heimastýrislógini. So uttan mun til, um vit fingu hesa álitiskreppuna Føroya og Danmarkar ímillum, so hevði verið neyðugt við nýhugsan á hesum øki. Tíðin setur okkum politikkarum krøv, so um vit vilja tað ella [...] okkinum hava gjørt okkum um neyðugar broytingar á hesum øki. Viðvíkjandi heitinum á fundinum í kvøld, so er tað rættiliga áhugavert at merkja sær, at tá samráðingarnar vóru um Heimastýrislógina, tá vildu [...] bert er millum tveir suverenar statir. Men seinni hevur so hetta orðið vunnið sær hevd. Um hesar somu samráðingar sigur Frederik Harhoff í bók síni um ríkisfelagsskapin, »at Folkeflokken forhandlede i realiteten
fíggjarnevndini eru komin á borðið, verður talan um eitt hall uppá 20 til 30 milliónir. Hóast hetta, so hava landsstýrismenninir, hvør í sínum lagi, eina ætlan um, hvat avlopið skal nýtast til. Eitt avlop, ið [...] ábyrgdarkenslu hava, kunnu leggja navn til slíkan politikk. Og so er tað líka mikið, um flokkurin eitur fólkaflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin. Um politikkarin eitur Anfinn Kalsberg ella Sámal Petur í Grund [...] gyltum lyftum um stórar almennar íløgur, sum fyri ein part skulu fíggjast burtur av avlopinum hjá landskassanum næsta ár. Í dag skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggja fleiri uppskot fram á ting, ið
ókend. Hetta vakti slíkan ans, og ynski er komið fram um at fáa høvi til at hoyra tær upptøkur, sum liggja til grund fyri hesum niðurskrivingum, og er tað so heppið, at upprunaupptøkurnar eru til. Tær vórðu [...] Fróðskaparsetrinum. Nú eru upptøkurnar so flutt yvir á nýggjari miðlar, og tað var í tøkum tíma, tí tað vísti seg at tíðarinnar tonn eisini hevði gnagað tær, og vóru tær um at farast. Men flytingin eydnaðist [...] sálmunum eru danskir, og eru teir at finna í Salmebog for Kirke og Hjem. Serliga tey ungu hava ynski um at sálmasangurin verður endurnýggjaður, og nú hava tey nakað at arbeiða við. Hetta er tann fyrsta føroyska
Sláið Ring, so nú telur limaskarðin 16 dansifeløg. Útgávan av Føroya Kvæði, sum Sláið Ring hevur arbeitt við, er ikki endaliga avrádd enn. Sláið Ring er kunnað um, at Emil Thomsen hevur ætlanir um at útgeva [...] dansifeløgum, um at fáa Sláið Ring at formidla kontakt millum ungdóm í teimum ymsu feløgunum, og gera tað møguligt at samla ungdóm (15-25 ár) úr øllum Føroyum til eitthvørt felags tiltak um føroyskan dans [...] hevur skipað seg við Regin Debess, Toftir, sum nýggjur formaður. Oddvør Johannesen, Dalur, heldur fram sum kassameistari og næstformaður meðan Julianna Joensen, Sandur, verður skrivari. Allir tríggir
Mortensen um als ikki at fáa myndugleikar upp í mál um stuldur, móvegis einari útsøgn frá mær um, at øll børn sum stjala skulu handtakast av løgregluni og tveitast í gapið á barnaverndini. Og so eina smarta [...] slagi. T.v.s. at stuldurin kann vera eitt tekin um ávísar trupulleikar tann ungi hevur at dragsast við. Eitt tekin um mistrivna, um sálarliga órógv, um at eingin gevur teimum gætur, og at tey tí eru farin [...] nógvar familjur í seinasta enda eisini hava verið nøgd og fegin um tað. Samstarvið millum barnaverndina og løgregluna fer altíð fram í vissuni um, at vit umboða hvør sín part, men at vit vilja tað sama, at
Vit hugsaðu sum so, at tey flestu, sum fara á slíkar ferðir, fara eystureystur, og tí høvdu vit líka so góðan hug at fara til Suðuramerika. Og líka síðani vit av fyrsta tíð fóru at tosa um hetta, hevur tað [...] har vita teir um fólk, sum hava við Føroyar at gera, og sum teir ætla sær at vitja. ? Gongst sum ætla verða vit ikki heima aftur í Føroyum fyrr enn í mai mánaði, men tað veldst sjálvandi um hvussu vit trívast [...] trívast, og hvussu verður við pengum. Vit kunnu so altíð bróta ferðina av, hava vit ikki hug til at halda fram, sigur Theodor Olsen. Theodor Olsen og Dánjal Hoydal hava gjørt ymiskt freelance arbeiði fyri
givið. Guttormur Djurhuus sigur við Sosialin, at umráðandi er at fara varisliga fram. Vit vita lítið um hendan fiskin. Men tó so mikið, at øgiliga veiðitrýstið, sum er, hevur hjálpt væl til at minka Atlan [...] føroysku skipini, at kalla, óegnaði. Tí tey eru øll yvirdekkaði. So alt í alt er vert at hugsa seg um, áðrenn farið verður undir slíkar íløgur til so stuttan, og kanska ivasaman, fiskiskap. Vita lítið Tunfiskurin [...] Hvítleyk til tunfisk. Tað ljóðar sum ein matuppskrift. Men so er ikki. Her er talan um agn. Guttormur Djurhuus hevur verið við einum av teimum japansku tunfiskaskipunum, sum hava roynt í føroyskum sjógvi
rættinum greitt, at tann ákærdi als ikki vildi úttala seg um hendingina, ið hann áður yvirfyri politinum hevur noktað seg sekan í. Nú vildi hann ikki siga, um hann viðgekk ella noktaði seg sekan. Tað einasta hann [...] gongur á HF í Klaksík, varð avhoyrdur. Hetta var tó ikki nøkur drúgv avhoyring, tí maðurin mintist so lítið frá mikunáttini 26. mars. tá hann hevði koyrt runt í býnum saman við hinum ákærda. Hann mintist [...] billyklunum. Politiið broytti støðu Síðan kom politiið, og ein politistur bað fyrst henda mannin fara, men so broytti politiið støðu og handtók teir báðar. Tann ákærdi segði seg ongantíð hava sæð mannin, sum var
Eg harmist um, at Sámal Petur í Grund hevur verið so fortur, at hann ikki fyrst hevur kannað málið betur tekniskt. Men av tí at tað liggja so nógv stórmál hjá Fólkaflokkin, sum skulu setast í verk frá
tosað um hetta, og stjórin hevur fingið fyrispurningar frá blaðfólkum o.ø., so valdi hann ikki at svara spurningum. Tey starvsfólkini, sum kendu seg útihýst, valdu at siga seg úr starvi. Talan er um tilsamns [...] Villeiddi starvsfólkini - Hvørjir vóru so trupulleikarnir? - Tað er, at starvsfólkini fólk verða manipulerað, eitt nú at tey fingu tilsøgn um ávísar arbeiðsuppgávur, sum síðani so spakuliga vóru tiknar frá teimum [...] gamla arbeiðsplássinum nú? - Tað er helst tí at vit nú verða spurd um hetta, og eisini tí, at vit nú hava sodnað tað, sum er farið fram, sigur Unn Kruse. Ongar viðmerkingar Sosialurin royndi at fáa viðmerking