Í hesum døgum fellur avgerð um framtíðina hjá EIK, sum danski staturin nú eigur.
Og føroyingar skulu til at keypa aftur eina banka fyri hundraðtals milliónir. Ein banka, sum var partur av eini trygdarskipan, ið júst varð gjørd fyri at verja teir bankar, sum vóru nóg sterkir at yvirliva, og taka av teir veiku bankarnar – sum EIK Bank Danmark.
Fevndi høvuðsendamálið hjá Finansiel Stabilitet - at skapa fíggjarligt støðufesti - eisini um Føroyar, so er als eingin ivi um, at tað einans var EIK Bank Danmark, sum varð farið undir avtøkufelagið, og EIK Banki hevði hildið fram. Lítið bendir á, at tað var ógjørligt at loysa dótturfelagsveðhaldið millum bankarnar báðar. Og landsstýrið hevur onga juridiska útgreining, sum prógvar, at løgfrøðiliga niðurstøðan hjá danska Búskaparmálaráðnum var røtt og neyðug. Men hon var tann loysnin, sum var hin besta fyri partafelagið hjá danska búskaparmálaráðnum, Finansiel Stabilitet A/S.
Hvørs ábyrgd?
Leiðslan í EIK eigur fulla ábyrgd av, at bankin kom í eina vanlukkuliga støðu. Og álvarsom spurnartekin kunnu setast eftirlitsmyndugleikarnar - bæði við danska Fíggjareftirlitið, sum alt ov seint rópti varskó og við føroyska grunnaeftirlitið, sum als ikki røkti sína skyldu í mun til EIK-grunnin.
Men, tað broytir einki uppá tann veruleika, at varð EIK vigaður, sum tað hann var – ein høvuðsbanki í føroyska búskapinum, við sama týdningi sum Danske Bank ella Nordea í danska samfelagnum – og hevði Føroya landsstýri og danska stjórnin tikið hetta fakta í álvara, so høvdu teir eisini verið samdir um, at tað á ongan hátt tryggjaði fíggjarligt støðufesti í Føroyum, at lata EIK fylgja við EIK Bank Danmark yvir í eitt felag, hvørs uppgáva er at avtaka bankar, sum ikki hava lívsgrundarlag.
Notatið, sum hvarv
Donsku og føroysku myndugleikarnir hava tvíhildið um, at veðhaldið, sum EIK í Føroyum setti fyri danska dótturfelagið gjørdi, at EIK noyddist at fylgja við undir avtøkufelagið Finansiel Stabilitet. Og tað er sjálvandi bæði rætt og rættvíst sæð út ífrá tí sjónarhorninum, at ein bankaleiðsla eigur at bøta fyri at hava tikið alt ov stóran váða á seg, og má eftir vanligum reglum standa við sínar skyldur mótvegis dótturfelagnum.
Men skipanin við avtøkufelagnum Finansiel Stabilitet, er ikki gjørd at handhevja vanligan fíggjarligan rætt og rættvísi. Talan er um eina tilbúgvingarskipan, við heilt greiðum endamáli: “Selskabets formål er at medvirke til sikring af finansiel stabilitet i Danmark, herunder at afvikle nødlidende pengeinstitutter, der vælger at lade sig afvikle gennem Finansiel Stabilitet”.
EIK Banki var ikki “nødlidende”. Hann hekk uppá eitt ólukkuligt veðhald, men var endamálið at tryggja fíggjarligt støðufesti í Føroyum var EIK ikki komin nærindis avtøkufelagnum, eins lítið og Den Danske Bank ella Nordea uttan víðari og við ófatuliga stuttum skotbrái høvdu enda har. Um neyðugt hevði man í eini handavending broytt reglurnar, vórðu hesar veruliga ein forðing fyri at loysa bankarnar at.
EIK ikki avtakast
Av sonnum er EIK “to big to fail”, sum Jørn Astrup, sum umboðar nýggju eigararnar, slóð fast fáar tímar eftir at leiðslan í Finansiel Stabilitet hevði verið frammi og latið sum um hetta var “business as usual”, og samstundis roynt at ræða landsstýrið og allar føroyingar við, at um stutt bil fór “maðurin sum datt av háhúsinum” at liggja í asfaltinum, sundursorlaður og gone forever.
Men hetta er á ongan hátt nakar vanligur banki avtøkufelagið hevur fingið undir seg. Fer EIK, fer alt okkara fíggjarkervi í sor. Tað veit hvør sál á Christiansborg, og har hevur neyvan nakar áhuga í at fáa enn eitt føroyskt bankamál uppá nakkan. Tí verður tað nú “gjørt undantak fyri EIK”, sum báði Astrup og Eidesgaard so dúgliga hava ført fram. Tað ber sostatt væl til at tillaga reglurnar - tá tað er neyðugt. Og tey boðini munnu nevndarformaðurin og stjórin í Fíggjarligum Støðufesti nú hava fingið væl skorið út í papp.
Svar krevst
Føroya landsstýri skyldar okkum øllum eitt greitt svar uppá, hví ein føroyskur banki, har øll útlit vóru til, at hann fór at klára seg, yvirhøvur varð sendur undir avtøkufelagið. Hví tað var ógjørligt at loysa dótturfelagsveðhaldið. Hvar er løgfrøðiliga tulkingin og ráðgevingin, sum landsstýrið sjálvt útvegaði sær? Var landsstýrið samt við tulkingina hjá Fíggjarligum Støðufesti og danska Búskaparmálaráðnum, sum jú skuldu hugsa um at verja síni áhugamál?
Um løgfrøðiliga svarið er so sólarskært, sum báði danska og føroyska stjórnin hava gjørt tað til, hví er løgfrøðiliga útgreiningin ikki langt síðani løgd fram alment? Tað er hon ikki, tí hana hevur landsstýrið ongantíð fingið. Heldur ikki hóast departementssjefurin í danska Búskaparmálaráðnum longu hin 30 september skrivar at: “vi sender som aftalt et uddybende notat herom snarest”. Men hvørki undirritaða ella onnur, sum hava biðið um innlit í løgfrøðiligu útgreiningina fáa hana. Tí har finst einki notat, sum útgreinar hesa juridisku niðurstøðu, sum var so heilt avgerandi fyri EIK-banka.
Juridiskur politikkur
Stutt eftir at EIKin fall, greiddi stjórin í Finansiel Stablitet, Henrik Bjerre-Nielsen, í donskum miðlum frá: “... vi kunne bruge den positive værdi af færøske Eik Banki til at dække hullet efter Eik Bank Danmark”, og tá ongin fíggjarligur fyrimunur var fyri FS ella Danska Statin, var heldur eingin orsøk til, at undantak kundi gevast fyri at koyra EIK-banka Føroyar undir Finasiel Stabilitet. So einføld er frágreiðingin. Hvørt tað var ein risa fyrimunur fyri føroyska búskapin og samfelagið alt, var als ikki tikið við í roknistykkið.
At tað er landsstýrið og ikki danska stjórnin, sum hevur ábyrgdina av okkara ófatuliga veiku støðu í hesum máli, kann lítil ivi vera um. Tí landsstýrið hevur ongantíð strongt á at fáa neyðugu ávirkanina á hesa krepputilbúgvingarskipanina, hóast hon er so fullkomiliga avgerandi fyri okkara fíggjarkervi.
Greið lyfti
Men Bjerre-Nielsen, Kruse Petersen og Astrup hava fingið eitt greitt lyfti um, at verður privata tilboðið uppá bankan ikki nóg høgt, so er landsstýrið garantur fyri at Finansiel Stabilitet fær ein nóg góðan prís fyri bankan!
Beint eftir at EIK var vorðin ogn hjá danska statinum, segði løgmaður við danska TV2 at: “Det var en dårlig dag for aktionærerne, men det var god dag for skatteyderne på Færøerne”. Mundi løgmaður meina við, at føroyski skattgjaldarin skuldi gleða seg at sleppa at keypa bankan aftur?