Soleiðis verður runnið í Klaksvík

Fleiri enn 3.400 fólk hava meldað seg til at renna ella ganga antin 1,6 ella 10 kilometrar saman við krúnprinsinum í tiltakinum Royal Run 1. juni

Upphitingin til helst størsta rennitiltakið í Føroyum nakrantíð byrjaði fyrst í hesum árinum, tá ið tað varð kunngjørt, at Fríðríkur krúnprinsur aftur í ár vitjar í Klaksvík.

- Tilmeldingarnar hava streymað inn alla tíðina, og saman við Treysti hava vit í kommununi lagt stóra orku í at skipa so væl fyri sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at vit øll vónandi fáa ein stóran og góðan dag saman, sigur borgarstjórin, Jógvan Skorðheim. 

Tað, at Fríðrikur krúnprinsur luttekur í renningini, ger hana serstaka í sjálvum sær, men harumframt verður eisini nógv annað gjørt burturúr. Eitt nú verður undirhald framvið allari rennirutuni, og harumframt hava fyriskipararnir fingið samstarv í lag við fyritøkur og handlar fyri at geva luttakarum og áskoðarum eina heilt serliga uppliving, verður sagt í tíðindaskrivi. 

Á kortinum sæst, hvar runnið verður.