Bussur tók í tunnilsloft

Tann spildurnyggi bussurin hjá Askham bussum í Hvannasundi tók í tunnilsloftið í norðara tunlinum fríggjamorgunin, tá hann var á veg til Klaksvíkar við skúlabørnum

Óhappið hendi um hálvgum átta tíðina fríggjamorgunin. Hans Jon Askham koyrdi bussin, og hann sigur, at hann bleiv sjálvur ikki so kløkkur, men skúlabørnini, sum aloftast sova á veg inneftir, blivu sera kløkk. Ein tílíkur stoytur gevur eisini ein stóran brest frá sær, so tað hevur ljóðað øgiliga hart í bussinum.
- Eg helt, at eg kendi hvønn kneysa í tunlinum, men tað letur tað so kortini ikki til, sigur Hans Jon, sum júst var komin aftur til Klaksvíkar eftir enn ein túr gjøgnum tunlarnar, tá Sosialurin fekk fatur á honum. Hann og pápi hansara undrast báðir stórliga á staðið, har óhappið hendi.
- Eg havi koyrt í nøkur ár nú, og babba í yvir 20 ár, men ongantíð hava vit tikið í har áður, sigur Hans Jon undrandi á málinum. Tað er ein vissur vandi í at koyra gjøgnum báðar tunlarnar á Borðoynni, tí teir eru so smalir og lágir, men tað er tann einasti møguleikin, um ein skal yvir til Klaksvíkar.
- Eg hugsi ikki um tað til dagligt, ein veit, at tað kann henda, at ein tekur í, men bangin fyri tí, tað eri eg kortini ikki. So hevði eg ikki kunnað koyrt. Tað er ein partur av at koyra buss her í Norðoyggjum, sigur hann.
Hann sigur eisini, at hann ofta hevur tikið í tunnilsloftið, men hetta er fyrstu ferðina, at tað hevur tikið so dygt.
Feðgarnir báðir í Hvannasundi, sum reka Askham Bussar vóru sera ernir, tá teir seinast í 2002 fingu tann spildurnyggja bussin, sum kostaði knappar 2 milliónir, heim. Men Hans Jon sigur, at teir hava verið greiðir yvir, at eitt tílíkt óhapp altíð kann henda.
- Bussurin er niðanfyri mátini, sum standa uttan fyri tunnilsmunnan, men heldur ein seg ikki beint í miðjuni, so verður galið beinanvegin, ásannar hann eftir hvøkkin fríggjamorgunin. Onkuntíð hevur Hans Jon steðgað mitt í tunlinum fyri at hyggja at avstandinum frá bussinum og upp til tunnilsloftið.
- Vit tosa ikki um metrar her, tað eru sentimetrar frá takinum og upp til loftið. Um eg sigi eina sponn, so er tað at taka ov rívan til, sigur hann, meðan hann vísir við fingrunum, hvussu lítið pláss í veruleikanum talanin er um.
Hans Jon er uppvaksin við at koya gjøgnum tunlarnar, og hann hevur sitið í bussum við pápa sínum, síðani hann dugdi at ganga.
Hans Jon vísir á, hvussu dyrabarari last hann koyrir við hvønn dag. Hann koyrir skúlabørn í framhaldsdeildini til Klaksvíkar í skúla. Tað eru fleiri børn í hvørjari av teimum trimum bygdunum norðanfyri tunlarnar. Tað svarar til eitt heilt ættarlið, sum koyrir nógvar dagar á árinum gjøgnum tunlarnar.
Hans Jon fór til Havnar við bussinum fríggjakvøldið at syna skaðan, sum er sera stórur. Hann sigur, at møguliga skal bussurin til Danmarkar at gerast aftur. Men um so er, so hava Askham bussar ein eyka buss at taka til, so sleppast kann undan at leiga ein til rutuna millum Klaksvík og Viðareiði.