur í knøunum og tárini vilja renna, tá borgarstjórin Jan Christiansen tekur orðið.
Nú skrivar hann, at Tórshavnar Býráð er meiri opið enn nakrantíð. Ein av hansara sterkastu próvgrundum er, at skráirnar fyri býráðsfundir liggja frammi á bókasavninum.
Tú verður freistaður at spyrja, hvussu nógvum fólkum, hann røkkur har?
Hinvegin eru skráirnar ikki at síggja alment í miðbýnum. Ein lítil lepi er komin at hanga í eini talvu á býráðssalinum og vísir fólki inn á Snarskivuna at lesa býráðsskráir. Men har stendur onki um, nær fundirnir eru.
So kunna fólk sjálv døma um, hvussu góðan hug Jan Christiansen hevur at upplýsa sítt fólk um býráðsins arbeiði.
Eg loyvi mær at endurtaka, at hugburðurin at kunna borgararnar um, hvat Tórshavnar Býráð hevst at, hevur ikki verið nóg góður.
Nú lovar borgarstjórin, at hann fer at taka nýtíðar tøkni rættiliga til hjálpar at bøta um hetta. Vit eru fleiri, sum fegnast um tað, men kortini ber tað enn ikki býráðslimum í Havn til at fáa kopi av skjølum í málum, sum teir skula viðgera og taka støðu eftir. Tað er ein avoldaður hugburður.
Ymisk tekin eru kortini um, at tað ger mun at finnast at mannagongdum í býráðnum. Málið um, hvør skuldi gera barnagarðarnar var hendan dagin sett til viðgerðar á fundi fyri læstum hurðum fyrst ? og síðani fyri opnum hurðum.
Minnilutin spurdi sjálvandi, hví málið skuldi viðgerast á tveimum fundum, og nær orðaskiftið og atkvøðugreiðslan fóru at verða ? á tí stongda fundinum ella opna.
Borgarstjórin segði, at tað var gamal siður at viðgera og avgera slík mál fyri læstum hurðum og so kunna eitt sindur um tey fyri opnum hurðum.
Hetta hildu vit vera órímiligt og bóðu um at fáa viðgerðina fyri opnum hurðum. Borgarstjórin var eitt sindur trekur og byrjaði viðgerðina fyri læstum hurðum, men vit gjørdu greitt, at vit ætlaðu at spara krútið til tann opna fundin.
Tí varð hetta málið viðgjørt fyri opnum hurðum. Tað var eitt stórt stig fram á í søguni um býráðsins opinleika, og tað fegnast vit um, men tað var ikki fyrst og fremt borgarstjóranum fyri at takka.
Um fundarskipanina er stutt at siga, at hon framvegis tykist mær at vera eitt tól, sum serliga hevur til endamáls at avmarka orðaskiftið á opnum fundum.
Tað er møguligt, at eg havi verið við til at staðfesta hesa skipan fyri einum ári síðani, men tá hevði eg av góðum grundum ongar royndir av, hvussu darvandi hon er.
Tað havi eg nú, og tí haldi eg, at vit skula taka hana og opinleikan sum heild til gjølla viðgerð. Tá tæna vit kommununi og borgarunum best ? og tað er tað, vit eru í býráðnum til.