Tá tað andaliga og verðsliga rennur saman

Tónleikurin skal hóska inn í kirkjuna. Góðskan skal vera í lagi – ja, tað skal vera ein meining við tí. Tað sigur ein væl nøgdur Theodor E. D. Olsen, eftir at Kvívíkar Kirkja tvær ferðir var ov trong til øll tey, ið vildu hoyra Leonard Cohen

- Góðskan á tónleikinum, sjálv tónleikaupplivingin, stendur eftir. Ikki bara tað, at tiltakið var í einari kirkju. Og tað er tað, ið eg eri glaðast fyri. Theodor E. D. Olsen er væl nøgdur, eftir eitt vikuskifti við tveimum, fullsettum Leonard Cohen tiltøkum.
Tað er tíðiligt, at kvívíkspresti dámar væl kanadiumannin, ið er so lættur at dansa til, men ikki altíð so lættur at dansa við.
- Jú, hann er ein maður, ið man altíð vendir aftur til. Hann blívur ongantíð keðiligur, sigur Theodor E. D. Olsen og sipar bæði til tónleikin og tekstirnar hjá Leonard Cohen.
Saman við kirkjuráðnum hevur prestur fingið í lag tiltakið, ið lýsir søguna um ein mann, sum við sínum tónleiki hevur nomið við so mong.
- Kirkjurúmið stendur har, 24 tímar um samdøgrið. Og hóast guðstænastan altíð kemur at vera tað primera, so eiga vit at kunna brúka kirkjuna til annað eisini. Sjálvandi í allari sámuligheit, sigur Theodor E. D. Olsen.
Fríggjakvøldið og aftur sunnukvøldið var tað so Leonard Cohen, ið fylti kirkjurúmið í Kvívík.

Samanrenningin
Suzanne, ævigi klassikarin, ið Cohen skrivaði í sekstiárunum, legði støðið fyri kvøldinum í Kvívíkar Kirkju. Tónleikararnir Edvard Nyholm Debess, Petra Iversen, Hanus G. Johansen, Kim Hansen og Anna Maria Olsen settu saman eina skrá, har flestu av løgunum vóru úr sekstiárunum, tó at onkur nýggjari vóru í millum. Theodor E. D. Olsen tók í tekstirnar, tá hann í fleiri umførum hugleiddi um 78 ára gamla kanadiumannin og lív hansara. Hann hugleiddi um gátuføru Suzanne í sanginum, har Jesus brádliga trínur fram.
Jesus was a sailor
When He walked upon the water
And He spent a long time watching
From His lonely wooden tower
And when He knew for certain
Only drowning men could see Him
He said,"All men will be sailors then
Until the sea shall free them
- Cohen hevur góðar og djúpar tekstir. Hann dugir framúr væl at brúka myndamál, bæði úr gamla og nýggja testamenti. Um Dávid kong, Ábraham, Ísak og so framvegis. Hann dugir framúr væl at samantvinna andaliga og verðsliga partin av lívinum, lýst í sambandinum millum mann og kvinnu, greiðir kvívíksprestur frá.
Eftir fyrstu løgini frá framúr góðu tónleikarunum tók Theodor E. D. Olsen fatur í Paulus:
- Trúgvin, vónin, kærleikin. Men størstur av teimum er kærleikin. Orðini hóska væl til skaldskapin hjá Cohen. Altíð dragandi, ræðandi. Djúpur, men samstundis er flogið høgt. Við frástøðu, men tó nærveru.
Kvívíksprestur steðgar á við samanrenningina millum tað andaliga og tað meiri verðsliga. Eitt kynstur, ið Cohen sambært presti dugir sum fáur.
- Tað er ikki heilt rætt, at kristindómurin er so bangin fyri tí ítøkiliga, tí verðsliga. Tak bara brúðarvígsluna í kirkjuni sum dømi, sigur Theodor E. D. Olsen.
Hesi bæði kvøldini var kærleikin reyði tráðurin í frásøgnini, tónleikinum og tiltakinum sum heild.
- Kærleikin fyllir nógv hjá Cohen. Og jú, hann er vist nokk eisini ein sjarmørur, leggur prestur smílandi afturat.

Lógvabrestirnir
Fólk tóktust vera á einum máli um, at kirkjurúmið varð brúkt á virðiligan, vakran og fjálgan hátt til at lýsa søguna um ein mann, ið við sínum tónleiki hevur nomið við so mong. Og kirkjuliðið fekk eisini høvi at fagna tónleikinum og tónleikarunum.
- Fyrst høvdu vit avtalað, ikki at klappa millum løgini. Ikki av kirkjuligum ávum, men fyri at gera løtuna meira intima. Men vit broyttu meining í síðstu løtu. Eg haldi, at vit høvdu eina ábending um, at hetta kundi fara at gerast nokkso stórt, sigur Theodor E. D. Olsen á sín egna lítillátna hátt.
Í Kvívíkar Kirkju er tað ikki longur ein diskusjón, um loyvi skal vera at klappa í kirkjuni. Tað er loyvi.
- Tað er befríandi at klappa. Tað vildu vit ikki taka frá fólki, hetta Leonard Cohen kvøldið, staðfestir prestur.
Til seinasta lagið, Dance me to the end of love, fylgdu lógvabrestirnir tónleikinum allan vegin.

Sum í kirkju
Tá Anna Maria Olsen sang Hallelujah, ein sangur á markinum at vera sálmur, var kvirt í Kvívíkar
Kirkju. So kvirt og vakurt, at ein hoyrdi hárini reista seg.
Now I've heard there was a secret chord
That David played, and it pleased the Lord
But you don't really care for music, do you?
It goes like this
The fourth, the fifth
The minor fall, the major lift
The baffled king composing Hallelujah
- Tað er ein spurningur um trúgv, vón og kærleika. Av teimum er kærleikin størstur, og tí kunnu vit syngja Hallelujah og dansa til kærleikans enda, segði Theodor E. D. Olsen millum annað, tá hann leiddi kirkjuliðið gjøgnum lívið hjá Leonard Cohen.
Talan var um eitt øðrvísi og forkunnugt tiltak, ið prestur og kirkjuráðið tó høvdu valt at lata í ein kirkjuligan búna.
- Ja, vit valdu at hava eina inngangsbøn og útgangsbøn. Tó ikki tí “traditionellu”, men ístaðin tekstin hjá Marjuni Bæk, har man takkar fyri gávurnar, ið man fær. Tað setir góðar karmar um tiltakið, haldi eg, sigur Theodor E. D. Olsen.

Fleiri áveg
Konsertin við tónleiki eftir Leonard Cohen er bara eitt av fleiri tiltøkum á føstuskránni hjá Kvívíkar Kirkju. Sjálvur dylir Theodor E. D. Olsen ikki fyri, at hann kundi hugsað sær meira tónleik inn um kirkjugátt.
- Tað skal sjálvandi vera tónleikur og tekstur við góðsku. Tað skal vera ein meining í at bera tað inn í kirkuna, sigur hann.
Enn er einki ítøkiligt sett á skrá, men prestur hevur ein dreym:
- Jú, eg havi ein dreym um at gera eitt U2-tiltak í Kvívíkar Kirkju. Írski superbólkurin hevur tekstir og tónleik, sum hóska sera væl inn í kirkjuliga rúmið, sigur Theodor E. D. Olsen og steðgar eitt sindur á:
- Tað krevur eitt ávíst tøkniligt setup, men tað eigur at rigga, leggur hann afturat.
Meðan U2 framvegis stendur sum eitt hugskot í høvdinum á presti, er Leonard Cohen aftur á veg inn í Kvívíkar Kirkju.
- Vit hava ætlanir um at endurtaka tiltakið síðst í mars. Onkur av tónleikarunum fer av landinum, men vit ætla at finna ein dato eftir 20. mars, sigur Theodor E. D. Olsen.