altíð hjartað á røttum stað, sum boðberi við tí rámandi og semjusøkjandi orðinum, men eisini við tí rúmsátta og kvika heilanum, sum oftani, tá onnur tiga, setir tingini í rættan samanhang og á eina klóka [...] føðingardegnum. Vit eru nógv, ið eru honum takksom fyri alt tað, hann hevur orkað. Eisini millum teirra á tí borði, sum fyri árum síðani søktu at honum í ótespiligum ágangi, mugu tey í dag boyggja seg fyri [...] hesum fína listarmanni og vísa debattøri. Alt sítt vaksna lív hevur Hanus verið ein íðin skrivandi maður, har tvinnanda tættir hava verið spunnir saman í alt tað lívsverk, hann higartil hevur ríkað okkum
av Rana Tá viðgerðin av 266b-málinum varð á tingi á sinni loyvdi formaður Miðfloksins sær at halda eina røðu fyri áhoyrarunum, sum vóru í tingsalinum – og so á fremmandum máli. Heldur ikki her lat form [...] at hann sjálvur og hansara samgonga hevur gingið á odda at skerja almenna økið, bara fyri at halda okkurt vallyfti, við tíð úrsliti, at tey sum eftir eru á arbeiðsplássunum hava verri tíð at taka telefonirnar [...] i, við tí úrsliti, at ein ungur samkyndur maður varð illa viðfarin og meinslaður. Síðani hevur hesin harðskapur smittað av, við tí úrsliti, at ein ungur maður við døkkari húð varð álopin og skammfarin
permumyndini á bókini "Aftur og fram 91/92" hjá Finnboga Ísaksoni sála. Í Tilhaldinum í gamla Føroya Banka vóru tey fastir luttakarar, og sjálvt á útoyggjastevnuni í Svínoy í summar vóru tey við. Á ólavsøku [...] Foreldur hansara vóru Maria á Teigunum og Jóan Petur Madsen, skipari úr Kvívík, ið búsettist á Sandi. Magnus var elstur av seks systkjunum, ið komu til, og tíðliga vísti hann stak góð evnir til tað bókliga [...] var ein ógvisligur smeitur fyri Magnus, men hann gavst ikki á hondum, hóast peningaligi stuðulin heimanífrá helst steðgaði upp. Hann helt á og fekk lestrastuðul eina avmarkaða tíð, og við ótrúligum seiggi
hevur so skulað gjørt tað í mong ár á rað, eisini undir kørgum og truplum umstøðum. Virkisárini á psykiatrisku deild, tá staturin slepti, og landið tók við, vóru jú á mangan hátt ótrygg og trupul. Tá landið [...] leggja frá sær og líta aftur á vala verk, har hann saman við sínum mongu samstarvsfelagum í hvussu er hevur munað rætta vegin. Sofus er væl lisin og fakliga dagførdur maður, og saman við sínum lívlongu [...] hvussu tað gekst landsbúskapar-liga, og sum kunnugt vóru nítiárini trupul at koma ígjøgnum, eisini á psykiatrisku deild. Starvsfólkauppsagnir og/ella hóttanir um slíkar vóru ein afturvendandi veruleiki
fram við Kedron dalinum. Har kemur ein maður oman eftir vegnum við stórum fati á høvdinum. Tað eru breyð, hann ber. Líkist bakaranum hjá Farao, hvørs dreym Jósef á sinni týddi. Har mangla bara fuglarnir [...] r standa niðan brekkuna uttan fyri múrin. Feðrafólkini eru mest europeiskir jødar, skilst á tosinum og sæst á høvuðbúnanum, tey bera. Hiðani er stutt til Grátimúrin, so ivaleyst man tað vera haðani, tey [...] meðan eg eygleiði fólk, sum koma og fara. Ein yngri maður stendur við eina »mobila« kiosk og selur ymiskar minnislutir. Húgvur og plattar við áskrift á. Og so onkrar toykamelar við klapphattum, sum eru
hevur verið siglandi maður alt sítt lív, sigur, at tað kendist sum at vera umborð á einum øðrum slag av skipi við stýrihúsi, radari og aðrari skipsútgerð. Ja, tað var sum at vera á skipsdekki aftur, nú [...] okkum. Poul Mohr, sum eisini varð við á pallvitjanini, er heldur fáorðaður (!) men sigur, at tað er ein serstøk kensla at fara umborð á ein boripall, sum borar á okkara egna øki. ?Júst tað haldi eg verða [...] superpuma tyrlunum hjá bretska flogfelagnum Bristow longu leiðina út á feltið ? ?olju?-feltið. Mortan Johannesen, sum alt sítt lív hevur balst á havinum eitt nú í Barentshavinum, har hann og aðrir hava fingið
Bárður á Lakjuni --------------------- Jennifer er bæði blíð og týð, tá eg støkki inn á góvið ‘úti á land’ í Fuglafirði henda ikki sørt kalda og illfýsna novemberdagin. Inni í lítlu húsunum er tó bæði [...] 11 ár og 6 børn eftir tað, doyði maður hennara. Mamma Jennifer noyddist at flyta aftur til mammu sína í Oregon, men valdi tó at steðga á í San Fransisco í nakrar dagar á vegnum. - Har gjørdi hon ikki mætari [...] áhugin, tey sýndu, líkasum birti tankan um eina bók. Eg, maður mín og bæði børn okkara vitjaðu Føroyar tíðliga í 1999, og í november sama ár doyði maður mín av krabbameini. Hesa tíðina var sjálvsagt ikki lætt
kappingini við KÍ og við at spæla á U-landsliðunum. 18 ferðir hevur hann umboðað føðilandið á U-21 landsliðnum og fýra ferðir á U-17 landsliðnum. Tað er annars ikki á hvørjum degi og hvørjum ári, at KÍ [...] ta løtuna, hann hóskvøldið var á vøllinum. Hóskvøldið var hann í 27 minuttir á vøllinum. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 23 ára gamli framrættaði klaksvíkingurin var á A-landsliðnum. Hann hevur altjóða [...] greitt, at landsliðið, sum í kvøld skal í spanska eldin suðuri á Iberisku hálvoynni, verður í øðrvísi útgávu, enn tað var hóskvøldið, tá ið tað á heimavølli endaði við 4-0 tapi ímóti Svøríki. Ein av trimum
Nú er mikil frøi á øllum Føroya fólki, tí nú hava vit tikið eitt stórt stig á framaleið. Vit hava samtykt á samhaldsføstum grundarlagi at útbyggja okkara samfelag við tveimum undirsjóvartunlum, soleiðis [...] vánalig, var hann maður fyri at broyta støðu sína og taka upp nýggjan og betri tátt. Tað krevur mikið dirvi at broyta støðu á henda hátt, og tað er at fegnast um, at Kaj Leo Johannesen var maður fyri hesum. [...] stór skip har. Tey eru dýr í íløgu og rakstri, og fráferðirnar verða fáar. Tørvurin á samskifti verður als ikki nøktaður á henda hátt, og av tí stendst stórur missur. Samfelag okkara fær ikki tað gagn burtur
fyrru ferðina, sum greitt erfrá í aðrari grein. Hann hevði koyrt aftan á skodabilin yvir til Norðoyatunnilin, men hann fór ikki aftan á bilin ígjøgnum tunnilin, tí hann átti ikki fyri tunnilsgjaldið og hevði [...] Leirvík, har eitt betonghús stendur. Ákærdi segði, at hann hevði koyrt framvið har og á vegnum hevði hann sæð ein myrkan blett á asfaltinum. Tað kundi vera blóð, ella tað kundi vera olja, men hann var ikki farin [...] funnu tey blóðspor av Pidda og seinni fann ein maður frá Landsverki eisini ein skógv, sum tað vísti seg, at Piddi átti. Ákærdi hevði onga forkláring upp á, hvussu hann kundi vita, at skodabilurin hevði