eru liðin seks ár síðani Samskip etableraði seg her í Føroyum, og øll árini hevur Joel undir Leitinum sitið í stjórasessinum. - Vit hava arbeitt fyritøkuna upp frá grundini av til hon í dag er millum førandi [...] m, sigur Joel undir Leitinum. Í dag eru tilsamans 54 ársverk í fyritøkuni í Føroyum, sum millum annað rekur skipini Arnarfelli og Helgafelli. - Á landi eru eini 15 fólk í føstum starvi umframt ein røð [...] starvið. Hann kemur frá einum starvi sum fíggjarleiðari hjá Articon, har hann hevur verið í trý ár, og millum annað hevur upplivað heiðurin at arbeiðspláss hansara var valt til ársins virki. - Hetta verður
kunnu vit læra av royndum, sum onnur samfeløg hava gjørt við arvaligum sjúkum. Í 1980unum var eitt ultra-ortodokst jødiskt samfelag í New York um at koma í neyð av einari arvaligari sjúku. Fyri at steðga [...] professaranum og læknanum, Ron A. Wevers, sum í farnu viku skipaðu fyri eina ráðstevnu um Føroysku sjúkuna í Havn. Føroyskir myndugleikar kunnu steðga Føroysku sjúkuni í hesum ættarliðinum við at innføra eina [...] ráðstevnu, har sjúklingar, sum onga diagnosu hava, kunnu møta serfrøðingum úr øllum Europa. Ron A. Wevers staðfesti, at talan mátti vera um eitt brek í orkuverkinum í kyknunum. Hann bað foreldrini fara heim
Føroyum. Heima í Ruslandi eigur Victor eisini tveir synir - annar er 15 ár og gongur í ungdómsskúla, meðan tann 22 ára gamli og eldri bróðurin, er í ferð við hægri lestur í Kalingrad. Síðst, men ikki minst [...] altso 20 góðir menn, vit hava umborð, sigur hann. Honum stendur greitt, at fólk í landi eisini hava hoyrt ta syrgiligu søguna um tveir av hansara skipsmonnum, sum fyrst endaðu í varðhaldinum og síðani vórðu [...] ein er í sama báti: Allir bíða teir eftir at sleppa til fiskiskap aftur. Á borðinum stendur orsøkin, til at teir eru savnaðir her og til at lagið er so gott. - Police?!, vil ein teirra fyrst hava at vita
arbeiðsmegi. Tvey hava lætið lív síðan seinasta minningardag Eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni, harav 2 ár við ongari deyðsvanlukku, er rákið nú tíverri eitt annað. Í 2022 lótu tvey [...] ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið av óhappum við fólkaskaða enn longur niður. Í mong ár hevur RFF víst á, tørvin á skaðakanning í Føroyum. Hetta fyri [...] fólk lív í føroysku ferðsluni. Í august andaðist ein 75 ára gamal maður, eftir at hann varð ákoyrdur við ein gonguteig á J. Paturssonar gøtu í Havn. Í november andaðist ein 19 ára gamal maður í bilvanlukku
aðrastaðni í heimin-um. Sum sagt, so gjørt, tí í 2003 var TeenStreet hildin í Uruguay, í 2004 í Brasilia, og í ár verður TeenStreet fyri fyrstu ferð hildin í India og Kekkia. Føroyingar hava tó bert luttikið [...] øllum heiminum hittast. Ein slík lega verður aftur hildin í ár, og verður aftur í ár væntað, at fleiri føroyingar fara til Týsklands í juli mánaði. Í fjør vóru fleiri enn 160 føroyingar á hesi leguni, og vónað [...] luttikið í Týsklandi, og tað fara teir at gera aftur í ár. Farið verður til Munster í døgunum 30. juli til 06. august. Nógv á skránni Føroysku tannáringarnir verða á føroyskum liðum við uml. seks gentum
nøktar bara tørvin eini 5, í mesta lagi 10 ár fram í tíðina, og tí er hetta uppskotið við flogvølli í Nólsoy tað einasta skilagóða uppskotið, sigur flogskiparin. Eitt annað, sum eisini hevur stóran týdning [...] eitt annað sum ger, at lendast kann í øllum líkindum og í øllum veðri. - Vit skulu minnast til, at ein nýggjur flogvøllur skal kunna nøkta tørvin nógv ártíggju fram í tíðina, kanska fleiri hundrað ár, og [...] tað, at møguleiki er fri krossbreyt, sum ger munin Nógv hevur verið tosað um uppskotið um flogvøll í Nólsoy, men enn hevur eingin flogskipari úttala seg ? inntil nú. Fogskipari, sum Sosialurin hevur tosað
Hetta verður millum annað gjørt við at lata upp deild í Keypmannahavn seinni í ár, og uppgávan hjá hesi deild verður fyrst og fremst at gera vart við Sansir.net uttanlands. Á KT-stevnuni í Norðurlandahúsinum [...] Sansir hevur lagt stóran dent á, at skipanin, sum fyritøkan hevur arbeitt miðvíst við í eini tvey ár, er so brúkaravinarlig sum gjørligt, og at tað ikki krevst stórur KT-førleiki til tess at arbeiða við [...] ymisk sløg av brúkarum, og hetta hevur millum annað við sær, at tað kann tillagast, hvørjar møguleikar ein brúkari hevur við skipanini. - Tað er býtt upp í tvey brúkaramóti, nevnliga easy og advanced.
frá 1999 til ár 2000? Í prinsippinum er tað sjálvandi ongin munur, annað enn, at vit eru øll vorðin eitt ár eldri. Men vit hava valt at leggja munandi størri týdning í júst hetta ársskiftið í mun til øll [...] tað ár 2000, ella er tað ár 2001? Og nær byrjar nýggja øldin? Er tað ár 2000, ella er tað ár 2001? Og hvønn týdning hevur tað nú eisini, tá vit hugsa um, hvussu stutt hetta tveytúsundáraskeiðið er í mun [...] verða hetja í 20.undi øld enn í 12. øld? Lat okkum tí ikki leggja so nógv í hetta við at velja tíðarinnar hetjur. Lat okkum heldur í stórari virðing fyri teimum, ið undan eru farin, gera sum í »Fedranna
helst størsta rennitiltakið í Føroyum nakrantíð byrjaði fyrst í hesum árinum, tá ið tað varð kunngjørt, at Fríðríkur krúnprinsur aftur í ár vitjar í Klaksvík. - Tilmeldingarnar hava streymað inn alla tíðina [...] krúnprinsur luttekur í renningini, ger hana serstaka í sjálvum sær, men harumframt verður eisini nógv annað gjørt burturúr. Eitt nú verður undirhald framvið allari rennirutuni, og harumframt hava fyriskipararnir [...] tíðina, og saman við Treysti hava vit í kommununi lagt stóra orku í at skipa so væl fyri sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at vit øll vónandi fáa ein stóran og góðan dag saman, sigur borgarstjórin, Jógvan Skorðheim
fyri og annað eftir boða frá, at árið í fjør royndist sera væl, kunnu meiri enn túsund starvsfólk í hesum somu fyritøkum rokna við at missa arbeiðið. Dagblaðið Børsen skrivaði í gjár, at 1.200 fólk í bankunum [...] fáa uppsagnarbræv í ár. Ein kanning, sum arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt, avdúkar, at tryggingarfeløgini umhugsa at siga 150 fólk úr starvi, og at bankarnir og fíggingarstovnarnir hava ætlanir um 1.050 [...] skrivar, at higartil hava tað serliga verið teir smáu bankarnir, sum hava koyrt fólk til hús, men at nú eru tað teir stóru, sum ætla at gera tað sama. Hesi seinastu árini eru arbeiðsplássini í danska fíggjarheiminum