Bjørn á Heygum, advokatur, hevur í kvøld sent miðlunum eitt hvassorðað skriv, har hann finst at avgerðini um at geva pedagogum løn í desember, hóast hesi eru í verkfalli og verkbanni. Bjørn á Heygum sigur í kvøld, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava bæði rætt og skyldu til at taka verfalls- og verkbansvápnið í nýtslu til tess at røkja síni áhugamál.
- Teir taka ábyrgd av sínum limum hvør í sær, og rinda sjálvir fyri tað eitt verkfall kostar. Hetta er fult legalt, og hvør partur skal sjálvsagt í sínum lagi royna at fáa sum best og mest burturúr við at leggja trýst á mótpartin. Hervið fæst tann javnvág í sáttmálasamráðingunum, sum er ein avgerandi fyritreyt fyri einum natúrligum og forsvarligum lønarlag, sum báðir partar kunnu liva við, skrivar Bjørn á Heygum.
Víðari sigur hann, at Kristina Háfoss er nú í holt við at avskepla hesa natúrligu javnvág.
- Hon hevur nú sum ein annar miskunsamur samaritani avgjørt at geva øllum starvsfólkum í verkfalli fulla løn, uttan, at hesi hava rætt til eina einastu krónu. Tað kann fyri ein uttanfyristandandi tykjast, sum Kristina Háfoss heilt hevur gloymt leiklutin sum arbeiðsgevari, og ístaðin er vorðin fakfelagsleiðari. Í hvussu er hevur hon fyribils yvirtikið fíggjarligu ábyrgdina hjá verkamannafeløgunum soleiði, at limirnir nú fáa fulla løn frá arbeiðsgevaranum, ístaðin fyri frá fakfelagnum, meðan verkfall er. Slíkt stórsinni hevur neyvan nakar fíggjarmálaráðharri víst í nýggjari tíð, skrivar Bjørn á Heygum og spyr, hvar heimildin hjá Kristinu Háfoss er í at útgjalda hetta lán.
- Er hetta ikki mandatsvik, tá peningur verður útgoldin uttan heimild, og uttan at talan er um nakað rættarligt krav yvirhøvur? Veruleikin er nevniliga tann, at ongin munur er á at útgjalda hesar somu pengar til onkran hissini Per ella Pól, sum sjálvsagt hevur líka lítið krav uppá peningin, sum ein hvør limur í Føroya Pedagogfelag í verkfalli hevur tað. Øll vita, at ein grundleggjandi treyt fyri at útgjalda løn er, at lønin er upptjent, og at eitt lønarkrav í heila tikið eksisterar, skrivar Bjørn á Heygum.
Hann sigur, at fyri okkum onnur er tað bæði líkatil og sjálvsagt, at ongin hevur krav uppá løn, sum ikki er til arbeiðis, og ikki hevur lógligt forfall.
- Gloymd er arbeiðsgevararollan, - og gloymd er aðaluppgáva fíggjarmálaráðharrans, nevniliga til eina og hvørja tíð at umsita almennan pening við skynsemi og varsemi, og harundir at verja skattaborgaran móti øllum óneyðugum - og ikki minst øllum óheimilaðum útreiðslum. Veruleikin er, at Kristina Háfoss agerar hvørki sum arbeiðsgevari ella fíggjarmálaráðharri. Ístaðin átekur hon sær leiklutin sum opportunistiskur breyðpolitikari, og misbrúkar sín ráðharrasess til lættkeyptan popularitet, skrivar Bjørn á Heygum.
Hann finst víðari at fíggjarmálaráðharranum og heldur, at hon spælir uppá kenslurnar.
- Í eini sera álvarsamari støðu, har landið er rakt av einum meinum verkfalli, velur hon at dyrka sentimentalitetin. Hon spælir uppá kenslurnar, - at tað er synd í fólki, sum ikki fáa løn, - sjálvt um tað er sjálvboðið at fara í verkfall – vit skulu jú vera góð við hvønn annan um jólini. Samkenslan er sermerkt og ikki sørt fyrimyndarlig – og glorian hjá Kristinu Háfoss er eyðsýniliga ikki langt burtur, sigur Bjørn á Heygum.
Kommunal politikararnir fáa eisini toyggi frá Bjørn á Heygum í kvøld. Tí hann skrivar, at hetta verður gjørt av kommunal politikarunum fyri at blíva valdir aftur.
- Ríkiliga úrvalið av slotandi opportunistum í kommunalum høpi hevur nevniliga fyri langari tíð varnast, at fremsta kvalifikatiónin hjá einum fólkavaldum er altíð bara at vera fittur og gávumildur uppá skattaborgarans rokning, og at tað ongantíð fær avleiðingar at forbróta seg ímóti teimum reglum, sum settar eru í verk til tess at verja henda sama skattaborgara móti almennum sviki. Onkrir glottar eru tó í kommunalum høpi. Tað eru tíbetur altíð einstakir persónar ímillum, sum hava integritet og ikki lata seg ríva við populistiska streyminum. Teimum skylda vit eitt svar uppá, hví heimildarleysar lønarútgjaldingar ikki skulu fáa avleiðingar fyri tey seku, meðan teir - við at halda lógina og vera princippfastir, - óuppiborið vera skýrdir fyri at vera bæði forstokkaðir og kensluleysir, skrivar Bjørn á Heygum.
Og at enda í skrivinum spyr hann, hvat løgmaður ætlar at gera.
- Hvat sigur Aksel V. Johannessen, løgmaður, til slíkt misbrúk og svik við almennum peningi? Hevur hann ikki eina skyldu til at hava eftirlit við sínum landstýrisfólki, og í síðsta enda kommununum, og syrgja fyri, at lógin verður hildin? Henda og komandi ósemjur á arbeiðsmarknaðinum koma væl saktans at vísa, um hann sum løgmaður hevur nakran rygg og røkir sínar skyldur, ella bara velur ómakaleysa leiklutin at lata standa til, meðan rættarsamfelagið verður ryggbrotið innanífrá, skrivar Bjørn á Heygum í kvøld.