Tine Bryld kennir ikki so nógv til føroysk viðurskifti, tó at hon setir spurnartekin við, hví t.d. støðan í Føroyum og í Grøn¡
Hon veit hópin um grønlendsk viðurskifti, sum hon hevur arbeitt nógv við, og eisini m.a. hevur skrivað bók um.
Tine Bryld undrast, at eingin hevur kannað, hví so stórur munur er á t.d. kriminalitetinum í Føroyum og í Grønlandi.
Hon svarar kanska einum parti av málinum, við at siga, at danir onkusvegna ikki hava torað at seta síni fingramerki á føroyingar, eins og teir gjørdu á grønlendingar í 50-árunum og seinni.
Kvinnuhúsið
og ungdómurin
Jane Hoydal, formaður í Kvinnuhúsinum, sigur um vitjanina hjá Tine Bryld, at nú kreppumiðstøðin bjóðar kvinnum, børnum og monnum hjálp og ráðgeving, hevur lítið verið gjørt fyri tey ungu.
Jane Hoydal er lærari. Í skúlanum lesa ungfólk ofta bøkurnar hjá Tine Bryld, og tí fekk hon hugskotið at bjóða danska ungdómsráðgevanum og rithøvundanum hendavegin.
Telefontænastan til ung er tøk í Føroyum, men hon er bert opin einaferð um vikuna. Fyri at vísa teimum ungu, at tey eisini kunnu venda sær til okkara, bjóðaðu Tine Bryld hendavegin, sigur Jane Hoydal.
Kendur rithøvundur millum ungfólk
Tine Bryld kennir føroyingar í Danmark, og hon hevur smakkað skerpikjøt og danska føroyskan dans. Hon hevur eisini fingið áheitanir frá føroyskum ungfólkum, sum lesa bøkur hennara. Tá hevur hon eisini spurt seg fyri um viðurskiftini her.
Um tú sýnir ungdóminum erligan áhuga, so fært tú tey eisini í talu, sigur Tine Bryld. Hon heldur ikki, at arbeiðið sum ungdómsráðgevi hevði riggað, um tann sum lurtar, bert hugsaði um at gera sítt arbeiði fyri at fáa løn.
Er stórur munur á viðurskiftunum millum ungfólk í dag og fyri 25 árum síðan?
Avgjørt. Tey ungu hava meir brúk fyri hvørjum øðrum í dag, tí tey tilkomnu ikki hava eina peiling av, hvar fyriferst millum ungfólk. Harnæst hava tilkomin onnur virðir enn tey ungu.
Myndugleikaskipanin onga meining fyri ung
Tað sæst eisini aftur í øðrum aldursbólkum t.d. í Danmark, har fólk eru meira saman við starvsfeløgunum, men eisini tí gamla myndugleikaskipanin ikki gevur teimum ungu nakra meining, sigur Tine Bryld.
Hon vísir til dømið í mái mánað,tá verkfall var í Danmark. Tá vísti tað seg, at heldur einki samband var millum leiðslur í fakfeløgunum og fólkið á gólvinum.
Tað var eingin í leiðsluni fakfeløgunum sum høvdu væntað, at limirnir fóru at atkvøða ímóti uppskotinum um nýggjar lønarsáttmálar. Har var veitin millum fakfelagsleiðsluna og limirnir eisini stór.
Úrslitið í danska samfelagnum er, at fólk samlast í ymsum aldursbólkum, alt eftir hvar í lívinum tey eru stødd, sigur Tine Bryld.
Ongin umbering fyri ikki at møta
Hon hevur av hesum gjørt støðuna upp í síni familju. Hon hevur børn og ommubørn, og ongin umbering verður góðtikin, fyri ikki at møta, tá mamman og omman bjóðar heim til sín, hóast tey ungu heldur vilja sleppa út við sínum javnaldrum.
Vit mugu læra tey ungu, at tað hevur týdning at varðveita familjubondini, sigur Tine Bryld.
Hóast hon hevur sítt ar.beiði í Danmark, so tosar hon kortini meir um Grønland, og greiðir eldhugað frá trupulleikunum har.
Eingin spurdi um teirra hugsan
Er nakað øki, har tú kanst sammeta grønlendingar og danir?
Nei, als ikki. Grønlendingar hava alt inni við seg sjálvar, og hugsa seg væl um, áðrenn teir tosa, meðan danir bara tosa, sigur Tine Bryld.
Ein orsøk er kanska, at eingin spurdi grønlendingarnar um teirra hugsan, tá danir komu Grønlands og vildu gera alt fyri teir. Nú dáma danir so øgiliga væl at gera okkurt fyri onnur, og hetta var eisini gjørt í bestu meining frá danskari síðu.
Grønlendingar hildu at danski staturin var Gud, og tað sum varð sagt, frá danskari síðu, settu teir ikki spurnartekin við, sigur hon.
Hon fekk klagur hvørja viku
Um ungdómsráðgevingina seinastu 25 árini í Danmark Radio, sigur Tine Bryld, at tað var ikki lukkuligt, tá hon bert 23 ára gomul byrjaði at ráðgeva í lurtinum.
Tað var ikki ein vika uttan so at lurtarafeløg og foreldur sendu klagur, tí so nógv, sum áður hevði verið óhoyrt, varð viðgjørt í hesum sendingum.
Tá eg seinni fekk børn og tey gjørdust hálvvaksin, skilti eg kortini foreldrini, sigur Tine Bryd, sum ikki í fyrstuni kundi ímyndað sær, at ein ráðgevi, sum var meir enn 35 ár, kundi brúkast til hetta arbeiði.
Nú eri eg 58 og haldi, at jú eldri eg gerist, tess betur, sigur hon.
Tað er tó ikki bert sær fyri at takka, leggur Tine Bryld aftrat, men teimum ungu journalistunum, sum hon hevur samstarvað við gjøgnum árini.
Í slíkari ungdómmssending verða journalistarnir skiftir út, so hvørt sum frálíður og teir gerast eldri, og nýggir koma til.
Vit mugu øll lata okkum ávirka
Teir hava sagt mær frá, um okkurt ikki riggaði, ella at eg var avoldað. Í fyrstuni bleiv eg ill, men so noyddist eg at góðtaka, at øll mugu lata seg ávirkað av tí, tey hava við at gera, eisini eg.
Tað hevur gjørt, at eg haldi meg til at gera hetta arbeiðið, sigur Tine Bryld.
Í gjárakvøldið helt Tine Bryld fyrilsetur í Grønlendingahúsinum, og í kvøld er hon at hitta í Norðurlandahúsinum kl. 19.30.
Heitið á fyrilestrinum er: » Ráðgeving av børnum og ungum - sæð frá 25 árum sum ungdómsráðgevi í Danmarks Radio», og um hennara skaldskap.