Gitt hevur verið, at Agip fór at biðja um útseting, nú jarðfrøðiligu modellini, sum liggja til grund fyri boringunum, skulu gerast heilt av nýggjum, og nú oljan, sum varð funnin, liggur nógv djúpri enn roknað varð við. Eisini hini oljufeløgini, sum hava bundið seg til at bora fleiri enn ein brunn, hava sagt frá, at teirra komandi boringar verða útsettar helst til 2004.
Nú kann so verða spurt, um hetta er eitt afturstig fyri leitingina við Føroyar! Oljumálaráðharrin heldur ikki. Og tað hevur hann helst eisini rætt í. Betur er at gera heimaarbeiðið betur, so møguleikin fyri at raka rætt fyrstu ferð og kanska einastu ferð, er so stórur sum tilber. Tað er skilligt, at tá øll oljufeløgini við teirra mongu serfrøðingum verða heilt tikin á bóli, tí teir hava ikki mett rætt, so má alt endurskoðast. Roknað hevur alla tíðina verið við, at olja fór at verða funnin í somu løgum sum teimum, har olja í dag verður framleidd í bretskum øki skamt frá markinum. Í teimum báðum feltunum Foinaven og Schiehallion. Men tað skuldi vísa seg, at hvørki í boringunum hjá Statoil ella BP var nøkur olja at finna, bert einstøk spor, og í brunninum hjá Amerada Hess varð ikki komið fram á nevniverdugar nøgdir av olju, fyrr enn borað varð nógv djúpri enn ætlað tvs. í løgum, har eingin ella fáur hevði hugsað, at oljan var at finna.
Tað er greitt, at oljutilgongdin hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Tó so at bjartskygni helst hevur verið í so stórt og órealistiskt. Tí hyggja vit at royndunum aðrastaðni, so er tað heilt náttúrligt, at olja verður ikki funnin eftir bert heilt fáar boringar. Vestan fyri Hetland vórðu t.d. boraðir meira enn 70 brunnar, áðrenn ítøkiligt úrslit kom burturúr. Í Noregi vórðu boraðir fleiri enn 30 brunnar, áðrenn fund varð gjørt. Í Føroyum eru bert boraðir tríggir brunnar. Og í tí eina er møguleiki fyri einum veruligum fundi. So eftir hesum úrslitinum at døma eiga vit at vera nøgd. Men vit mugu samtíðis hava tol.
Tað er sum landsstýrismaðurin sigur: vit mugu hava tol og vit mugu brúka ta tíð hetta tekur. Heldur bíða og raka rætt enn at skunda sær og raka við síðuna av. Tað er sjálvandi stórt spell fyri veitararnar, sum hava gjørt seg út. Hinvegin er hetta ein partur av veruleikanum. At vinnan her heima kortini ikki enn hevur gjørt seg út bara til at virka burturav í hesi vinnu er so eisini gott, og er nettup eitt dømi um tað skilagóða í at hava eina liðiliga vinnu. Tað er ikki fyrr enn lønandi oljufelt eru funnin og avgerð er tikin um at byggja út, at vinnulívið á landi burturav eigur at fara inn í hesa vinnu. Nú mugu vit so seta okkara álit til, at feløgini miðvíst halda fram við sínum arbeiði. At tey ikki spæla myrkaspæl og ætla sær so spakuliga at sleppa burtur úr økinum og forpliktilsunum. Í so máta kunnu brunnar hinumegin markið fáa stóran týdning fyri okkum eisini.
Sosialurin










