Týskland skakað av gamlari skipsvanlukku

Ein bók, sum kendi týski rithøvundurin Günter Grass gav út fyrst í februar, hevur skakað Týskland. Í bókini "Im Krebsgang" viðger hann ta "gloymdu" skipavanlukkuna, tá russar søktu týska flóttafólkaskipið "Wilhelm Gustloff" 30. januar í 1945. Vanlukkan kostaði 9000 mannalív ella seks ferðir fleiri enn "Titanic"-vanlukkan

Longu sama dag sum bókin kom í bókahandlarnar, varð "Im Krebsgang" mest umrødda bókin í Týsklandi í ár. Ikki tí, týskarar hava øll árini vitað um tann syndarliga tilburðin í januar í 1945, men líka síðani heimsbardagan hava týskararnir bæði eystanfyri og vestanfyri roynt at gloymt ella dult ta syndarligu lagnuna hjá flóttafólkunum, sum royndu at flýggja úr Eysturproysen, men sum endaðu sínar dagar í einum sovjetskum torpedoálopi.
Tað er tí einki at siga til, at fyri mongum týskarum var tað sum at fáa eina spann av køldum vatni í høvdið, tá nýggja bókin kom út.
Týsku bløðini vóru eisini skjót at taka tann gloymda tilburðin upp. Stóra blaðið Der Spiegel lýsti vanlukkuna sum "tað týska Titanic" á sjálvari forsíðuni, og eitt annað av teimum stóru bløðunum, Süddeutscher Zeitung, samanbar vanlukkuna við tað, sum hendi í New York 11. september í fjør.
10.000 umborð
Av teimum eysturpoysarunum, sum fóru umborð á "Wilhelm Gustloff" í havnini í Gdynia í januar í 1945, vóru nógv tey flestu kvinnur, børn og ungdómar, sum royndu at koma sær undan sovjetska herinum, sum tók seg vestur frá Kønigsberg. Skipið, sum var bygt í 1937, varð upprunaliga ætlað at taka 1.400 fólk, og til heimsbardagin brast á, gjørdi skipið fleri ferðir við ferðafólki m. a. til Noregs. Navnið hevði skipið eftir ein embætismann í nazistaflokkinum. Hann hevði starvast í Sveits, men var deyður í 1936.
Í januar í 1945 flýddu fólk í túsundatali undan sovjetska herinum, og í Gdynia vóru fólk í túsundatali. Mong teirra vóru komin langvegis, summi til gongu og onnur í rossavognum, og støðugt máttu tey leita sær skjól undan teimum áhaldandi sovjetsku loftálopunum. Vit vita ikki við vissu, hvussu mong av hesum flóttafólkunum fóru umborð á "Wilhelm Gustloff". Alment varð sagt, at 6.600 fólk vóru umborð, men hildið verður, at tað rætta talið var oman fyri 10.000.
Men tey komu ikki langt. Longu fáar tímar eftir at skipið var farið frá bryggju tann 30. januar, varð tað álopið av sovjetska kavbátinum S-13, sum rakti tað við sínum torpedoum. Bara 1.200 av teimum, sum vóru við týska skipinum, vórðu bjargað. Fleiri túsund vóru innistongd niðri undir og fóru til botns við skipinum.
Góð ummæli
Í nýggju bókini vendir Günter Grass enn einaferð aftur til sínar barnadagar í Danzig, og fleiri av høvuðspersónunum í bókini eru gamlir kenningar frá øðrum av bókum hansara.
Flestu ummælini, sum "Im Krebsgang" hevur fingið í Týsklandi, hava verið góð. Blaðið Die Welt skrivaði í sínum ummæli, at nýggja skaldsøgan er tann besta hjá høvundinum seinastu nógvu árini.
Eitt eru allir ummælararnir á einum máli um, og tað er, at Günter Grass enn einaferð hevur skelkað - ikki bert sínar lesarar, men týska fólkið.