luttekur nevniliga í løtuni saman við familiju síni og tveimum øðrum pørum í Robinson líknandi tiltakinum hjá Studio Pegasus, um at lívbjarga sær í útdeyðu bygdini, Múla, í eina viku. Uppihaldið í Múla skal síðani [...] síðani sendast sum útvarpssending í Útvarpi Føroya í vetur. Tættari skapanarvekinum ? Vit komu til Múla í gjár og skulu vera her í eina viku. Vit liva á primitivan hátt og skulu sjálv fáa allan mat til [...] fyri ítróttini í prædikuni ? í hvussu er innleiðingsvís. Men í hvussu stóran mun, veit eg ikki, fyrr enn eg seti meg at skriva, sigur Hans Eiler Hammer. Bundnað evnið til ólavsøkuprædikuna í ár er úr Matteus
verður fyrst í juli. Framstig Hesa løtuna Sosialurin vitjar hansara framsýning í Kunningarstovuni, er ein onnur kend listakvinna inni. Tað er Lydia Petersen, og hon skal hava listaframsýning í næsta mánaði [...] elektronikk-mekanikari, men í løtuni fæst hann bara við at mála. Hann sigur, at tað ber illa til at liva av listini bara í Føroyum, men hann heldur, at um ein hevur annað beinið í útlandinum, so átti tað at [...] sum eg havi mest royndir í at mála, og mær dámar tað best, sigur Høgni, sum eisini hevur fingist við at taka myndir. So at siga allar myndirnar, sum hann sýnir fram, eru málaðar í náttúruni. Tað vil siga
Gunnar í Liða, og leggur afturat, at endamálið sjálvandi er, at óansæð hvar skaðin hendir, so skal viðskiftafólkið verða vís í, at viðgerðin er tann sama. ? Um skaðin hendir í Klaksvík, Runavík ella í Havn [...] síggja í býnum. - Vit eru sera fegin um, at hetta kundi lata seg gera, tí verandi umstøður hjá okkara deild er ikki longur nøktandi, sigur Gunnar í Liða. Hann greiðir frá, at tað er plásstrot í verandi [...] eru til taks at flyta í. Og hann leggur afturat, at hetta ger tað møguligt hjá Tryggingarfelagnum at hækka tænastuna til borgarar í Norðoyggjum. Tryggingarfelagið hevur fyrr verið í samband við Klaksvíkar
tunlarnar, tá Sosialurin fekk fatur á honum. Hann og pápi hansara undrast báðir stórliga á staðið, har óhappið hendi. - Eg havi koyrt í nøkur ár nú, og babba í yvir 20 ár, men ongantíð hava vit tikið í har áður [...] tekur í, men bangin fyri tí, tað eri eg kortini ikki. So hevði eg ikki kunnað koyrt. Tað er ein partur av at koyra buss her í Norðoyggjum, sigur hann. Hann sigur eisini, at hann ofta hevur tikið í tunnilsloftið [...] hvussu dyrabarari last hann koyrir við hvønn dag. Hann koyrir skúlabørn í framhaldsdeildini til Klaksvíkar í skúla. Tað eru fleiri børn í hvørjari av teimum trimum bygdunum norðanfyri tunlarnar. Tað svarar
Hóskvøldið spældi Eivør á eini konsert í Reykjavík, har eisini Bubbi Mortens og onnur vóru við. Í gjár skuldi Eivør í íslendska útvarpið at syngja beinleiðs. Og longri frammi í tíðini bíða konsertir, upptøkur [...] umboða seg í altjóða Grand Prixnum. Glað fyri møguleikan Tað er eingin, sum ivast í, at Eivør kann fáa nógv burtur úr luttøkuni í Grand Prixnum. Hon verður kend um alt Ísland, og tað kann loysa seg í longdini [...] gylta møguleikan. Hesin bólkurin ætlar sær at fara í studio seinni í ár, og tey skulu eisini á konsertferð í Norðurlondum. Men fyrst er tað Grand Prixið, og í gjár ætlaði Eivør at fara undir seinastu fyrir
verða funnin í somu løgum sum teimum, har olja í dag verður framleidd í bretskum øki skamt frá markinum. Í teimum báðum feltunum Foinaven og Schiehallion. Men tað skuldi vísa seg, at hvørki í boringunum [...] brunnar, áðrenn ítøkiligt úrslit kom burturúr. Í Noregi vórðu boraðir fleiri enn 30 brunnar, áðrenn fund varð gjørt. Í Føroyum eru bert boraðir tríggir brunnar. Og í tí eina er møguleiki fyri einum veruligum [...] olja at finna, bert einstøk spor, og í brunninum hjá Amerada Hess varð ikki komið fram á nevniverdugar nøgdir av olju, fyrr enn borað varð nógv djúpri enn ætlað tvs. í løgum, har eingin ella fáur hevði hugsað
sum ikki tykist at taka uppgávu sína í nóg stórum álvara, er eitt alvorligt mál, ikki bert fyri hann, men eisini fyri leiðsluna í FSF og í síðsta enda fyri leiðsluna í ÍSF. Hava vit ráð til at hava ein [...] sum nú í mong ár hevur fylgt fótbóltslandsliðnum og hvørs greinar og analysur standa høgt í metum millum manna og her ikki minst millum virkin ítróttarfólk. Hesi orð hansara eiga tí at verða tikin í størsta [...] at døma ikki tykist at taka uppgávu sína meira alvorliga enn hann ger í løtuni? Vit skulu um stutta tíð møta varaheimsmeistarunum í fótbólti, og hetta er einki minni enn ein sensatión fyri ikki bert føroyskan
um BMI-reglurnar hjá ES upp í stórtinginum. Hann vísti á, at vinnulívsráðharrin, Ansgar Gabrielsen, í vetur lovaði at rudda upp í tí ógreiða í málinum og vísa fleksibilitet í samband við hesar reglur. Bendiks [...] útróðrarmaður, sum tó ikki heldur tað vera rætt, at hann skal koyrast í land, tí hann ikki passar inn í nakrar ES-reglur um avmarkingar í vekt. Hann væntar ikki, at BMI-reglurnar fara at fevna um útróðrarvinnuna [...] Bendiks helt tað vera neyðugt at taka málið uppaftur eftir, at ein fiskimaður í Finnmørkini er raktur av reglunum. Í einum svari, sigur vinnulívsráðharrin, at alt er ein trygdarspurningur. Ikki útróðrarmenn
Pauli Ellefsen varð fyrstu ferð valdur í 1977, og í 1979 setti hann atkvøðumet við 3.681 persónligum atkvøðum. Jákup Lindenskov varð fyrstu ferð valdur á Fólkating í 1979 við 1255 persónligum atkvøðum, og [...] stóri, og eingin hiti hevur verið í valstríðnum. Tað var tí ongantíð roknað við plásstroti í valhølunum týsdagin. Øðrvísi var, tá veljast skuldi til Fólkatingið 23. oktober í 1979. Tá gjørdist luttøkan størri [...] og Centrums Demokraterne, fingu meiriluta í Fólkatinginum, ella um teir borgarligu við Poul Schlüther úr Konservativa flokkinum fingu meiriluta. Veljararnir í Føroyum skuldu gera av, um táverandi løgmaður
kg. Men í tíðarskeiðinum, 1. juli til 31. desember var miðalvektin bert 1,81 kg. Hetta merkir, at hvør upsi, sum Fiskavirking í Vestmanna keypti seinna hálvár í fjør, vigaði hálvt kg. minni enn í fyrra hálvári [...] upsi í ár - Men tað, sum vit hava keypt higartil í ár, er alt miðalgóður upsi, sum eg vil meta liggur um eini 2,3 kg. í miðal. Jens Pauli er tó vitandi um, at fiskurin, sum skipini hava fingið í januar [...] Fiskavirking í Vestmanna, Jens Pauli Petersen. Talan er ikki bara um stakroyndir, men um allan upsan, sum virkið keypti í fjør, og tað er sjálvsagt eitt ótal. Jens Pauli sigur, at miðalvektin á upsa í tíðarskeiðinum