- Rasmus Seebach er besti sangarin hjá mær

Á regnváta Vágsbøi fyrr í dag møtti Portalurin trimum gentum, sum vóru farnar tíðliga á festival. Talan var um vinkonurnar Maria Friis, 10 ár, Lív Poulsen, 9 ár, og Helena Hansen, 9 ár.

 

- Hetta er fyrstu ferð, eg eri á festival, sigur Helena, sum er úr Vestmanna. Hinar báðar eru somuleiðis úr Vestmanna.

 

- Men hetta er aðru ferð hjá okkum báðum, sigur Lív og peikar á seg og Mariu.

 

Vinkonurnar eru ikki í iva um, hvat tær eru spentast uppá hetta vikuskiftið.

 

- Rasmus Seebach. Tað er einki at tosa um. Hann er besti sangarin hjá mær, sigur Helena.

 

- Men tað verður eisini stuttligt at hoyra Babou og Basim í morgin, sigur Maria.

 

Donsku D-A-D eru júst farnir á pall, men tað er ikki júst nakað, sum tær tríggjar genturnar eru so spentar uppá.

 

- Teir eru sikkurt fínir. Eg kenni ikki teirra sangir, men eg trúgvi, at tá eg hoyri onkran sang, so kenni eg, sigur Lív.

 

- Jú, vit vilja gjarna hoyra teir, men ikki líka nógv, sum vit vilja hoyra Rasmus Seebach, sigur Maria.

 

Tær tríggjar vinkonurnar sleppa at hoyra sína fyrimynd í annaðkvøld kl. 23.30 á Vágsbøi.