til miðskeiðis í fimtiárunum, var hitt besta, eins og seyðurin í dag er sera hagagóður og viðskerar væl. Hvør man hava lagt koppin? Tó ikki er heilt ókeypis at vitja dalin, tað skal orka til, knøini fáa av [...] og fleyg eystur ímóti Djúpinum, men var skjótur inn aftur, helst hevur hann búleikast á stóru fløtuni í dalinum Hin dimmgrøni Kálvaslættin beint undir Húsafellinum, var eins vakur hendan dagin og á miðsumri [...] skuldi setast kl. 16. Onkur av góðadalsfólkunum var so smátt byrjaður at møðast, men bert heilt fáar minuttir yvir 4 kom hin seinasti á mál, hugaligt var tó at hoyra hornblástur og sang, tá tú komst niðan
sín. Hann prátar, sum um tað, ið verður sagt, skal ikki út um hesar veggirnar, henda hósdagin seinnapart heima hjá Gunnari sjálvum á Traðarbrekku í Havn. Men tað skal tað jú. Og tað veit Gunnar væl. Ætlaði [...] Southampton, sum hann tekur til. ? Tað var út móti midnátt, tá telefonin ringdi. Eg fekk boðini um úrslitið av løgtingsvalinum. Eitt úrslit, ið var heilt merkiligt. Hetta var í veruleikanum eitt punktum fyri [...] møguleiki. Støddin, kanska er hon tað dýrasta, vit eiga og tað vit eiga fram um onnur. Eitt heilt samfelag, sum tað ber til at síggja og vita um í øllum sínum limum og lutum. Har tað næstan ber til at vita hvønn
prísurin var komin upp á einar 10.400 krónur, gjørdust lopini nakað minni. Og tá farið var um 11.500 krónur fór tað at taka longri tíð at boðini komu, men tey komu, treyðugt so, og tá hamarin fall var prísurin [...] veðrurin var lagdur í, og so hálaður upp. Alt hetta gekst sera væl í hond, verður sagt av einum av monnunum, sum var niðri. Veðrurin kundi fyri tað havt verið alt sítt lív hjá fólki, so stillur var hann, [...] Vága Bjargingarfelag. Og tað var ikki lítið samankomið av fólki til hesa stóru, søguligu og spennandi løtu, tá veðrurin skuldi seljast! Menn løgdu hart út at byrja við og vóru tað ikki smávegis lop í boðunum
Listin átti at verið betri stuðlað bæði alment og privat. Tað var ein tíð, tá privatir stovnar stuðlaðu føroyskari list og keyptu væl frá listafólki. Tað hevði ein stóran týdning fyri listafólkini. Tá ið tíðirnar [...] Nógv fólk hava verið inni á gólvinum í Listaskálanum í summar og munandi fleiri í mun til undanfarin ár. Og tað eru serliga bólkar við útlendskum ferðafólki, sum hava vitjað. Nógvar dagar hevur verið fult [...] nýggj, tað snýr seg bara um eini trý ættarlið og í hesi tíðini eru listafólkini ikki vorðin liðug við landslagið. Vit hava framvegis eitt samband við náttúruna, sum vit ikki síggja aðra staðni og tað leggja
Føroyum endaði leygardagin. Tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at fáa nakað stig, og tað eydnaðist ikki at fáa fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu uppá brotsspark móti Noregi. Tað vóru kanska ávísar vónir [...] betri fyrsta lítla hálva tíman, men so var tað, sum um at tað skrædnaði. Spælararnir vóru troyttir, Arnold Berg noyddist at vera skaddur inni á vøllinum, tí allar tríggjar útskiftingarnar vóru framdar, og um [...] samlaða málmuninum 1-12 kann ongantíð sigast at vera gott, men skulu vit finna tað ljósa í hesum, so má tað vera, at tað slapst undan veldugu tapunum, sum føroyskir dreingir so ofta hava lagt rygg til
Føroyum endaði leygardagin. Tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at fáa nakað stig, og tað eydnaðist ikki at fáa fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu uppá brotsspark móti Noregi. Tað vóru kanska ávísar vónir [...] betri fyrsta lítla hálva tíman, men so var tað, sum um at tað skrædnaði. Spælararnir vóru troyttir, Arnold Berg noyddist at vera skaddur inni á vøllinum, tí allar tríggjar útskiftingarnar vóru framdar, og um [...] samlaða málmuninum 1-12 kann ongantíð sigast at vera gott, men skulu vit finna tað ljósa í hesum, so má tað vera, at tað slapst undan veldugu tapunum, sum føroyskir dreingir so ofta hava lagt rygg til
vísir til dømið í mái mánað,tá verkfall var í Danmark. Tá vísti tað seg, at heldur einki samband var millum leiðslur í fakfeløgunum og fólkið á gólvinum. Tað var eingin í leiðsluni fakfeløgunum sum høvdu [...] seinastu 25 árini í Danmark Radio, sigur Tine Bryld, at tað var ikki lukkuligt, tá hon bert 23 ára gomul byrjaði at ráðgeva í lurtinum. Tað var ikki ein vika uttan so at lurtarafeløg og foreldur sendu [...] øgiliga væl at gera okkurt fyri onnur, og hetta var eisini gjørt í bestu meining frá danskari síðu. Grønlendingar hildu at danski staturin var Gud, og tað sum varð sagt, frá danskari síðu, settu teir ikki
somu línu. Tað sum hendi við valið í 1994 við Verkamannafylkingini var sera óheppið. Onkur av politikarunum fyri fylkingina, sum nú er farin upp í Javnaðarflokkin hevur sagt, at fylkingin var neyðug tá [...] Hetta er ikki rætt. Fylkingin var ikki neyðug, men tey fólk, ið stríddust persónliga, høvdu fyri neyðini at fylkjast - men tað gjørdu tey ikki. Verkamannafylkingini var heldur ikki bara ein fakfelagsfylking [...] vóru gjørd í 80?unum og í 90?unum, har persónligt stríð legði hetta søguliga samstarv í spønir. Tað var ein gamal danskur forsætisráðharri sum einaferð segði, at tá tíðirnar eru góðar, kemur egoisman upp
omanfyri Norðskála og á Sundi, men hvørja ferð eydnaðist tað Boga at taka teir inn aftur, og hvørja ferð dróg hann aðrar súkklarar við sær, so tað hevði ongantíð verið talan um nakað veruligt útbrot, tá [...] høvdu súkklað 75 kilometrar og komu til Havnar. Seinastu 25 kilometrarnir skuldu koyrast inni í býnum, og nú vísti tað seg, at favoritturin hevði størst megi eftir. Tá góðir sjey kilometrar vóru eftir, setti [...] royndi at fylgja við og eisini tók seg eitt sindur innaftur á Boga, eydnaðist tað honum ikki at hótta oddafiskin aftur, og so var kappingin avgjørd. Bogi Kristiansen kom á mál ein góðan hálvan minutt undan
merkir at tað flyta fleiri fólk til øki enn tað flyta frá, og burðaravlop merkir at tað verða fødd fleiri enn tað doyggja í økinum. Tey yngru flyta fyrst Tað er sjálvandi at gleðast yvir at tað flyta fólk [...] endan av juli mánaða enn tað vóru við árslok. Nettotilflytingin er 20 fólk, meðan tað eru føddir 7 vágbingar fleiri enn tað eru deyðir. Bygdirnar við sviðusoð Tá tað er sagt at tað er framgongd í øllum økjum [...] fyri seg, og hetta merktist serliga í Sandoynni og Suðuroynni. Tað at tað var trupult at fáa gongd aftur á virksemi í hesum økjum, hevði tað við sær, at fólk aftraðu seg við at flyta til hesi øki. Men nú