Uppsagnir í bankum

Samstundis sum bankar, fíggingarfeløg og tryggingarfeløg eitt fyri og annað eftir boða frá, at árið í fjør royndist sera væl, kunnu meiri enn túsund starvsfólk í hesum somu fyritøkum rokna við at missa arbeiðið.

Dagblaðið Børsen skrivaði í gjár, at 1.200 fólk í bankunum, fíggingarfeløgum og tryggingarfeløgum fara at fáa uppsagnarbræv í ár. Ein kanning, sum arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt, avdúkar, at tryggingarfeløgini umhugsa at siga 150 fólk úr starvi, og at bankarnir og fíggingarstovnarnir hava ætlanir um 1.050 uppsagnir. Børsen skrivar, at higartil hava tað serliga verið teir smáu bankarnir, sum hava koyrt fólk til hús, men at nú eru tað teir stóru, sum ætla at gera tað sama.

Hesi seinastu árini eru arbeiðsplássini í danska fíggjarheiminum fækkað, og hendan gongdin tykist at halda fram, skrivar Børsen.