gloyma øll tey ungu og eldru, sjúku og skerdu, sum í mong ár hvønn dag hava leitað sær heilsu og betri førleika við at venja eftir vegleiðing og ráðum útvarpsins. At nøkur fara av og onnur koma á flatuna [...] mentanarligt, málsligt og andligt samband við fólkið. Tí er hann takksamur og vónríkur um, at lestrarnir ikki bara vóru verdir at skriva, senda og endursenda, men eisini at prenta og geva Føroya fólki í bók [...] við morgunlestri og morgunfimleiki interaktivt samband við lurtararnar. Fyrra sendingin kravdi frið, djúphugsan, umhugsni, meditatión og bøn, og tann seinna kravdi rørslu, styrki, møði og fimi. Frálíkar
"fleiri mentaði og hugaði fólk vald á ting." "Politik ist die Kunst des Möglichen", segði Bismarck. Politikkur er kynstrið at fremja tað, sum ber til undir teimum givnu umstøðunum. Og tað tilfarið, sum [...] føroyskt er tjóðarmál og alment mál. JA til eina nógv betri javnvág millum løgting og landsstýrið. JA til mannarættindi givin føroyingum av føroyingum sjálvum. JA til eitt sjálvstøðugt og sjálvskapt grundarlag [...] ina snýr seg um okkara felags grundarlag. Tí mugu vit vóna, at flokspolitikkur og taktikkur tapa í dag - og at semjan og samstarvið vinna.
góðar og djúpar tekstir. Hann dugir framúr væl at brúka myndamál, bæði úr gamla og nýggja testamenti. Um Dávid kong, Ábraham, Ísak og so framvegis. Hann dugir framúr væl at samantvinna andaliga og verðsliga [...] Cohen. Talan var um eitt øðrvísi og forkunnugt tiltak, ið prestur og kirkjuráðið tó høvdu valt at lata í ein kirkjuligan búna. - Ja, vit valdu at hava eina inngangsbøn og útgangsbøn. Tó ikki tí “traditionellu” [...] blívur ongantíð keðiligur, sigur Theodor E. D. Olsen og sipar bæði til tónleikin og tekstirnar hjá Leonard Cohen. Saman við kirkjuráðnum hevur prestur fingið í lag tiltakið, ið lýsir søguna um ein mann,
hendingum og meiningum, sum fóru fram og eru havdar, verður savnað undir einum. Hetta er serstakt søgubrot úr føroyska gerandisdegnum og ikki minst úr Klaksvík seinast í 1940num og í 1950unum, og er onki [...] Dahl, sáli, og nu seinri, Viderø prestur, hava gjørt«. Nú veit eg ikki, men eg ivist í einum breiðari førleika hjá honum at døma um hetta. Í Dagblaðnum nr. 10 og 11, ávíkavist 29. januar og 1. februar 1952 [...] av søgufrøðingi og lektara á Fróðskaparsetri Føroya, Hans Andrias Sølvará, las eg hann í Norðlýsunum 26. september, 4. og 11. oktober. Haldi fyrilesturin er áhugaverdur, viðkomandi og virðismikið er eisini
meiri pengagrað og at, sum úrslit av hesi somu vælferð og vantandi sensitiviteti og forstáilsi fyri øðrum mentanum, kortini hevði tørv á onkrum at vera saman um og, ikki minst, ímóti. Og eftir sama leisti [...] koloni av roysningum og endar við at verða tægað sundur! Men—hevdar grátkomna fylgisrøddin—hetta hevði ikki hent, hevði bjørnin ikki verið so hungrað og útlúgvað. Og hví var hon hungrað og útlúgvað? Jú, av [...] tí tað er ov langt millum ísflakarnar, og nakrar eru farnar at eta sínar javnlíkar av berari svongd og desperatión. Summarísurin kann vera burtur longu í 2050, og harvið er ísbjørnin í veruligum vanda fyri
stendur og gelur og hevur eina meining um tey viðurskifti, sum umrødd vórðu í greinini: Fiskimenn og hornblásarar. Landsins vinnupolitikkur gjørdist knappliga viðkomandi. Harumframt eru bæði miðlar og politikkarar [...] mergurin og treytin fyri øllum lívi í oyggjunum. Skynsemi og stabilitetur eigur tí at eyðkenna allan vinnupolitikk. Bara soleiðis styrkir tú vinnuna og samfelagið. Tjóðveldisfloksins politikkur er greiður [...] kendu orðini: "Samhaldsfesti og eingin javnstøða er bara ein olmussa, og olmussir hava ongantíð stuðla undir nakran framburð, hvørki hjá eini tjóð ella menniskjum annars. Og trygd við ongari javnstøðu er
Miðflokkinum og Fólkaflokkinum til, at teirra egnu floksleiðslur nú leggja rygg til eina tilgongd, sum í roynd og veru førir okkum út úr ríkisfelagsskapinum? Munnu tey sita við einari óunnuligari kenslu og eru [...] altíð hevur gjørt í Sambandsflokkinum. Við skynsemi, ábyrgd, og móti eini framtíð, har Føroyar standa sterkar – IKKI einsamallar - men trygt og sjálvstýrandi innan ein nútímans ríkisfelagsskap. Vit hava [...] i. Eg kann fyri mín part, sum tingkvinna fyri Sambandsflokkin, siga beint út, at hetta er ikki politikkur fyri meg. Hetta er ábyrgdarleysur retorikkur, sum kann fáa álvarsligar fylgjur fyri framtíðina
sending sum eitur “Stjórnin - Politikkur á skák”. Eg plagi av og á at lurta eftir sendingini, men onkuntíð haldi eg, at tað sum verður sagt har er meira “á skák” enn tað er politikkur. Í gjár varð eg sjálvur [...] atkvøður tey hava fingið og líkamikið um tey eru beinleiðis vald ella eykavald, so tað er ikki har eg eri.” Fleiri løgtingsfólk viðmerktu røðuna hjá mær, har tey vístu á tað sama, og tey fingu øll sama svar: [...] eykavaldu. Triði luttakarin, Jóannes Eidesgaard, roknaði hvussu lítil munur var á atkvøðutalunum hjá mær og onkrum eykavaldum. Jú tað er rætt, at eg haldi tað vera løgið, at eitt landsstýrisfólk kann leggja
eftir at leiðslan í Finansiel Stabilitet hevði verið frammi og latið sum um hetta var “business as usual”, og samstundis roynt at ræða landsstýrið og allar føroyingar við, at um stutt bil fór “maðurin sum datt [...] fyri EIK”, sum báði Astrup og Eidesgaard so dúgliga hava ført fram. Tað ber sostatt væl til at tillaga reglurnar - tá tað er neyðugt. Og tey boðini munnu nevndarformaðurin og stjórin í Fíggjarligum Støðufesti [...] sum varð farið undir avtøkufelagið, og EIK Banki hevði hildið fram. Lítið bendir á, at tað var ógjørligt at loysa dótturfelagsveðhaldið millum bankarnar báðar. Og landsstýrið hevur onga juridiska útgreining
Túsundavís av jødum. Dansandi og rópandi, meðan brennivínsfløskur ferðast millum hendur og munn. Árliga og traditiónsríka Purim høgtíðin verður hildin í Jerusalem í kvøld. Og tað merkir veitsla við stórum [...] Eisini rabbinararnir og ultraortodoksu jødarnir. Við síðum svørtum kyrtli, stórum hatti og skeggi og longum krúllum niður við oyrunum, soleiðis sum álagt er í 3. Mósebók, ganga teir og vála í heilaga býnum [...] virðum og lívshátti, og sum ynskir ortodoksan jødadóm, har piparið grør. Men í løtuni er parlamentariska maskinaríið skrúvað soleiðis saman, at ekstremistarnir hava víðar ræsur. Og tað vekir split og spenningar