Í dag, 15. oktober, er fyrsti dagur, at tað er loyvt at koyra við píkadekkum. Síðstu árini hevur nógv verið kjakast, um tað er neyðugt at koyra við píkadekkum, og í samrøðu við in.fo í morgun sigur Heðin [...] metir Fríðrik Bláhamar, at tað er vanahugsan, ið ger at fólk enn koyra við píkum. - Tað er ein gamal vani, at fólk halda man ikki klárar at koyra uttan píkar. Tá tað er hált og gler, so slepst ikki uttanum [...] Kanningar í Norra vísa, at tað í 85 prosent av tíðini er neyðugt við vetrardekkum, meðan tað einans er neyðugt við píkum eitt prosent av tíðini. Eg vænti, at tað er nakað tað sama her í Føroyum. - Høvdu vit havt
9 ár, og Helena Hansen, 9 ár. - Hetta er fyrstu ferð, eg eri á festival, sigur Helena, sum er úr Vestmanna. Hinar báðar eru somuleiðis úr Vestmanna. - Men hetta er aðru ferð hjá okkum báðum, sigur Lív og [...] peikar á seg og Mariu. Vinkonurnar eru ikki í iva um, hvat tær eru spentast uppá hetta vikuskiftið. - Rasmus Seebach. Tað er einki at tosa um. Hann er besti sangarin hjá mær, sigur Helena. - Men tað verður [...] stuttligt at hoyra Babou og Basim í morgin, sigur Maria. Donsku D-A-D eru júst farnir á pall, men tað er ikki júst nakað, sum tær tríggjar genturnar eru so spentar uppá. - Teir eru sikkurt fínir. Eg kenni
Valið er av, samgonga er skipað og Javnaðarflokkurin situr enn í andstøðu. Ein støða, sum formaður floksins neyvan er nøgdur við, kanska serliga tá hugsað verður um hvussu stóra framgongd flokkurin fekk [...] til merkis er, at fólkaatkvøðan, sum Tjóðveldisflokkurin hevur livað uppá síðan 1948 sambært hetta samgonguskjalið er annulerað, tí vit skulu hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Eg haldi tað er keðiligt fyri [...] at man hevur livað uppá eina lygn í øll hesi árini. - Annars er tað eitt annað, sum harmar meg, og tað er henda "forfeingiligheitin", sum er í sjálvstýrispolitikki, at teir hava ein tørv fyri at proklamera
tær ikki, so leingi skúlagongdin er í Norðradals skúla. Ikki í bøin Skúlagarðurin er munandi minni og munandi øðrvísi enn tann, tey eru von við í Kollfjarðar skúla. Har er alt asfalt, men her býður stolta [...] Trygvi Samuelsen er í ferð við at skriva tímatalvuna uppá svørtu talvu. Børnini hava fingið hvør sína tímatalvu útflýggjaða, og skriva nú av eftir tí, sum lærarin skrivar á talvuna. Hann er komin til fríggjadag [...] segði mær frá tí. Men nú sleppa vit ikki í bøin. - Tað er øgiliga keðiligt, haldi eg, sigur henda gentan. Í bø og haga Dreingirnir vita ikki heilt, hvat teir skulu gera hetta fyrsta fríkorterið í nýggja skúlanum
luktar langt vekk frá av politikki. Eg vóni, at landspolitikkararnir verða meira seriøsir enn hvat handan nevndin er. Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu [...] Havnin føla seg tiknar av ræði, nú gongd er sett á at gera Eysturoyartunnilin, uttan at spyrja havnarfólk um hvar hann skal koma upp Streymoyarmegin. Sjúður Olsen er eisini skjótur at peika á dupultmoralin [...] mælt verður landsstýrinum til at steðga útbyggingini av Tórshavnar havn. - Kensla man situr við nú er, at fólk royna at kappa beinini undan Havnini. Eg vóni bara, at skil og vit ræður hjá landspolitikarunum
Teir eru jú komnir til Føroya fyri at arbeiða, og teir vilja gjarna liva so bíliga sum møguligt. Tað er annars heldur ikki lætt at finna bústað í Føroyum, sigur Pauli Olsen og vísir á ein vansa við búst [...] aftur á arbeiðnum hjá teimum, tí teir eru sera arbeiðssamir, sigur hann. "Finnið tykkum okkurt annað" Hvat høvdu tit gjørt, um rumensku starvsfólk tykkara høvdu klagað og sagt, at teir vóru ónøgdir við sín [...] sín bústað á Jekaragøtu? - So høvdu vit sagt, at viðkomandi má royna at finna sær okkurt annað. Tað er upp til teir sjálvar. Í prinsippinum blanda vit okkum ikki upp í teirra viðurskifti, sigur Pauli Olsen
gomul Øll hesi árini hevur handilin verið hennara eitt og alt. Spurningurin er, hvat ein so virkisfús kvinna nú fer at gera? - Hvat eg ætli mær at gera? Eg voyt ikki. Her liggur so nógv á láni, sum eg ikki [...] hæddini. So líðandi er handilin mentur til at gerast ein gávubúð og ein handil, har til bar at keypa klædnavørur og meturvørur av góðum slagi. Hetta hevur verið eitt stað, har nógv fólk er komið á gátt hvønn [...] aftur. - Sum tú sært. Her er millum lítið og einki eftir í dag, sigur Herfríð. Ætlar fyrst at slappa av - Eg dugi so ikki at siga fyri einki, sigur Herfríð. Aðrastaðni á síðuni er nevnt, at hon hevur rikið
meðan verkfall er. Slíkt stórsinni hevur neyvan nakar fíggjarmálaráðharri víst í nýggjari tíð, skrivar Bjørn á Heygum og spyr, hvar heimildin hjá Kristinu Háfoss er í at útgjalda hetta lán. - Er hetta ikki [...] peningur verður útgoldin uttan heimild, og uttan at talan er um nakað rættarligt krav yvirhøvur? Veruleikin er nevniliga tann, at ongin munur er á at útgjalda hesar somu pengar til onkran hissini Per ella [...] grundleggjandi treyt fyri at útgjalda løn er, at lønin er upptjent, og at eitt lønarkrav í heila tikið eksisterar, skrivar Bjørn á Heygum. Hann sigur, at fyri okkum onnur er tað bæði líkatil og sjálvsagt, at ongin
fólkini sum umsita hana. Tað er tað sama við einum húsarhaldi. Um ein ikki ansar eftir, so fer húskið rabundus. -Skipan við Heimastýrislógini er góð, eingin ivi um tað. Trupulleikin er bert tann, at tjóðveldið [...] á løgtingi og fólkatingi! Fundurin vardi í tríggjar tímar, og spurningurin er so, um hann flutti veljarar nakran vegin. Tað er nokk lítið sum bendir á tað, um skal trúgva teimum trimum monnunum, sum siga [...] Heimasstýrislógina. -Ja, er tað ikki ótrúligt, at vit soleiðis ferð eftir ferð hoyra tað sama frá tjóðveldinum: At Heimastýrislógin fær skyldina fyri alt tað ringa. Nei, Tobbi, eingin skipan er betri enn tey fólkini
Nú verður seinasti møguleiki at uppliva leikin ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. ÓMEGD er bygdur á veruligar hendingar úr bókini “Um bara hann sló meg”, eftir Súsonnu O. Skaale, sum í einum setti harðskap [...] funnu vegin úr harðskapinum. Frásagnirnar í leikinum byggja allar á veruligar hendingar, og siga frá, hvat hendir, tá parlagið fer av kós, og harðskapurin tekur yvir. Tvær eykasýningar verða sunnukvøldið 1