Fyrsta EM undankappingin fyri U-16 landslið í Føroyum endaði leygardagin. Tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at fáa nakað stig, og tað eydnaðist ikki at fáa fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu uppá brotsspark móti Noregi.
Tað vóru kanska ávísar vónir um, at úrslitið móti Wales kundi gerast eitt sindur frægari, enn úrslitini vóru móti Finnlandi og Noregi, men soleiðis skuldi tað ikki vera.
Wales vann 4-0, og harvið fóru fýra mál ígjøgnum hjá føroyska liðnum hvørja ferðina í teimum trimum dystunum. At tapa tríggjar dystir við samlaða málmuninum 1-12 kann ongantíð sigast at vera gott, men skulu vit finna tað ljósa í hesum, so má tað vera, at tað slapst undan veldugu tapunum, sum føroyskir dreingir so ofta hava lagt rygg til, tá teir hava tikið lut í sovorðnum kappingum.
Minni avgjørdir
Móti Noregi fleyt spælið hjá føroyingum væl í løtum. Góðu taktirnar frá tí dystinum vóru nógv minni sjónskar móti walisum, sum arbeiddu nógv á miðvøllinum og sum spældu eyðkent bretskt við longum sendingum fram til skjótu framherjarnar.
Føroyska verjan hevði serliga í 1. hálvleiki stórar trupulleikar. Eftiransingarnar vóru ikki nóg góðar, uppbakkingin var ov tøvandi, og tá føroyingarnir endiliga høvdu fingið fatur á bóltinum, so kendu teir seg ov strongdar og góvu tískil bóltin ov lætt frá sær.
Í 2. hálvleiki var avrikið væl betri fyrsta lítla hálva tíman, men so var tað, sum um at tað skrædnaði. Spælararnir vóru troyttir, Arnold Berg noyddist at vera skaddur inni á vøllinum, tí allar tríggjar útskiftingarnar vóru framdar, og um walisarnir høvdu verið meiri avgjørdir, og um Karstin Joensen í føroyska málinum ikki av álvara hevði spælt seg upp í seinna umfarinum, so kundu fimm ella seks mál verið farin ígjøgnum. Møguleikarnir vóru í hvussu so er til tað.
Opið í vinstru
Serliga í høgru álopssíðu vóru walisarnir vandamiklir. Teir komu ferð eftir ferð til baklinjuna og løgdu innfyri. Soleiðis var tað eisini, tá teir í nítjanda minutti fingu hol á. Maðurin, sum skoraði, spældi út í høgru, eingin ansaði honum, tá hann spenti á fyri at koma í brotsteigin og stúta innleggið í kassan.
Tveir minuttir fyri hálvleik øktu teir, tá málskjúttin kom úr høgru og sneiddi tríggjar av, áðrenn hann skoraði, og tað restaðu átta minuttir, tá walisarnir øktu til 3-0 eftir hornaspark úr høgru. Tveir minuttir seinni øktu teir eftir uppspæl í vinstru, har tað var tunt, tí føroyski vongverjin hesa løtuna lá skaddur uttanfyri.
Møguleikarnir
Føroyingar vóru onkra ferðina frammi undir at fáa mál. Bestu royndina hevði ein av teimum, sum stóð sterkastur í myndini, Brynjolvur Nielsen, evnaríki miðvallarin, sum skoraði móti Noregi. Úr 24 metrum sendi hann eftir 22 minuttir fríspark í samankomingina, haðani bólturin støkk í ryggin á málverjanum og so út til hornaspark.
Niels Joensen, ein annar evnaríkur miðvallari, var um at koma ígjøgnum mitt fyri eftir uppspæl í høgru og bólt tvørturum frá Jón Róa Jacobsen, men B36 maðurin var kroystur, og so spurdist ikki meiri enn málspark burturúr.
Framtíðin
Leygardagurin var síðsta ferðin, at hetta føroyska U-16 landsliðið spældi saman. Og sjálvt um teir taptu allar dystirnar á heimavølli, so er eingin ivi um, at føroyingar eisini komandi ár fara at taka lut í EM undankappingini.
Á teimum trimum mótstøðuliðunum hesa ferð vóru spælararnir við nøkrum heilt fáum undantøkum frá 1982. Í føroyska átjan manna hópinum vóru sjey av átjan spælarum frá 1983, og harafturat hava tveir aðrir, sum eru frá 1983 verið inni í myndini.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at um hesir dreingirnir framvegis fara at gera eins nógv við tað, sum teir hava gjørt í ár, so eru teir upplagt grundarlag á liðnum komandi ár. Sáttmálin, sum FSF hevur við venjaran, Jógvan Martin Olsen, er eisini galdandi í 1999.










