Fiskimenn vita nógv um fisk og fiskiskap. Tískil verður ofta spurt, hví ikki verður lurtað meira eftir teimum, tá ið ásetingar skulu gerast og lógir og kunngerðir broytast. Hvussu kunnu landkrabbar vita alt um fisk, tá ið teir nóg illa hava sæð ein livandi fisk?
Tað var løgtingsmaðurin, Juul Jacobsen, sáli, sum í eini valsending umrøddi henda spurningin. Hann helt, at nógvir av teimum, sum gera seg klókar uppá fisk og fiskiskap, nóg illa hava sæð ein livandi murt ? og so tók hann, so skemtiligur hann kundi vera, afturí aftur og segði: ?Jú, kanska sín egna!?
Eyðvitað er, at fiskimenn, sum hava siglt í nógv ár, vita ein heilan hóp. Trupulleikin er, at teir hava smáar møguleikar at føra hagtøl yvir tað, teir síggja og uppliva á sjónum. Tí kann vera torført hjá teimum at prógva sína vitan við tølum.
Upsin nógv smærri
Ein, sum hevur ført hagtøl yvir støddina á upsa, er virkisleiðarin á Fiskavirking í Vestmanna, Jens Pauli Petersen. Talan er ikki bara um stakroyndir, men um allan upsan, sum virkið keypti í fjør, og tað er sjálvsagt eitt ótal.
Jens Pauli sigur, at miðalvektin á upsa í tíðarskeiðinum, 1. januar til 31. juni 2001 var 2,31 kg. Men í tíðarskeiðinum, 1. juli til 31. desember var miðalvektin bert 1,81 kg. Hetta merkir, at hvør upsi, sum Fiskavirking í Vestmanna keypti seinna hálvár í fjør, vigaði hálvt kg. minni enn í fyrra hálvári.
Tá ið Sosialurin tosaði við virkisleiðaran, hevði hann ikki tølini við hondina, men helt seg minnast, at miðalvektin á upsa alt árið 2000 var 2,3 kg.
Dýrari framleiðsla
Maskinurnar spyrja ikki eftir, hvussu stórur ella lítil fiskurin er. Tær skera eitt ávíst tal av fiski. Er fiskurin smáur, minkar framleiðslan. Tískil er dýrari at framleiða smáan fisk enn stóran fisk. Jens Pauli vísir á, at framleiðslunøgdin er nær tengd at miðalvektini á fiskinum.
Spurdur, um hann hevur eina meting av, hvat tað merkir, at upsin er so smáur, sigur virkisleiðarin:
- Nei, tað havi eg ikki, og eg havi heldur ikki spurt meg fyri. Men tað, at nógvur smáur upsi er í fiskiskapinum, man væl merkja, at góður árgangur er á veg. Spurningurin er so bara, hvar tann stóri fiskurin er.
Jens Pauli sigur, at í summum førum koma skip við eini heilari last, har allur upsin er smáur, og har eingin stórur fiskur er ímillum.
Góður upsi í ár
- Men tað, sum vit hava keypt higartil í ár, er alt miðalgóður upsi, sum eg vil meta liggur um eini 2,3 kg. í miðal.
Jens Pauli er tó vitandi um, at fiskurin, sum skipini hava fingið í januar, í nógvum førum hevur verið smáur, og hann væntar ikki, at miðalvektin hjá teimum, sum árið líður, verður so høg.
- Eg havi skilt, at slagið hevur verið betri sunnanfyri, eitt nú á Munkagrunninum, enn eystanfyri og innari vestanfyri, sigur virkisleiðarin at enda.
Jens Pauli Petersen hevur verið virkisleiðari á Fiskavirking í Vestmanna í trý ár.